Effo og býráðshúsið, tó er býarbussurin undantikin. Sagt verður, at ferðslan í hesum tíðarskeiði verður beind at koyra fram við bátabrúgvunum hetta tíðarskeiðið, og verður heitt á bilførarar um at fylgja [...] við arbeiðið at hosufóðra høvuðsspillivatnsleiðingina á Nólsoyar Pálsgøtu, verður eingin ferðsla eftir Nólsoyarpálsgøtu 1. og 2. september. Eisini verða kloakkleiðingarnar á Jørundsgøtu og Sornhúsgøtu [...] fylgja skeltingini á staðnum. - Orsøkin til, at arbeiðið verður gjørt á hendan hátt er, at høvuðsspillivatnsleiðingin liggur mitt í vegnum og serstaki bilurin, sum verður brúktur til arbeiðið, má standa beint
ikki bara at menna tøknina, men eisini at fáa robotarnar út í veruligt arbeiði í verksmiðjum, goymslum, handlum og seinni eisini heimum. Tað er júst tann avbjóðingin, sum fyritøkurnar nú royna at loysa. Robotar [...] Robotar hava leingi dugað at dansa, renna og gera imponerandi framførslur, men nógv torførari er at fáa ein robot at loysa ymiskar gerandisuppgávur trygt og sjálvstøðugt. Stjórin í kinesiska robotfram [...] Wang Xingxing, sigur, at robotídnaðurin nærkast einum møguligum »ChatGPT-løtu« – einum tøkniligum gjøgnumbroti, sum kann fáa menningina at taka dik á seg. Samstundis metir hann, at tað framvegis kunnu ganga
Sigrun Gunnarsdóttir verið við. Og tað eri so deiliga lívsjáttandi at uppliva. Og øll stuðla hvørjum øðrum. Tað sigur kanska meira um verkætlanina enn nógv annað. Tú nýtist ikki at hava ein ávísan aldur, eina [...] Tað endaði við 13 verkum og eini rúgvu av positivum ringvirkningum. Men tað sum er minst líka gott, er alt tað, sum hendi rundan um veggirnar. Turistar spyrja, hvar verkini eru. Onkur hevur ferðast til [...] um We Need Art kann koma hagar. Og stórir altjóða miðlar hava varpað ljós á tað, sum er hent her. Børn og barnagarðar fara út at vitja verkini. Ung listafólk eru farin at royna seg, tí altjóða viðurkend
filmsfólk og virki, sum arbeiða við filmsframleiðslu í Føroyum. Endamálið er at gera føroysku filmsvinnuna sjónligari og fáa ein felags pall at vísa sínar førleikar og tænastu. Tað skal gerast lættari at seta [...] filmsfólk og bíleggja tænastu frá teimum. Filmsbókin finst á føroyskum og enskum og kann sostatt geva føroyingum og útlendingum eitt greitt yvirlit yvir førleikar og tænastur sum finnast í Føroyum og styrkja [...] skráin er álítandi og dagførd. Filmsbókin er onnur skipan sum Filmshúsið hevur ment í hesum árinum. Fyrst kom Stroyma har føroyskar framleiðaru verða savnaðar og kunnu stroymast og síðani Filmsbókin við
gamlir og ein 15 ára gamal – eru ákærdir fyri at hava ætlað eitt yvirgangsálop á ein skúla í Jútlandi. Sambært Kára Jacobsen vísir málið, hvussu sosialir miðlar og netbólkar kunnu verða brúktir til at ávirka [...] ávirka og radikalisera ung. – Ung eru serliga viðkvom fyri ávirkan, og tí er umráðandi at hava ans eftir, hvørjum umhvørvum tey luttaka í á netinum, sigur hann við KVF. Hann vísir á, at føroysk ung brúka [...] øðrum londum, og tí eru Føroyar ikki avbyrgdar frá hesum slag av ávirkan. Kortini leggur kanningarleiðarin dent á, at hóttanin um yvirgang móti Føroyum sum heild framvegis verður mett at vera sera lág
fiskasløg og allar marknaðir. Tað er enntá víst á dømi um, at MSC-góðkend hýsa í tíðarskeiðum hevur fingið lægri prís enn hýsa uttan góðkenning. Tað merkir ikki, at MSC er uttan týdning, men tað vísir, at sp [...] noydd at leggja bátarnar, hóast tað viðrar, fiskur er at fáa, og møguleiki er at skapa inntøkur fyri bæði húsarhald og samfelag. Men vit skulu eisini vera greið: Teir 750 dagarnir loysa eina akutta støðu [...] betri útgerð og broyttum arbeiðshættum. Hjá smáum snellu- og húkabátum seta tal av snellum og húkum, bátastødd, manningn og veðrið natúrlig mørk. Tí ber ikki uttan víðari til at siga, at fleiri fiskidagar
Býráðslimurin ætlar nú at gera málið ítøkiligt. – Eg fari ein av næstu døgunum at skjóta upp, at hetta verður tikið til viðgerðar í ár, at samráðingar verða tiknar upp, og at málið verður avgreitt, sigur [...] heldur, at ein betri loysn er at varðveita og menna verandi Bygdarhús. – Tórshavnar kommuna eigur at sleppa ætlanini um eitt borgarahús og gera eina enn betri ætlan. Ein ætlan, sum inniber at yvirtaka [...] yvirtaka Bygdarhúsið og gera tað til tað, sum bygdin hevur tørv á við slíkum húsi og hentleikum, sigur Bergur Robert Dam Jensen í einum uppslag á Facebook. Hann vísir á, at miðstaðarøkið í Kollafirði longu er
limirnir valt at vraka hana. Kortini vónar Fellesforbundet framvegis, at semja kann fáast áðrenn leygardagin. – Telefonirnar hjá okkum eru opnar samdøgrið runt, um mótparturin ynskir at taka samráðingarnar [...] Tað skrivar norska vinnublaðið E24 við støði í boðum frá fakfelagnum Fellesforbundet, sum hevur samráðst vegna kabinustarvsfólkini. Umleið 500 starvsfólk kunnu verða fevnd av verkfallinum. – Hetta vísir [...] vísir, at limaræðið í Fellesforbundet virkar. Tá limirnir í kabinuni fella semjuna, mugu vit sjálvandi virða ta avgerðina, sigur samráðingarleiðarin Dag-Einar Sivertsen. Samráðingarnar um nýggjan sáttmála
bátarnir, sum liggja á víkini, eru eisini við til at skapa ein serligan ovastevnudám. Hóast tað mesta fer fram á keiini, kann sigast at tað er lív í allastaðni. Tiltøkini fyri børn eru við fótbóltsvøllin [...] í holt við at byggja, og á frálíka sandinum á Malarenda, har børn og vaksin kunnu vassa ella svimja. Børnini kunnu fara á barnabasar og annars spæla frítt. Í kirkjuni verður morgunsangur og ikki færri [...] dent á, at stevnan skal vera fyri alla familjuna, og at tiltøkini so vítt møguligt skulu vera ókeypis. Hetta ber millum annað til, tí flest øll fólk í Nólsoy taka lógvatak saman um at fáa hetta at bera til
Tað eru níggju dystir eftir at spæla hjá B71, áðrenn tað leygardagin 24. oktober verður sett punktum fyri landskappingina í 1. deild. Tí eru tað 27 stig eftir at spæla um. Men tað skal heilt nógv venda [...] mánað, enn tað nú ger, um B71 ikki í 2027 aftur fer at spæla í Meistaradeildini. Í kvøld spældi B71 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi, og B71 vann 3-1. Sigurin ber við sær, at B71 hevur 44 [...] danskir spælarar, og tað vóru tveir teirra, sum í kvøld skoraðu málini. Jonathan Nielsen og Lucas Ørneborg skoraðu í fyrra hálvleiki, og tá ið eitt korter var farið av seinna hálvleiki, varð Jonathan Nielsen