Patursson Sjógæti selur Fish & Chips í túninum Barrir verða í forhøllini og inni í salinum Dansur: Spaðar 5 spælir til dans, saman við gestatónleikarum úr øllum Føroyum, frá Norðast til Sunnast. [...] Í kvøld verður farið á tónleikaferð í mentanarhúsinum Salt á Drelnesi, har leitað verður aftur í tíðina. Nógv forkunnugt er á skránni. Eitt kvøld við tónleiki frá fyrr, tónleikur frá 1960’unum og 1970’unum [...] serstaka dám á náttina og spælt verða sangir, sum hava inspirerað hesar bólkar, og flestu tónleikarar í heiminum. Dyrnar lata upp kl 20.00 BEATSHOTS Manning: Erolf Olsen, vokal & guitar Pauli Einarsson, vokal
Føroyingurin, Hilmar Eliasen, sum í nøkur ár var stjóri á Strandfaraskipum Landsins, er júst settur í starv sum nýggjur samferðslustjóri í Ærø kommunu. - Hann byrjar í starvinum hin 1. desember, vita danskir [...] oyggjarnar í Føroyum. - Við Hilmari fær Ærø ein samferðslustjóra við drúgvum royndum og sterkari strategiskari fatan av bæði rakstri og útbygging, sigur Allan Krogh Filtenborg, kommunustjóri í Ærø kommunu
NATO-støðini í Keflavík í Íslandi í 2006, og í 2007 var radarin á Sornfelli heldur ikki virkin longur. Men 15 ár seinni var heimurin aftur í broyting. Russland hevur gjørt umfatandi hernaðarligar íløgur í Arktis [...] stjórnin í Washington viðurkendi ongantíð danskan suverenitet í Grønlandi, sum danska stjórnin seinni proklameraði í 1921. Og tað var ein sigur fyri danska statin, tá altjóða dómstólurin í Haag í 1933 kom [...] totaliterum hugsjónum í 20. øld. Nazisman í Hitlertýsklandi varð sigrað í 1945, og tær fasistisku stjórnirnar í t.d. Italia, Grikkalandi og Spania vórðu eisini dotnar sundur. Og tá múrurin fall í 1989, og Sovj
loysingarrørslur og krøv um størri sjálvræði í Føroyum og Grønlandi seg eisini galdandi. Endamálið við greiningarritinum er bæði at lýsa amerikanska víðkanarpolitikkin í Arktis søguliga og samtíðarliga og at [...] Fróðskaparsetrinum skulu eisini granskarar úr Danmark og Grønlandi vera við í greiningararbeiðnum. Verkætlanarleiðari er Heini í Skorini, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini. Stuðulin verður latin frá [...] Vísindavøka, serblað í Sosialinum 10. september 2025: Eitt toymi við Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum á odda hevur fingið slakar 250.000 kr. til at kanna og lýsa hóttanirnar hjá amerikansku
Facebook-vanganum hjá Miðstovugarðinum hevur í vikuni eisini verið lýst við, at tey regluliga selja á marknaðarplássinum í Vágsbotni og soleiðis hevur eisini verið longu í heyst, har tey hava havt við sær sandepli [...] grønlendskum rækjutrolara, og í sínari tíð gjørdist hann eisini kendur á skíggjanum sum føroyskur sjónvarpskokkur. - Í dag fara vit at eta nátungar, og tí valdi eg at steðga her í morgun og keypa bæði nýupptikin [...] sum veksur í moldini, er búgvið til upptøku, er ymiskt, hvussu leingi grøðin heldur sær sum frísk og góð. Ottar Hentze, sum rekur Uttastovugarð í Trøðum, sigur, at sumt kann standa leingi í moldini, meðan
holdningarnar hjá anti-Ísraels fjøldini í Føroyum. Í høvuðsheitinum er boðskapurin í lesarabrævinum hjá Gaini, at orsøkin til ‘fólkamorðið’ og ‘etnisku útreinsanina’ í Gaza, er zionisman. Tað skal kritiserast [...] skyldina fyri mest sum allar trupulleikar í langa stríðinum, at tey so meina við dagsins radikalu jødar, sum í ein vissan mun finnast á Vestara Áarbakka, og eisini nakrir í stjórnini. Hetta ger tó ikki allar [...] sjálvt um Hamas, serliga við tunnilsstrukturinum í Gaza, enn er ein hóttan. Og tað er eitt legitimt kjak um, í hvønn mun Ísrael fer rætt fram ella ikki í øllum moralskum og strategiskum tvístøðum, sum fylgja
Vísindavøka, serblað í Sosialinum 10. september 2025: Samanborið við hesi, so liva flestøll í Føroyum í einum smørholi. Tað eru tó ríkiliga álvarslig mál og viðurskifti, sum ávirka og tyngja í gerandisdegnum [...] okkum øll sum samfelag síggjast alt greiðari í havsbrúnni. Framtíðin kemur so ella so. Vit mugu spyrja okkum sjálvi, hvussu vit ynskja at liva í framtíðini. Ikki í eini dreymaverð, men heilt ítøkiliga. Hvussu [...] munadyggari og snildari og seta kós fyri framtíðina. Ynskir tú at vita meira um, hvat granskarar í Føroyum arbeiða við í løtuni, so skalt tú koma á Vísindavøku 2025. Her verða hópin av granskarum og øðrum starvsfólkum
ikki vita. Tølini í kanningini vísa eisini, at meirilutin er rættiliga breiður og rættiliga kjølfestur. Tí tað er meiriluti í øllum økjum í landinum, í øllum aldursbólkum, og í øllum flokkum uttan [...] Hetta segði hann í ólavsøkurøðu løgmans í 2012. Tað varð gjøldur gjørdur burtur úr Kaj Leo, tá hann segði bar hetta fram. Sambandsfólk vóru í øðini, tingmanning tók frástøðu, og formenn í feløgum vístu [...] ónøgd – allir uttan tann í Norðoya Sambandsfelag. Síðani gjørdi Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar, orðini til síni í setanarrøðuni í Fólkatinginum í 2023 – og nú eru somu sjónarmið
ir við støði í býar- og bygdaumhvørvum – ofta við eini kaleidoskopiskari kenslu, sum Bárður Jákupsson nevnir tað í bókini Myndlist í Føroyum - har myndaflatin hjá Olivuri er býttur upp í eitt fagurlitt [...] Steinprent í tíðindaskrivi. Brot úr minningarorð um Olivuri eftir Kinnu Poulsen: Olivur við Neyst var ein týðandi listamaður. Hann var føddur í Klaksvík í 1953, útbúgvin á kunstakademinum í Keypmannahavn [...] fagurlitt mynstur. Hetta sæst t.d. í fleiri av myndunum, sum hann málaði, tá hann var við sluppini Ester fyrst í hálvfemsunum. Myndamálið minnir í hesum føri um klassiskt modernistiskar, kubistiskar og fauvistiskar
helvtin av teimum ungu kvinnunum í 20-árunum flyta burtur, væl fleiri enn ungu menninir. Samlað, so eru í løtuni 2350 færri kvinnur enn menn í Føroyum, hóast kvinnur í miðal liva longri enn menn. Hetta [...] sum veksur, er fokusið í hesi grein á kvinnurnar. ##med2## Nøkur tøl, sum tala Tað sita í Løgtinginum í løtuni 9 kvinnur og 24 menn, sum er 27 % kvinnur og 73 % menn. Hetta er lægst í Norðurlondum. Meira [...] fyri bæði kynini, hevur í dag eins nógvar kvinnur sum menn í leiðslustørvum. Tað nyttar at seta sær mál! Hóast góðu gongdina, har vit hava fingið kvinnuligar stjórar í ovastu leiðslu í fleiri týðandi stovnum