er, at pensjónin minkar, tí hon fær løn fyri tað góða arbeiðið sum hon ger. Hetta er ikki rímiligt. Her halda vit í Sambandsflokkinum, at lønin eigur at verða skattað, men pensjónin eigur ikki at verða [...] mín í morgun. Hon greiddi mær frá, at maður hennara var blivin óhjálpin fyri fleiri árum síðani, men av tí at hon hevði arbeitt við sjúkum fólkum, kundi maðurin búgva heima, og neyðugt var ikki at fáa [...] fáa fólk uttanífrá at taka sær av honum. Hon kláraði alt sjálv. Fyri hetta fekk hon eina samsýning, sum hon rindaði skatt av. Men umframt tað bleiv samsýningin eisini mótrokna í fólkapensjónini, og tí var
gerandisdag, ið ikki er merktur av, at trupult er at fáa endarnar at røkka saman. Ung og gomul skulu hava virðiligar umstøður. Mentanarpolitikkur haldi eg eigur at raðfestast frammaliga, og er hetta nakað, ið [...] týdning. Suðuroyartunnilin liggur sjálvsagt frammaliga í huga, og at fáa boðskapin út um, at hetta ikki er ein ræðandi ætlan, men ein neyðug ætlan. Vit hava í dag eina farleið, ið kostar nógv, og sum bara gerst [...] burturímillum. Eg havi drúgvar royndir í ymsum nevndararbeiði á hesum øki. Millum mangt annað havi eg havt sess í Mentanargrunninum. Slíkt arbeiði eigur at fáa hægri virðing. Í meira enn 30 ár havi eg verið lærari
dynamikkin og varðveita íblásturin, stykkið krevur! UG!! Tað er einki at taka seg aftur í, at konsertin í gjárkvøldið í Varpinum var ein í heimsflokki. Áhoyrararnir nøgdir og glaðir, og sum eg skilti á lagnum [...] eftir konsertina í Varpinum í gjár Slík konsert kann bara upplivast á staðnum! Stuttligt var eisini at hoyra teir mongu tónleikararnar bedýra hølið sum ómetaliga gott at spæla og framføra í. – Rúmið ber tónleikin [...] Catherine Larsen-Maguire , almikið at gera og dugdi hegnisliga væl at føra dirigentstokkin. Hon dugdi væl at eggja, samlaði træðrirnar væl, men ikki minni dugdi hon at skapa tann alt umráðandi dynamikkin
Frágreiðingin vísur at børnini stúra fyri harðskapi og síggja ikki stuðul frá teimum vaksnu. Í frágreiðingini sæst, at stúranin endurspeglar manglandi átøk frá teimum vaksnu, ið eiga at vera teirra trygdarnet [...] Tá eitt barn ikki trívist í fólkaskúlanum, eigur skipanin at lofta trupulleikanum. Hví er tað so ein afturvendandi trupulleiki, at barnafamiljur stríðast við skúlaskipanina vit hava? Tað eru afturvendandi [...] einari diagnosu ella einum rørslutarni. Nógvar familjur kenna seg noyddar at flyta børnini í annan skúla, og í øðrum førum eisini at flyta bústaðin, tí kapasitetur ella røttu tilboðini mangla. Men hvat hendur
møguleikar at verja. Nú er tað upp til landsstýrisfólkið við náttúrumálum at lýsa tær kunngerðirnar, sum skulu seta verjuna í verk. Tí er tað altavgerandi, at fólk, sum raðfesta náttúruvernd, koma at ráða fyri [...] Náttúran í Føroyum er viðbrekin og serstøk. Tí skal hon verjast. Í farna valskeiði fingu vit loksins samtykt náttúruverndarlógina. Hetta var fyrsta stig. Nú skal náttúruverndin fremjast í verki. Við lógini [...] minkar, vikna vistskipanirnar. Tí er náttúruvernd ikki bara ein spurningur um einstøk øki, men um at tryggja grundarlagið undir lívinum í Føroyum. Minst til náttúruna 26. mars! Hervør Pálsdóttir, Valevni
aftur – at eggja næmingum, sum velja at fara í 10. flokk, heldur at fara á arbeiðsmarknaðin eftir 9. flokk. Latið okkum heldur styrkja 10. skúlaár soleiðis, at vit gera størri og færri eindir, so at vit sostatt [...] Virðini eru ikki nóg væl býtt í Føroyum. Hetta gongur út yvir fleiri grundleggjandi vælferðartænastur. Vit eru eitt nú alt ov pírin við at gera íløgur í fólkaskúlan. Her mugu vit arbeiða nógv skjótari [...] førleikunum at skapa sær eydnuna. Tí mugu fyritreytirnar fyri, at lærarin hepnast, vera tær bestu. Eftirútbúgvingar skulu raðfestast hægri. Okkurt hevur verið frammi í valstríðnum um – nú málið um at hækka
Soleiðis ráða vit ikki í egnum landi, lívi og egnum viðurskiftum. Hetta gerst serliga sjónligt í støðum, har okkara Merkið ikki sleppur at veittra frítt millum heimsins fløgg. Hví er neyðugt at gerast eitt [...] forðanini, at vit ikki eru sjálvstøðugt land. Vit hava t.d. roynt at fáa limaskap í EFTA, men tað hevur ikki eydnast. Vit síggja eisini, hvussu nógv ár og hvussu stórt arbeiði vit skuldu leggja í bara at fáa [...] statin. Tí er tað ein verja í sjálvum sær at vera sjálvstøðugt land. Og sjálvsagt altíð í samstarvi við onnur lond. Samstarv er ein treyt í heiminum. Tað snýr seg ikki um at vera sjálvstøðugt land og síðan
áhugamálum. - Hetta verður ein rødd, sum fer at virka fyri at betra um trygdina hjá føroyingum í gerandisdegnum í Føroyum, og røddin skal eisini viðvirka til at betra um karmarnar hjá vinnuni í Føroyum. Beinir [...] Johannesen nevndi, er, at løgreglan, sum er danskt málsøki, má styrkjast, tí hetta er týdningarmikið fyri eitt nú at basa veksandi rúsevnunum í Føroyum. - Hetta er eisini neyðugt til tess at fyribyrgja kynsligum [...] okkum, samtykkjast í Fólkatinginum. Formaðurin segði, at eitt fólkafloksumboð fer at arbeiða fyri, at ynsktar broytingar verða framdar í Fólkatinginum. - Tað er av stórum týdningi, at umboð Fólkafloksins
prosent seinast, hann fær 17 prosent hesaferð. Tað merkir, at flokkurin fer úr 9 niður í 6 tingsessir. Sjálvstýri kemur heldur ikki inn um tinggátt í hesi kanningini. Tjóðveldi hevur eisini afturgongd, flokkurin [...] komandi. Tað eru 9,9 prosentstig fleiri enn á valinum í 2022. Tað gevur flokkinum, sum hevur 6 tingfólk, 10 tingfólk í nýggja løgtinginum, um hetta verður úrslitið. Sambandsflokkurin fær 21,9 prosent, sum [...] prosentstig, sum ikki broytir nakað, men tryggjar flokkinum sama tingfólkatal, 7 tingfólk. Javnaðarflokkurin er líka stórur tapari, sum Fólkaflokkurin er vinnari, tí flokkurin stendur til at missa 9,6 prosentstig
hóast Búskaparráðið og Johnny í Grótinum vísa á, at prísvøksturin seinastu árini er vunnin aftur, er hetta ikki í tráð við veruligu støðuna hjá verkafólki flest. Feløgini í Verkafólk undrast stórliga á [...] útsagnirnar hjá formanninum í búskaparráðnum um, at keypiorkan er vunnin aftur, tí hetta er lang frá livda veruleikanum hjá Verkafólki. “Veruleikin hjá nógvum okkara limum er, at prísurin fyri bústaðin og [...] og mat er somikið nógv hækkaður seinastu 5 árini, at vit hava tørv á einum uppaftur størri lønarlyfti enn seinast fyri at halda stand. Vit síggja, at hjá teimum, sum hava egin hús, eru prísirnir og rentan