Felags fyri tær sjey kommunurnar í Suðuroy er, at tær higartil í ár hava vunnið hægri skattainntøkur, enn tær vunnu sjey teir fyrstu mánaðirnar í fjør. Tilsaman er fyribils kommunuskatturin í Suðuroy umleið 3.5 milliónir hægri í tíðarskeiðnum januar-juli í 2014 enn í 2013.
Størsti vøksturin bæði lutfalsliga og í krónum er í Hvalba. Har er skattainntøkan higartil í ár 1.292.132 krónur hægri enn fyrstu sjey mánaðirnar í fjør. Tað svarar til ein vøkstur upp á 13,59 prosent. Í juli var vøksturin 10,65 prosent.
Á Tvøroyri er skattainntøkan higartil í ár 1.261.699 krónur hægri enn fyrstu sjey mánaðirnar í fjør. Tað svarar til ein vøkstur upp á 4,25 prosent. Í juli var skattainntøkan á Tvøroyri 5,75 prosent lægri enn sama mánað í fjør. Ivaleyst man ein partur av frágreiðingini vera, at tað í juli í fjør var meiri arbeiðið av makrelinum, enn tað var í ár.
Í Fámjin var lutfalsliga framgondin fyrstu sjey mánaðirnar 10,86 prosent ella 160.793 krónur. Í juli var inntøkan umleið tann sama, sum hon var í juli í fjør ella ein framgongd upp á 0,98 prosent.
Higartil í ár hevur Vágs kommuna vunnið 478.487 krónur fleiri í kommunuskatti enn sama tíðarskeið í fjør. Tað svarar til 2,35 prosent í meirinntøku. Í juli var meirinntøkan 5,87 prosent.
Í Hovs kommunu er framgongdin higartil í ár 6,21 prosent ella 110.878 krónur. Í juli var framgongdin heili 37,23 prosent!
Í Porkeris kommunu er framgongdin higartil í ár 2,32 prosent ella 105.975 krónur. Í juli var framgongdin í Porkeri 9,97 prosent.
Í Sumbiar kommunu var framgongdin fyrstu sjey mánaðirnar 2,20 prosent ella 107.679 krónur. Í juli runnu tað færri skattakrónur í kommunukassan í Sumba enn í juli í fjør. Minniinntøkan var 9,09 prosent ella 77.278 krónur.