Um tú livir í teirri trúgv, at tað bert er grindakjøtið, ið er stústappað við eitrandi og sera vandamiklum evnum, so fert tú skeivur.
Ein stórur partur av tí, vit dagliga eta, er fylt við evnum, ið elva til krabba, ovurviðkvæmi og gitnaðarføri.
Sannleikin er, at tá ið tú setir teg væl til rættis við borðið á middegi fyri at fáa tær ein góðan bita, er tað kanska vert at hava í huga, at bæði breyðið og viðskerin tú etur, inniheldur skaðilig íblandingarevni.
Nitrit
Summi av hesum evnum eru so mikið vandamikil, at donsku myndugleikarnir ávara ímóti at nýta tey í størri mát. Størsti syndarin er Nitrit, sum í flestum førum finst sum íblandingarevni í kjøtviðskera, bakon og pyslum.
– Eg veit fullvæl, at eingin smellur um á staðnum, bert tí at hann hevur fingið sær eina breyðflís við speigipylsu, men eg havi ilt við at fáa eyga á nakað endamál við at sproyta evnið í henda viðskeran. Samstundis kann nevnast, at nærum øll royndardjór, ið hava fingið Nitrit í seg, hava fingið krabba, sigur Orla Zinck, ið er serfrøðingur í E-numrum og hevur skrivað bókina ”E-nummarbókin”.
Onnur vandamikil evni
Orla Zinck sigur, at onnur vandamikil evni finnast í matvørum okkara. Tvey evni, ið hava víst seg at vera hormonórógvandi, eru BHA og BHT. 75% av hesum evnum finnast í barnatyggigummi, og eisini her hava rottur, ið hava fingið hesi evni, fingið krabba.
Hormonórógvandi evni eru undir illgruna fyri at vera atvoldin til at fleiri og fleiri danskir dringir verða føddir við vanskaptum kynslimum, og at ungar gentur fáa mánasjúkuna á sera ungum aldri.
Og hví er tað so loyvt at sproyta hesi eiturevni í matvørur okkara? Orla Zinck er ikki í iva um, at hetta kemst av, ídnaðurin sum heild hevur alt ov stóra ávirkan á ES:
– Í ES hava kjøtlobbyistar tryggjað sær, at loyvt er at nýta Nitrit í matvørunum, hóast teir eru bæði væl og virðiliga kunnaðir um, at hetta evni elvir til krabba. Ringast av øllum er, at tað er als ikki neyðugt at nýta hesi evni.
Orsøkin til, at ídnaðurin nýtir Nitrit og aðra eitran í matinum, er, at tá heldur hann sær longur.