Ivi er um, hvussu verður við kioskini á Magn-støðini í Trøðum á Sandi eftir 1. januar 2022, tá leigumálið heldur uppat.

Ivasamt um Magn-kioskin heldur fram

- Stendur uppsøgnin við, er alt, sum bendir á, at okkara virksemið heldur uppat, sigur Eyðvarur Petersen.

 

Ivi er um, hvussu verður við kioskini á Magn-støðini í Trøðum á Sandi eftir 1. januar 2022, tá leigumálið heldur uppat.

Tað er Finnleif Fagradal, sum eigur bygningin, har Magn-støðin í Trøðum á Sandi húsast, og frá 1. januar næsta ár ætlar hann at brúka hølini til onnur endamál.  

Hesum hevur hann boðað Magn frá, sum eigur leigumálið, og tí er eisini rættiliga ógreitt í løtuni, hvat verður eftir 1. januar 2022. 

 

Magn leigar kioskina út aftur til Eyðvar Petersen á Sandi. Umframt at umsita sølu av olju-og bensini fyri Magn, hevur støðin í Trøðum eisini kiosk, har tú fært ymiskar gerandisvørur, ávísar frystivørur, góðgæti, bløð og annað.

Matvøruhandlar eru bæði á Sandi og Skopun, men tað hevur verið sera hent hjá fólki í oynni - og eisini ferðafólki, sum koma í oynna - at kunnað keypt tað um kvøldarnar, sum hevur verið gloymt um dagin.

 

Eyðvarur Petersen, sum stendur fyri rakstrinum av Magn-støðini í Trøðum, váttar, at tey hava fingið at vitað, at leigusáttmálin er uppsagdur til ársenda.

 

- Í løtuni vita vit ikki meira enn tað, men stendur uppsøgnin við, er alt, sum bendir á, at okkara kioskvirksemið heldur uppat.

 

Hann vísir á, at Magn-støðin er ikki nøkur gullmina, sum hann tekur til, men hon hevur verið til gleði fyri mong - og eisini fyri nógvar skúlaungdómar, sum hava havt og framvegis hava sítt arbeiði her. 

 

- Í fjør rindaðu vit 1,2 miljónir krónur í lønum, og lønarflytingarnar hesi árini, vit hava verið partur av virkseminum, hava ligið millum slaka og góða miljón um árið. 

 

Hann sigur, at her hevur einki avlop verið, men tað hevur eisini verið fínasta slag, so leingi, sum fólk hava fingið sína løn, og Magn-støðin og kioskin hava tænt sínum endamáli í økinum.

 

Eyðvarur Petersen veit av góðum grundum ikki at siga, hvussu verður við tænastuni, sum Magn veitir í økinum, men hann væntar ikki, at hann fer at halda fram við kiosk-virkseminum, tá leigumálið í Trøðum heldur uppat.

 

- Er grundarlagið veikt, meðan vit hava tænastuna hjá Magn við olju-og bensinveitingum, verður grundarlagið enn veikari uttan hesa tænastu, sigur hann.

Spurdur, hvat tey hoyra frá fólki um, at kioskin helst letur aftur við ársenda, sigur hann soleiðis:

- Jú, vit hava longu fingið fleiri afturmeldingar, og felags fyri hesar er, at fólk harmast, sigur Eyðvarur Petersen.

 

 

 

 

 

Ivi er um, hvussu verður við kioskini á Magn-støðini í Trøðum á Sandi eftir 1. januar 2022, tá leigumálið heldur uppat.