Kakao skal vera brennandi heitt. Tað skal vera mjúkt í konsistensinum og smakka nógv av sjokolátu – gjarna so nógv, at neyðugt er við einum glasi av køldum vatni afturvið.
Útgangsstøðið skal vera ein góð sjokoláta, kókað upp við mjólk. Oman liggur ein ordans skeið av frískum, nýpískaðum róma.
VikuskiftisSosialurin hevur slurpað seg ígjøgnum kakao frá átta caféum í Havn hesa seinastu vikuna. Samanberingargrundarlagið er perfekta kakaið frá La Glace í Skoubogade í Keypmannahavn: Tjúkk, flótandi kvalitetssjokoláta við ”lots and lots” av frískum róma.
Men hví júst kakao, spyrt tú kanska? Jú, tí kakao er eitt heilt serligt slag av forkelilsi, nakað sum forelskilsi. Eisini gevur kakao eina serliga veistslukenslu, kanska tí tað onkursvegna minnir um hugnaligar føðingardagar við eingilskum postalíni og silvurskeiðum.
Og so hóskar heitt kakao sum hond í vøtt ein kaldan, hvítan ”kakaoveðursdag” við stórkava og fótakulda.
Gott kakao, ella sjokoláta, sum vit siga her í Havn, hevur eisini tann serliga eginleika, at drekkur tú meira enn ein kopp, verður tú ússalig. Hvør kennur ikki kensluna av lodnum tonnum, kaldasveitta og sukursjokki í búkinum?
Vinnarar í Vágsboti
Góðskan á kakaonum í ymsu caféunum er sera ymisk. Nøkur støð duga at hjúkla um hendan Gudadrykkin, sum kann vera so fantastiska góður. Aðrastaðni kennist tað meira sum, at caféeigararnir spekulera meira í, hvussu teir kunnu selja ein kopp av brúnligum kakaolíki við so stórum vinningi sum til ber, enn at bjóða dygd fyri pengarnar. Løgið at hugsa sær, tí fleiri teirra gera nógv burtur úr at bjóða gott kaffi.
Tó so - í trimum av átta støðum fingu vit kensluna av, at dygdin er í hásæti. Hetta var í Kaffihúsinum á Bryggjubakka, í Sirkus og í Baresso í SMS. Her nýta tey ordiliga sjokolátu og heita mjólk til kakaið. Tíverri stendur haldføri rómin ikki mát við góða kakaið, og tað er spell.
Hini støðini bjóðaðu pulvurkakao, haldført danskt Mathildekakao og haldført kakao frá MBM. Tey bæði seinnu sløgini geva eina góða mjólkakenslu, meðan kakaopulvur rørt upp í heitt mjólkarvatn er ein søt og vatndeyv uppliving.
Brávakur rómi í staðin fyri frískan føroyskan
Caféirnar bjóða trý sløg av róma: Sproytiróma, haldføran danskan róma og frískan, føroyskan róma. Føroyskan róma fingu vit tvær staðni, nevniliga hjá ”Dugni” á Vaglinum og í nýggja staðnum Kafé Kaspar í neðra á Hotel Hafnia. Onkur vil vera við, at rómin verður súrur, áðrenn hann verður brúktur og tí loysir tað seg ikki við frískum róma.
Eftirgjørdur rómi, sprændur úr einari blikkdós, smakkar av søtum, syntetiskum feitti, pumpað upp til ein kritahvítan blankan massa. Tá hann er sprayaður á kakaið, tekur hann seg væl út í ein minutt, og so bráðnar hann burtur í næstan onki. Tá kakaið er kólnað nakað, hendir tað seg, at hann skilir og leggur seg sum eitt ”yst” lag av feitti á skorpuna. Lítið delikat.
Hvørki smakkur ella útsjónd eru í familju við fríska róman við eyðkenda runda smakkinum, mjúka konsistensinum og matta rómalitinum.
Haldførur danskur rómi líkist í útsjónd frískum róma. Men hóast framleiðarin ger tað hann er mentur at doyva eyðkenda papp-smakkin við vanilju og sukri, miseydnast royndin. Hesin rómin stendur heldur ikki mát við frískan róma.
So tað telur nógv niður at brúka ”sproytiróma” og nakað niður at brúka haldføran danskan róma.
--
Lítið veiggj í
Stað: Café Natúr á Áarvegnum.
Slag: Haldfør ”Mathilde Kakaoletmælk”.
Prísur: 25 kr. fyri glasið.
Konsistensur: Tunt, men mjólkakent. Ov kalt.
Smakkur: Lítil sjokolátasmakkur og ósøtt.
Rómi: Sproytirómi, sum smeltar beinanvegin.
Tænasta: Skjót og góð.
Stemningur inni: Friðarligt og tómligt. Men heitt og hugnaligt.
Sum heild: Tunt kakao, sum ikki var nóg heitt. Ov grátt til at vera sjokoláta.
Stjørnur: 2 av 6 – mest fyri tænastu og stemning inni.
--
Avhaldskakao
Stað: Kafé Kaspar á Áarvegnum.
Slag: Kakapulvur.
Prísur: 25 kr. fyri koppin.
Konsistensur: Tunt og vatnkent. Ov kalt.
Smakkur: Lítil sjokolátasmakkur.
Rómin: Føroyskur rómi, smeltar skjótt.
Tænasta: Skjót og góð.
Stemningur inni: Friðarligt, stillur tónleikur, nakað modernað ein gráan kavadag.
Sum heild: ”Avhaldskaka” var skoðsmálið frá vinkonuni. Góðan ljósabrúnan lit.
Stjørnur: 2 av 6 – fyri tænastuna og fríska róman
--
Heitt og heimligt
Stað: Dugni á Vaglinum.
Slag: Haldfør ”Mathilde Kakaomælk”.
Prísur: 25 kr. fyri koppin. 30 kr. við bolla afturvið.
Konsistensur: Eitt sindur tjúkt, mjólkakent. Nóg heitt.
Smakkur: Góður kakaosmakkur og passaliga søtt.
Rómin: Vanliga bjóða tey føroyskan róma, men júst í dag var rómin frá MBM súrur. Tí telur tað ikki niður.
Tænasta: Skjót og góð.
Stemningur inni: Friðarligt, heimligt og luktar av góðum kaffi.
Sum heild: Frægasta ”pakkakakaið”. Gott við frískum róma. Góðan brúnan lit.
Stjørnur: 4 av 6 – fyri tænastuna, hugnan og fríska róman.
--
Tunt og søtt
Stað: Hvonn í Tórsgøtu.
Slag: Pulvurkakao.
Prísur: 32 kr.
Konsistensur: Tunt og vatnkent. Nakað kalt.
Smakkur: Hampuligur sjokolátasmakkur, søtt.
Rómin: Haldførur frá Knorr. Smeltar skjótt.
Tænasta: Skjót og góð.
Stemningur inni: Friðarligt, góður tónleikur, hugnaligt.
Sum heild: Ein miðal kakauppliving. Spell við rómanum og at kakaið er ov vatnkent. Ov dýrt.
Stjørnur: 2 av 6 – mest fyri tænastuna og hugnan. Eitt sindur fyri smákøkuna eisini.
--
Meira vanilja enn sjokoláta
Stað: Mica í N. Finsensgøtu.
Slag: Haldfør kakaoskúmamjólk frá MBM.
Prísur: 25 kr.
Konsistensur: Góð mjólkakensla.
Smakkur: Søti vanlijusmakkurin í rómanum tekur kakasmakkin.
Rómin: Sproytirómi, søtur og smeltar skjótt.
Tænasta: Skjót og góð.
Stemningur inni: Rokaligt. Gangur, tá fólk ganga eftir gólvinum. Ófriður, tá fólk koma inn av gøtuni at læna vesið.
Sum heild: Kundi verið betri, um kakaosmakkurin kom meiri til sín rætt. Tvær jólasmákøkur 1. feb.. ups.
Stjørnur: 2 av 6 – fyri tænastuna.
--
Eitt gott boð
Stað: Baresso í SMS.
Slag: Heit føroysk mjólk við einum pinni við einari sjokolátapyramidu á. Dyppa pinnin í heitu mjólkina, so sjokolátan bráðnar.
Prísur: 32 kr.
Konsistensur: Góð mjólkakensla – men kakaið skilir og verður ”grýnut”, tá tað kólnar nakað!
Smakkur: Góður sjokolátasmakkur – bæði ljósa og myrka sjokolátan.
Rómin: Haldførur rómi, sum smeltar ov skjótt. Smakkar av ”long life”.
Tænasta: Skjót og góð.
Stemningur inni: Hugnaligt og avslappað. Róligur tónleikur.
Sum heild: Lekkur sjokolátasmakkur. Betri um tað ikki bleiv grýnut. Spell við rómanum.
Stjørnur: 4 av 6 – fyri heildina.
--
Ein favorittur
Stað: Kaffihúsið undir Bryggjubakka.
Slag: Brennandi heit sjokoláta við mjólk.
Prísur: 35 kr.
Konsistensur: Mjúk mjólkakensla.
Smakkur: Sera góður, kraftigur sjokolátasmakkur.
Rómin: Haldførur danskur rómi, sum smeltar ov skjótt.
Tænasta: Skjót og góð.
Stemningur inni: Heitt og hugnaligt. Friðarligur tónleikur.
Sum heild: Næstbesti boðið í kanningini. Rómin var einasta minus.
Stjørnur: 5 av 6 – í dýrara lagi
--
Best í test
Stað: Sirkus í Vágsbotni.
Slag: Brennandi heit belgisk luksus sjokoláta.
Prísur: 30 kr.
Konsistensur: Mjúk mjólkakensla.
Smakkur: Sera góður, mjúkur og søtur sjokolátasmakkur við góðum eftirsmakki.
Rómin: Sproytirómi
Tænasta: Skjót og sera góð.
Stemningur inni: Heitt og hugnaligt. Stuttligt og orginalt.
Sum heild: Besti kakaokoppurin í býnum
Stjørnur: 6 av 6 – so góð sjokoláta, at rómin telur ikki niður
--
Góð drekkisjokoláta
Kóka mjólk og brót góða sjokolátu niðurí eftir smakki. Koyr eitt dism av salti og smøri í. Píska væl.
Til ber at eskperimentera við chili og kanel eisini.
--
Nær kókar mjólkin yvir?
Tá tú vendir ryggin til grýtuna!









