annars er vaksin upp í Skálavík. Axel er bróður Terja, og hevur búleikast í Hirtshals ein stóran part av sínum vaksna lívi. Hann kom heim at síggja bróður sín, tá hann lá til tað seinasta á Landssjúkrahúsinum [...] fegin um, at eg vildi framvega kristiligt tilfar til portalin, og hann bjóðaði mær at gerast ein partur av Sandportalinum, soleiðis at skilja, at eg fekk mína persónligu kodu, so eg sjálvur kundi leggja mítt [...] portalinum. Terji broytti ikki kós vegna hetta. Hann var ein persónligur trúgvandi, sum sá týdningin av at breiða tað kristiliga út til fólkið gjøgnum miðlarnar; og nú ráddi hann sjálvur yvir einum miðili
Fyrr í dag vunnu fýra av fimm teimum ovastu á støðutavluni tryggjar sigrar ímóti fýra av teimum niðaru. Í kvøld varð punktum sett fyri hetta umfarið, tá ið HB á Tórsvølli hevði vitjan av EB/Streymi. HB gjørdi [...] Petersen. EB/Streymur er ikki leyst av møguleikanum at flyta niður. Men í kvøld vísti EB/Streymur so góðan hugburð, at tað skal vilja illa til, um tað ikki fer at kasta stig av sær, um teir í Sundalagnum megna [...] at fáa málið, sum kundi verið við til loysa upp fyri tí heila. Eftir innlegg úr høgru og eitt sindur av aftur og fram var tað Pætur J. Petersen, sum eitt sindur úr høgru smekkaði bóltin í málið. Hetta sá
Goymsla av CO2 er eitt sera heitt evni har, og tað fekk meg at hugsa um, at hetta kundu vit eisini gjørt í Føroyum, sigur Rakul Maria. Basalt hóskar væl til CO2 Granskarar um allan heim arbeiða av øllum [...] at goyma CO2 í basalti er sera stórur, og tað eru bara 5 prosent av heimsins londum, sum hava basalt á landi. Danmark hevur ikki basalt av týdningi, og Noreg hevur einamest basalt úti á havinum. Tí eru Føroyar [...] lítlum ári síðani lokið prógv sum jarðfrøðingur á Keypmannahavnar Universiteti. Hon hevur tikið ein part av útbúgvingini sum skiftislesandi á Svalbard og hevur skrivað sína master-ritgerð í Føroyum í samstarvi
at avlíva eitt nú springarar og grindahval, heldur tingmaðurin av Sandi. – Men vit mugu ikki hugsa tankan um at gevast við hesi gagnnýtslu av tilfeingi okkara, leggur hann afturat. – Vit skulu minnast til [...] føroyskari siðvenju og siðamentan. – Vit riðu stormin av og vit eiga at spyrja okkum sjálvi, um tað ikki er stríðið vert at berjast fyri burðardyggari gagnnýtslu av tilfeinginum úr havinum rundanum okkum. – Tað [...] ágangin, sum var um grindadráp í áttatiárunum. Høvdu vit ikki staðið so væl saman tá, hevði gagnnýtslan av grind farið í søguna, er hann vísur í. – Men vit tóku lógvatak, og sjálvt um argumentini uttan úr heimi
teir ásanna, at tað nú er nógv, sum vendir niður, sum fyrr í ár vendi upp. ÍF hevur 13 stig, og 11 av teimum høvdu fuglfirðingar longu vunnið, tá ið kappingin var átta umfør gomul. ÍF vann í vár á heimavølli [...] gestur í Fuglafirði. Miðverjin Jens Joensen er tøkur aftur eftir leikbann, og Jóhann Højbro er darvaður av fótskaða. HB hevur mest sum tryggjað sær rætt at spæla í Europa næsta summar. Nú ræður tað um at verja [...] silvurmerkinum, og so er tað steypakappingin, har HB um eina viku fer at spæla fjórðingsfinalu á Sandi. Mads Bo Mikkelsen er framvegis vøddaskaddur. Kl. 17.30: ÍF - HB: Alex Troleis KÍ 21 19 2 0 83 6 59
Nú eiga vit, av álvara, at umhugsa at gera tað ólógligt at drepa springara í Føroyum. Tað heldur Ólavur Sjúrðarberg, formaður í grindamannafelagnum. Tað sigur hann eftir springaradrápið á Skálafjørðinum [...] Skálafjørðinum – men sum ikki fekk boð um drápið. Les meiri um tað her. Grindaformaður er skelkaður av drápinum í gjár Sjálvur sigur Ólavur Sjúrðarberg, at hann hevur ikki sovið væl í nátt tí hann hevur [...] tað kann fáa avleiðingar fyri okkara útflutning. Tí heldur hann, at nú mugu vit viðgera spurningin av álvara, um vit ikki eiga at friða springara. Hann heldur, at fólk úti í heimi eru rættiliga eym um
útsettur landskappingardystur í Fuglafirði, sunnudagin fær HB vitjan av EB/Streymi, annað mikukvøld verður fjórðingsfinala á Sandi, so skal HB spæla landskappingardyst í Trongisvági. Tað verður sunnudag [...] Europa næsta summar. Trý tey fremstu í landskappingini vinna rætt at vera við í Europa, og um eitt av hesum trimum vinnur steypakappingina, so verður tað eisini pláss fyri nummar fýra í Europa. Hjá HB
og í búnum árum setti hann sær fyri at læra seg at spæla orgul og hevur síðani loyst av í Kirkjuni heima á Sandi og í heimbygdini Skálavík. Terji fór í bankalæru í Sjóvinnubankanum og hevði tann heiður [...] lýsa frið yvir minnið um Terja, við djúpastu samkenslu til tykkum sum eftir sita. Guðruna og Sonju á Sandi, og Sonju, Axel og Erlu. Tíbetur kenna vit ikki tíman og staðið. Jákup Fróði Djurhuus
byrjar koppsetingin í Skálavík umleið kl. 15. Tá klokkan er farin nakað av 16 verður koppsett heima á kommunuskrivstovuni á Sandi, áðrenn dagurin endar í Neystinum í Skopun.
rummetrar av gróti, skervi og sandi, sum skal brúkast til vegarbeiði, umvælingar av svimjihylinum og ein partur til nýtt bíðirúm, sum skal byggjast á Eiðinum. Talan var um 140 sekkir á 1,2 tons av gróti, [...] 60 sekkir av sandi og 20 sekkir av skervi, sum kemur rættiliga væl við. Hesin mátin at flyta tilfar uppá er munandi betri og skjótari enn við t.d Rituni, sum ikki tekur so nógv. Sandfrakt legði at kl