fleiri milliardir, eigur peningur eisini at verið brúktur at tryggja náttúruna. Tilgongdin sigur okkum eisini, at eingin árinsmeting er gjørd. Slíkar eru vanligar at gera, áðrenn størri arbeiði skulu gerast [...] staðfestir, at Suðuroyartunnilin skal ganga úr Djúpadali... Løgið og óskiljandi, at eitt samfelt politiskt vald í Føroyum ger eina semju um at staðseta størstu verkætlan nakrantíð uttan at árinsmetinginar [...] verður slept. Um ikki, er eitt at gera hjá Sands kommunu, og tað er at sannføra landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum um brúka grein 27 í Náttúruverndarlógini, sum sigur, at “Til at forða fyri skaða á verndarvirðir
ongan áhuga. Uppgávan var at fáa fatur á tíðindinum, sum høvdu áhuga um alt landið og at vera snarur í vendingini. Tað ráddi um at vera fyrstur, og tað var somuleiðis eitt krav at endurgeva keldur til øll [...] og hann minnist, at hetta kundu verða harðar løtur. ? Ja, tað skuldi lesast rætt. Sjusk bleiv ikki góðtikið. Nær visti tú so, at tú vildi vera journalistur? ? Eg veit ikki. Tað plagdi at liggja nokk so væl [...] snúði seg um at vera álítandi, samstundis sum kravið um at arbeiða skjótt var serstakliga viðkomandi á lítla, ikki serliga væl mannaða stovninum á Bryggjubakka. Kultursjokk Jógvan viðgongur, at skiftið til
Kakao skal vera brennandi heitt. Tað skal vera mjúkt í konsistensinum og smakka nógv av sjokolátu – gjarna so nógv, at neyðugt er við einum glasi av køldum vatni afturvið. Útgangsstøðið skal vera ein góð [...] sum til ber, enn at bjóða dygd fyri pengarnar. Løgið at hugsa sær, tí fleiri teirra gera nógv burtur úr at bjóða gott kaffi. Tó so - í trimum av átta støðum fingu vit kensluna av, at dygdin er í hásæti [...] í ymsu caféunum er sera ymisk. Nøkur støð duga at hjúkla um hendan Gudadrykkin, sum kann vera so fantastiska góður. Aðrastaðni kennist tað meira sum, at caféeigararnir spekulera meira í, hvussu teir kunnu
stóðu eini heldur stór hús, sum langt síðan eru tikin niður. Tað er umleið har, sum parkeringsplássið oman fyri Landsbankan er. Hans Jakku Andreasen búði har, áðrenn hann flutti út á Argir. Har, sum Sjóv [...] eisini har hesa tíðina. Niðri í Tinganesi var pensjonat, sum ein frøkun Larsen hevði. Hon mundi vera systir konu Bjarnadal. Telefonverksstjórin Olaus Jacobsen búði eisini í Tinganesi tá. Í Egholmshúsi [...] Signabø, sum æt Jóhan og hevði matvøruhandil. Í erva vóru íbúðir, har mong ymisk hava búð. Eg minnist, at Hanna og Kristian Didriksen búðu har, fyrsta tey giftust, og Breiðdal, íslendski myndatakarin, búði
ofta varð farið oman á kajuna at fiska ella at vitja umborð á skipunum, sum lógu inni fyri veður. Hetta vóru serliga enskir ella norskir bátar í 60´unum og mitt í 70´unum. Man kann siga, at okur vóru fríir [...] mundu hava tað. Hann troystaði heldur hini og fekk okum øll at skilja, at tá ið man hevði gjørt tað man kundi, so var ikki meira at gera enn at góðtaka støðuna, sum hon var og hyggja frameftir, og fáa so [...] hann bleiv sagdur at vera frískur og hann aftur kundi fara út at sigla. Henda gleðin vardi tó bara eina stutta tíð, tí sjúkan kom aftur og Virgar og Systi fóru aftur til Danmarkar at kempa víðari. Tá ið
førum, at børnini eru ein orsøk til, at fólk leggja eyka orku í at fáa hjúnarbandið at virka. Eisini vindur tað meiri og meiri upp á seg, at fólk liva sítt lív saman uttan giftarmál og úrslitið er, at tað [...] Hansen um hetta teirra fyrsta brúdleyp. - Ja, har var einki at gera, leggur Heinina aftrat, tað var jú stór skomm at føða barn uttan at vera gift, so tað máttu vit fáa frá hondini fyrst. Tríggjar vikur [...] gleddu vit okkum til at vera saman, í dag eru tey ungu saman alla tíðina, sigur Heinina. Seinast í 40-árunum vóru viðurskiftini soleiðis, at ungar gentur av bygd fóru til havnar at tæna sum húshjálp, meðan
heiðursmarsj krúnprinsins, meðan skipið leggur at. Tá ið krúnprinshúskið fer í land, verður Kong Christian spældur. Kl. 09.05 Kongsskipið Dannebrog leggur at á Bursatanga . Kl. 09.20 Krúnprinshúskið fer [...] har krúnprinshúskið fær høvi at skriva navnið á bróstið (Wall of Fame) og í gestabókina. Vitjað verður í kirkjuni, har kingokórið í Tjørnuvík syngur. Aftaná verður ymist at taka sær til, m.a verða epli [...] epli tikin upp, og farið verður oman á sandin. Verður veðrið til vildar, fara fólk at aka á brimfjøl á víkini. Krúnprinshúskið Kl.16.00 Fráferð við tyrlu úr Tjørnuvík til Havnar. Kristina Háfoss, landsstýriskvinnu
Karl Anton og eg skiftust um at draga. Meðan eg dragi, nú verður so ógvuliga tungt uppiá. Tá letur í pápa, at har ruggar ikki alt rætt, tað man vera ein mina. Vit vistu, at minur vóru har. Einar 10 favnar [...] Heima gingu menn út og inn. Tað var lítið væntandi, at vit komu aftur. Kona mín tordi ikki at vera inni, sum tað leikaði í. Tað var so nógvur húsavindur, at tað stóð við húsbrot. Hon tók sær eini løgir eystur [...] ikki í grøvina við honum. Abbi ætlaði at fara at læra til bátasmið, men helt seg ikki kunna fara frá húsinum. Hermann Mørkøre, yngri beiggi hansara, fór seinni at læra til bátasmið. Hann smíðaði 4 bátar
tykist at kalla reinsað fyri tað berømta speisemi, ið vit av røttum og eitt sindur av órøttum sambinda við høvundin. Kanska er tað lættari at flenna enn at lata vera, og kanska er tað av hesi orsøk, at vit [...] hár yrkjarans, skulu vit vera varin við at seta líkheitstekin millum høvund og yrkjara-eg, tí multikunstnarin Tóroddur Poulsen er verri enn nøkur grýla at fjala ella á annan hátt at pallseta seg. Hetta sóu [...] yrkingum er meira samansett og torgreitt. Heldur enn at vera fráboðandi, er málið í yrkingunum suggestivt og krevur av lesaranum, at hann er við uppá at lata seg hugtøla. Onkrastaðni fremur yrkjarin eina
reiður mítt og helt varmanum - -.” Kann vera, at tað ikki er neyðugt at liva, tað er nú eitt, men vit vita at tað er neyðugt at sigla, og uppaftur meiri týðandi er tað at rógva. Sum Cæsar tók til hina ferðina [...] kann nevnast, at hann dittaði sær at biðja um innlit í Louis Zachariasen-sakina. Svar fekk hann onki, men árið eftir fekk hann harraboðini um, at: ”….blive fritaget for sine pligter til at spille paa O [...] fátt: ”Tað er neyðugt at rógva, ikki at liva.” Orðini duttu av munni hansara, eftir at hann var lopin úr lyftingi niður á bekkin, har hann tók árina av einum teirra, og settist at rógva sjálvur. Væl er