Minnilutin í býráðnum, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, taka ikki undir við ætlanini, tí tey halda, at pengarnir skulu heldur brúkast til at seta fleiri starvsfólk á dagstovnunum. Sambært Tróndi Sigurðsson [...] Lati heldur børnini fáa pengarnar Og nú er greitt, at heldur ikki starvsfólkini á dagstovnunum taka undir við ætlanini. Tey hava savnað inn undirskriftir ímóti ætlanini og tær skulu nú handast býráðnum. Edda [...] skal heldur bera so í bandi, at leiðarin er leiðari burtur av, og at játtanin til leiðaran verður hildin uttan fyri játtanina til starvsfólk á stovnunum. – Fær leiðarin leiðslurætt fulla tíð, er ikki tørvur
eru nógv mentar seinastu árini, og eisini eru møguleikarnir at fremja flogvinnu til og frá Føroyum, og møguleikarnir at ferðast til og úr Føroyum eru nógv mentir. Føroysk og útlendsk ferðafólk kunnu nú flúgva [...] góð starvsfólk, sum kunnu vegleiða ferðafólk, tíðindafólk og ferðavinnusmiðir. Vøksurin setur síni krøv til umstøðurnar við flogvøllin, og Vága Floghavn er tí í holt við at útbyggja parkeringsøkið við umleið [...] fleiri flogfeløg og flogtypur royna seg á flogvøllinum fer at halda áfram. Lufthansa, Wizzair og onnur feløg royndu flogvøllin fyri fyrstu ferð í 2016. Arbeiðið við at tekkjast flogfeløgum og arbeiðið fyri
eru serliga starvsfólk, sum liggja – og hava ligið – við koronu, men nøkur børn eru eisini rakt. Síðani tollaksmessudag hava yvir 25 prosent av starvsfólkunum á dagstovnunum verið smittað og eyðvitað er [...] út til, at fólk verða serliga sjúk, men hetta slagið av koronu smittar rættiliga illa og tí eru so nógv fólk sjúk, og í sóttarhaldi, at tað hevur avleiðingar fyri dagstovnarnar. Í summum førum er neyðugt [...] førum verða stovur ella stovnar stongdir í eitt ávíst dagatal. Klaksvíkar Býráð sigur, at foreldur og avvarandi fáa boð beinleiðs frá avvarandi stovni um, hvussu hetta ávirkar ella stovnin, har barn teirra
vakmyndatól upp. Orsøkin skal vera saklig, sum tað eitur. Og ein saklig orsøk kann vera at forða fyri stuldri og herverki, ella ágangi á starvsfólk. - Vakmyndatól kunnu ikki brúkast til at halda eyguni við [...] líka stórum, elektroniskum eftirlitið sum fólk í øðrum londum. - Í Danmark og aðrastaðni standa vakmyndatól úti á alfaravegi og halda eyga við fólki, men tað hava vit ikki í Føroyum enn. - Í Danmark er [...] hann, at hetta er nakað, sum hevur vundið rættiliga nógv upp á seg og hann heldur, at tað eru fáir handlar, kioskir, bensinstøðir, stovnar og virki, sum ikki hava vakmyndatól. Ymsar orsøkir Orsøkin til, at
børn og eini 70 starvsfólk og sostatt eru tað stívliga 800 fólk, sum hava sína dagligu gongd á skúlanu. Men skúlin hevur verið hart rakt av koronu og í dag eru tað eini 114 skúlabørn og starvsfólk, sum [...] hava koronu og tað ávirkar skúlagongdina nógv. Vagn Foldbo, skúlastjóri sigur, at allir teir eldru flokkarnir eru sendir til hús, har teir fáa fjarundirvísing í so stóran mun, sum tilber - og har lærarin [...] men teir flokkarnir eru rættiliga fámentir, tí nógv børnini eru heima. Trýst á pílin undir myndini og hoyr skúlastjóran greiða frá
nevndum, ið kunnu bjóða dagligu leiðsluni av og hjálpa henni við at orða nýggjar strategiskar ætlanir, ið tryggja vøkstur. Nevndirnar arbeiða meira málrættað, og tað gevur úrslit, sigur Kent Hedegaard [...] millum roynd vinnulívsfólk, ið hava vunnið sær eina servitan og koma úr leiðandi størvum. Teir síggja fyritøkurnar við “nýggjum brillum” og síggja nýggjar møguleikar. Samstundis kunnu yrkisnevndir í [...] geva góðan íblástur og samstundis hava eftirlit við fyritøkuni. Eigarastjórin kann lættliga taka skjótar avgerðir, uttan serliga umhugsan, meðan ein virkin nevnd altíð skal umhugsa og grundgeva fyri sínum
skarðað framúr í Føroyum. Teir hava ríkað samfelagið, eins og tit nú vísa á, at yogalærarin hevur gjørt. Bæði eg sjálvur, míni starvsfólk - eins og aðrir myndugleikar – vilja fegin hjálpa fólki at fáa teirra [...] eina korrupta skipan. Politiska valdið skal gera lógirnar og reglurnar. Og so er tað umsitingin, sum skal syrgja fyri, at tær verða hildnar. Og tað má vera skott millum hesi bæði. Annars hava vit ikki rule [...] siga við tann næsta, at lógin má haldast? Og hvat siga vit so við tann triðja? Og tann 100'anda? Antin halda vit okkum til lógirnar altíð - ella ongantíð. Og gera vit tað ikki í dag, flýtur alt økið í
ein roynd, og arbeitt verður nú við eini meting og ætlan, um tørvur er á slíkum ferðsluforðingum á øðrum støðum í býnum. Eitt øki við rættiliga nógvari ferðslu - og hartil øktari ferðslu og sum kann verða [...] dagstovnur liggur. Nógv ferðsla er til og frá hesum dagstovni, og tí eru hesar ferðsluforðingarnar settar upp á hesum vegastrekkinum. - Hetta er ein roynd at bøta um og tálma ferðsluna á hesum vegnum í fyrsta [...] sonevndu vegbungunum. Men fólk eru rættiliga ójøvn á máli um hesar bungurnar, og summi helst uppaftur meiri irriteraði. Og tí roynir ferðslunevndin í Klaksvík nú at ganga aðrar leiðir. Fyri nøkrum vikum
har atlit verður tikið til umhvørvið og góða útsýnið. Dentur verður lagdur á, at byggingin tekur seg væl út, er dygdargóð og fellur væl inn í grannalag og landslag. Kommunan tilskilar sær rætt [...] verður mett hóska best til tørvin og ætlanina fyri økið, sigur kommunan í lýsingini, sum sæst í Sosialinum hetta vikuskiftið. Tað eru Sókn Advokatar, sum standa fyri søluni, og fyrispurningar kunnu setast teimum [...] uppskoti um, hvussu íbúðarbyggingin verður skipað og nær bygging kann verða framd, stendur í lýsingini í Sosialinum. Prísurin er 250 krónur fyri fermeturin, og tað eru slakar 1,4 milliónir krónur fyri bæði
støðan var fyri nøkrum árum síðani. Eins og í restini av landinum, so ynskja ungir suðuroyingar at nema sær eina útbúgving, og tá liggur leiðin aloftast av oynni og møguliga av landinum eisini. - Fyri ung [...] úr øllum landinum og uttanlands við. Skúlarnir hava eisini skapt fleiri størv til útbúgvin fólk og hava lærararnir mest sum allir búsett seg í Suðuroy, bæði teir á Heilsuskúlanum og teir á Ítróttarháskúlanum [...] miðstaðarøkinum, og heilir árgangir verða á hendan hátt “burturi” í Suðuroynni, skriva kommunurnar. Tí ynskja kommunurnar millum annað, at fleiri útbúgvingarmøguleikar koma í oynna, og vísa tey til ta jaligu