sum vóru á estlendska liðnum í Tartu fyri einum góðum ári síðani, vóru eisini við í Tallinn hóskvøldið. Tá tað ber til at avmarka eitt tap niðri í Spania til 1-3 og 0-3 í Moskva, kann eitt úrslit sum 0-5 [...] men lítið av tí sást aftur á Kadrioru-vøllinum í Tallinn hóskvøldið. Føroyski landsliðsvenjarin kann í øllum førum fegnast um, at Føroyar ikki liggja í Suðureuropa, tí har hevði eitt úrslit sum tað móti [...] síðani Føroyar fingu limaskap í FIFA og UEFA fyri tíggju árum síðani. Nú kann tað bert ganga ein veg ? uppeftir ? tí føroyska liðið rakti botnin í Tallinn móti einum liði, sum í roynd og veru ikki var serliga
vóru vit nummar eitt í øllum Europa, eftirsum hetta var tann allarfyrsti undandysturin til EM í ár 2000. So sum úrslitið lagaði seg, eru vit nú í staðin aftast í øllum Europa? Byrjaðu væl Svenski dómarin [...] landsliðið tapti 5-0 móti Estlandi í Tallinn. Vónirnar vóru góðar undan dystinum, og tað vóru eisini fleiri orsøkir til tað. Føroyar vunnu 2-0 á Estlandi í venjingardysti í Tartu 6. august 1997, og tað var [...] sá út til, at føroyska liðið veruliga ætlaði sær okkurt í hesum dystinum. Stutt seinni brendi tó á í føroyska endanum, tá Andres Oper fór ígjøgnum í vinstru síðu, men einki spurdist burturúr. Yvirdimensioneraða
tá bæði John Petersen og Jákup á Borg spæla væl, hava teir landsins besta álop, sum TB eisini fekk at merkja sunnudagin. Teir báðir hava nú skotið sjey mál í part í 1. deild í ár og eru ovast á málskj [...] TB-verjuna og sendi framvið Magna Hentze í málið til 6-0. Frá hesi løtuni og restina av dystinum hevði B36 málmøguleikar í hópatali, men einki spurdist burturúr, og í tveimum førum bjargaði træverkið TB frá [...] púra leysur kundi Jákup á Borg leggja heimaliðið á odda 3-0. Og fýra minuttir seinni var tað Allan Manai, sum við eini vakrari detalju, har hann lyfti upp um ein TB-leikara og smekkaði í málið, økti til
mundi lagt seg á odda beinanvegin Í fyrra hálvleiki vóru málmøguleikarnir ikki so nógvir í tali. Tó so, nakrir vóru. Tað var nær við, at gestirnir løgdu seg á odda tíðliga í dystinum. Ein bóltur bleiv spældur [...] málsamankomingini hjá Bárði Johannesen í HB-málinum. Eisini hevði Andrew av Fløtum hjá HB ein góðan skallara, sum Magnus Poulsen bjargaði í stórum stíli. Ein hending var í fyrra hálvleiki, sum átti at fingið [...] B68 og sparkar Jan ógvusligani, so at hesin fer um koll. Øði kemur í Jan, sum reisur seg og tekur í bringuna á Fróða og blakar hann niður í vøllin. Dómarin, Suni Johansen, velur at døma málspark og geva Jan
altíð verið ógvuliga áhugaðir í familju og ætt, og skjótt fáa tey, ið vilja vita nærri um ætt longur aftur í tíðina, høvi at melda seg inn í eitt felag. Um vikuskiftið var stevna í Nesvík fyri ættargranskarar [...] sum hon hevur undirvíst í í 14 ár. Hon vísti á, at tað er neyðugt at hava eftirlit við skrásetingunum, sum verða lagdar úr á internetið og harvið til almenningin. Poul Jákup Thomsen og Torkil Zachariasen [...] alment. Ein trímannanevnd varð vald til at fyrireika og kalla inn til ein stovnandi fund seinni í ár, helst í september. Tey eru Katrin Mørkøre, Randi Á . Jacobsen og Jógvan Andras Joensen. Leygardagin setti
Havn og aðrastaðni í Føroyum. Eins og alla aðraastaðni í Føroyum doyði byggivinnan at kalla út í kommununi tey ringastu kreppuárini. Í nógv ár vórðu ikki eini einastu hús bygd í Runavík. Men eisini [...] milliónir í avdráttum. Í dag búgva 2.370 fólk í kommunni. Táið fólkatalið var uppá tað lægsta fyri nøkrum árum síðani í hægstu krepputíð, var tað niðri á 2.270 fólkum. Áðrenn kreppuna búðu 2.540 fólk í Runavíkar [...] verið gott... Í Runavík eru tey av álvara farin at reisa seg aftur eftir at hava treiskast í einum dúpum aldudali í kjalarvørrinum á kreppuni, sum sparkaði beinini undan Føroyum fyrst í nítiárunum. Og
er tíggju ár í ár. Og í hesi tíggju ár hevur savnið skipa fyri ikki færri enn 14 framsýningum. 14 sera ymiskum framsýningum, sum hava viðgjørt alt frá klæðum til trúðarlív og kommunulæknan í Runavík. Tá [...] framsýningin í ár skuldi skipast valdi nevndin at gera eina øðrvísi framsýning enn hii árini, men tó við innihaldi frá júst framsýningunum seinastu tíggju árini. Maria Jacobsen er formaður í Forna og arbeiðir [...] kirkju, sum fylti 70 ár. ? Tilfar frá øllum hesum framsýningum verður við á framsýningini í ár, sigur Maria Jacobsen. Í nevndini fyri bygdasavnið Forna sita seks fólk. Maria Jacobsen er formaður og Karin Kastalag
betra um skránna. Í fjør varð farið illa við toftafólki, men eg vóni, at tey tora at koma inn í ár kortini. Skemtið og alt á skránni verður nógv meir vinarligt í ár. Í fjør vóru eini 250 - 300 fólk við til [...] hugnaløtu í Ítróttarhøllini í Runavík. Á hugnaløtuni verður nakað av felagssangi, men tað vera eisini fleiri framførðslur. Ein oktett við manning úr Runavík fer at syngja. Tveir av limunum í Enek, Kári [...] og eisini fara onkrir lokalir solistar at syngja. Skemtarin í ár er funnin í Klaksvík. Tað er Finn Johannesen. Eisini fer Ellimia Gregersen í Syðrugøtu at siga frá, hvussu tað var at búgva á Heiðunum sum
verið verandi í nevndini og ikki tikið meg burturúr, bæði tí eg havi nakrar visjónir fyri felagið, og tí her eru nógv onnur góð og arbeiðssom fólk í nevndini, sigur formaðurin í NSÍ, Jákup Mortensen. Hetta [...] er fjórða árið, hann stendur á odda fyri ítrótarfelagnum í triðstørstu kommununi í landinum. ? Nevndin hevur virkað ser væl. Samstundis hava vit í nevndini ikki loyst allar uppgávurnar, men vit hava býtt [...] væl, men í 1. deild hevur tað ikki gingið so væl. Vit hava verið eitt ?elevatorlið?, men tað er ikki nóg gott. ? Okkara mál hevur altíð verið - eisini í bestu deildini - at havt lokalar spælarar. Í ár hava
politikarar enntá kallað hana eina kanón-avtalu. Tað heldur í hvussu so er Jákup Lamhauge, formaður í Býarfelag Føroya. Býarfelagið hevur í langa tíð arbeitt við einum uppskoti um, hvussu trupulleikin [...] er væl kent, at tær ringast staddu kommunurnar í Føroyum eru m.a. Tvøroyrar og Vágs kommuna, kommunurnar í Sandoynni, Oyndafjørður og Skáli. Formaðurin í Býarfelagnum sigur, at talan er um einar 115 milliónir [...] ætlanirnar seta ómetaliga stór krøv til politisku umsitingina. 115 milliónir í klemmu Tilsamans er kommunuskuldin umleið 1, 5 milliard. Jákup Lamhauge sigur, at hendan skuldin er ov høg til, at kommunurnar klára