hoyvíkingurin mátti av vøllinum og ikki slapp at spæla meir. Talan var um eitt spennandi oddabrak, har áskoðararnir fingu ein javnan og spennandi dyst. Eftir 17 minuttir var 7-7 og ongin munur á liðunum. Fram [...] fekk seinasta orðið og endurvann oddasessin, ið hoyvíkingar hava havt so at siga alt kappingarárið. VÍF megnaði ongantíð at leggja seg á odda, og ístaðin fór H71 avstað við sigrinum og vann 29-27. Eftir [...] hoyvíkingar gjørdu eitt hál og fóru til hálvleiks við støðuni 15-11. Í seinna hálvleiki komu vestmenningar tó sterkt afturíaftur. Stigvíst bleiv leiðslan hjá H71 etin upp, og hetta úrslitaði í, at VÍF javnaði
part av 20. øld eru nú komin upp í árini. Nú kommunan í farna valskeiði yvirtók eldraøkið, er tað okkara ábyrgd, at tryggja eina virðiliga og góða ellistíð fyri tey, ið undan gingu. Heimatænasta og eldrarøkt [...] menniskja, og tað skal sjálvandi broytast. Málið má vera at vit við hægri játtan og betri raðfestingum, veruliga kunna gera mun fyri okkara eldru. Bara á hendan hátt vísa vit starvsfólkum, brúkarum og avvarandi [...] ráð, hetta eru serfrøðingarnir og teirra ráðgeving er avgerandi fyri, at peningurin veruliga ger mun. Tað er ofta alt óv langt frá hægsta leiðara á Vaglinum til starvsfólk og brúkarar. Einans við at lurta
Hann hevur síðan ódnina verið runt og skoða tær flestu viðarlundirnar. Í viðarlundunum í Leirvík, í Hvalvík, á Selatrað, í Kunoy og í Grøv í Klaksvík fóru bara nøkur trø, og hann hevur frætt, at viðarlundin [...] Gundadali, lundin við studentaskúlan í Hoydølum og tann á Debesartrøð fóru rættiliga illa. Men harðastu hvirlurnar vóru í Suðuroynni, har hús fingu stóran skaða, og seyðhús fóru í spønir. Viðarlundin við sjúkrahúsið [...] Suðuroynn nú. Taðå krevur eisini eina eyka játtan bæði til arbeiðsorku og tól, sigur Tróndur Leivsson. Viðarlundirnar í Gundadali í Havn og tann við studentaskúlan í Hoydølum fóru so illa, at beint eftir ódnina
veitti 3G-tænastur frá 2008, og henda tænasta hevur nú tikið seg veruliga fram. Felagið dekkar Tórshavn, Skálafjørðin, Klaksvík og meginpartin av Vágum – íroknað flogvøllin - og í 2010 verða framhaldandi [...] í 2009, helst tí búskaparstøðan í Føroyum og uttanlands var ivasom. Útreiðslurnar hjá Vodafone minkaðu ikki eins skjótt, sum nýtslan hjá kundunum minkaði, og tað merkir roknskapin fyri árið. Rakstrarískoytið [...] gjørdi íløgur fyri 3,6 mió.kr. í 2009 og hevur niðurgoldið 4,5 mió.kr. í langfreistari skuld. Eginognin var 24,2 mió.kr. við árslok 2009. - Vit eru ikki nøgd við úrslitið og ætla okkum eitt frægari úrslit í
ymiskt, at ein og hvør kann vera við. Eisini er hugsað um hugnan at vera saman, tí hvørt kvøld steðga tey á og og njóta ein drekkamunn, meðan prátið gongur. Skrá er gjørd fyri veturin, og hon er at síggja [...] Nógvir ymiskir skiparar eru, og tí hevur dansurin ógvuliga ymiskt lag tey ymsu kvøldini. Og tað ger dansin bæði livandi og spennandi. - Eitt av okkara málum er at hjúkla um tað, sum hevur verið livandi [...] allari oynni og aðrastaðni við. Tað eru umleið 160 limir, harav einir 70 limir eru aktivir hvønn vetur. Ógvuliga fjølbroytt er, hvat verður havt á gólvi, kent sum minni kent: kvæðir, vísur og tættir. Nógvir
r Gunnar Vatnhamar og Sølvi Vatnhamar og so liðformaðurin Atli Gregersen. Tíggju av teimum, sum vóru á vøllinum fyri einum ári síðani, tá ið Víkingur tapti steypafinaluna 2-0 ímóti HB, vera eisini við [...] vann seg í finaluna, og finalan í 2018 fer altíð at standa í B36 søguni sum ein av mest dramatisku dystunum nakrantíð hjá flaggskipinum. Tá endaði tað 2-2 ímóti HB eftir longda leiktíð og brotssparkskapping [...] august í 2018. Teir eru Andrias H. Eriksen, Alex Mellemgaard, Bjarni Petersen og Benjamin Heinesen. Ragnar Samuelsen og Hannes Agnarsson vóru á beinkinum alla tíðina. Síðani felagið varð stovnað í 2008
brúka olju og benzin, og leggja um til varandi orkukeldur....sum Veðurlagsálitið sigur frá. Just her er ein gyltur møguleiki at vit framleiða okkara egna brennievni og orkubera, ið er vetni, og spara hundratals [...] brúkast til at tryggja framtíð og eftirkomarum eina haldbara og trygga tilveru? Næsti Smyril kan uttan trupulleikar skipast við brennikyknum ella kompressiónsmotorum, og við vetni sum brennievni. Tøkniliga [...] skipaflotin, og allar okkara ferjur, kunna leggjast um til vetni sum orkubera. Eitt 700 tons línuskip brúkar umleið 80 tons av olju á 3 vikur fiskitúr. Við brennievninum vetni skulu brúkast góð 20 til 30 tons
um og komu okkara til góðar málmøguleikar í flestu álopunum. Liðið vísti breidd og fingu mál av øllum plássum. Serbiska liðið var gott og leikti eisini við høgari leikferð. Tær vóru kropssterkar og var [...] hálvleiki og vóru ongantíð meira enn tvey mál á muni, Serbia hevði tó munin og fóru liðini til hálvleiks við støðuni 14-12 til Serbia. Føroyska liðið legði fyri sum eitt óløgi í seinna hálvleiki og hevði innan [...] eyðsýnd og stýrdi hon spælinum væl og hevði fleiri góð langskot, sum góvu mál. Hon var eisini kosin til dagsins leikara í dystinum. Dystargongdin: Føroyar – Serbia 5 min. 2-3 10 min. 5-4 15 min. 6-7 20 min
skuldi vera og hvussu arbeiðið skuldi fíggjast. Frá 1. jan. 2006 kom málsøkið javnstøðumál undir vinnumál, og var tað landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Bjarni Djurholm, sum setti forkvinnuna og nevndarumboðini [...] tingini í Føroyum, Grønlandi og Íslandi, um at seta eina nevnd at arbeiða fyri øktari kvinnuluttøku í politikki. Tí kom henda tilráðingin í løgtingið sum uppskot til samtyktar, og varð samtykt 18. nov. 1999 [...] týdningin av javnstøðu í politikki á breddan í almenna tjakinum og í politiska lívinum. I heyst fer Demokratia eisini at koma við síni frágreiðing og tilmælum til landsstýrismannin um neyðug átøk fyri fremja málið:
seg á odda beinanvegin og helt leiðsluna heilt á mál. Nummar tvey og trý gjørdust ávikavist Brindis Weihe og Inga Hansen. Guttorm og Rigmor á odda Kappingin var samstundis triðja og næstseinasta umfar av [...] Runavíkini, út gjøgnum Saltnes og á mál á Tofta kei. Hjá monnunum løgdu Sølvi R. Hansen og Guttorm Sørensen harðast út, meðan Cecil Weihe legði seg á triðja plássið. Guttorm og Sølvi fylgdust, til okkurt um [...] regni og vindi. Men hetta veðurlagið er vorðin ein náttúrligur partur av kappingini Runt Agnið. Byrjað varð við skúlan á Toftum. Runnið varð úteftir gjøgnum Tofta bygd, niðan Heygarnar, út á Nes og niðan