Søguligur sigur á Sandi

Kvinnur: Uppflytararnir í AB/B71 vunnu fyri fyrstu ferð nakrantíð í bestu deildini, tá ið HB seinnapartin var gestur inni í Dal

Eyðbjørg Reynslág er málverji hjá AB/B71, sum í dag vann fyri fyrstu ferð í bestu deildini. Mynd: ab.fo

Tað gekk soleiðis, sum tað ongantíð hevur gjørt fyrr í ár, tá ið AB/B71 seinnapartin hevði vitjan av besta HB liðnum.

 

AB/B71 roynir seg í ár fyri fyrstu ferð í bestu deildini. Heimavøllurin skiftir millum inni í Vika á Argjum og inni í Dal á Sandi.

 

Í dag var heimavøllurin á Sandi, har HB var gestur. Undan hesum dystinum høvdu uppflytararnir spælt 19 dystir. Tær høvdu tapt allar, og málmunurin var 8 – 121.

 

Í dag var øðrvísi. AB/B71 kvinnurnar vunnu 2-1 ímóti HB, sum undan hesum dystinum var á fimta plássi við 30 stigum.

 

Dygst undan steðginum legði Ása Stórá Carlsen HB á odda. Trettan minuttir undan dystarenda javnaði Rebekka Klein Olsen til 1-1, og fýra minuttir seinni var tað Judith Rasmussen, sum skoraði málið, ið vísti seg at verða 2-1 sigursmálið hjá heimaliðnum.

 

Dómari á Sandi í dag var Nicusor Cristian Matica.

 

Í síðsta umfari, sum verður um eina viku, skal AB/B71 spæla á útivølli ímóti KÍ.

 

Tríggir av spælarunum hjá AB/B71 eru við í fyrireikingunum til U-19 landsdystirnar, sum vera í Hvítarusslandi 17. til 27. oktober. Tær eru málverjin Eyðbjørg Reynslág, Judith Eilersdóttir Rasmussen og Ronja Leonsson Mouritsen.  

 

 

 

Hinir tríggir dystirnir í 20. umfari vera í morgin:

 

EBS/Skála – Víkingur: Jón Tór Baldvinsson kl. 17.00

 

07 Vestur – NSÍ: Rúni Olsen kl. 14.00

 

B36 – KÍ: Áki Leitisstein Hansen kl. 17.00

 

191270591343
EBS/Skála191153371638
NSÍ191134642736
Víkingur191027522729
HB20938492527
B3619829364326
07 Vestur194015215612
AB/B71201019101223

 

 

 

Eyðbjørg Reynslág er málverji hjá AB/B71, sum í dag vann fyri fyrstu ferð í bestu deildini. Mynd: ab.fo