sum løgmaður kemur í tingið við. Tí far vit fyrst at bíða, og nýta tað uppskotið sum útgangsstøði, sigur Jóannes Eidesgaard. Í floksleiðsluni hjá Javnaðaflokkinum eru eini 40 fólk og er floksleiðslan [...] málið á fundinum var annars, at flokkurin nú er farin at brynja seg til løgtingsvalið, sum í seinasta lagi verður í juli næsta ár. Jóannes Eidesgaard sigur, at umboðini á fundinum viðgjørdi útkast til floksskrá [...] u, sum verður á Tvøroyri fyrst í november. Á hesi stevnu er ætlanin at samtykkja valskránna endaliga. ? Hetta er sjálvandi treytað av, at val ikki verður skrivað út nú í heyst, sigur Jóannes Eidesgaard
víða um heimin, har tær vóru endurgivnar í kendum tíðarritum og bløðum. Hetta østi tann islamiska heimin, sum vera mann, og varð handilsboykott lýst av donskum vørum í hesum londum. Danabrók varð brend alment [...] alment og dukkur, sum ímyndaðu danska forsætisráharran, vóru brendar ella hongdar í gøtunum kring um í islamiska heiminum. Eldur varð eisini settur á onkra danska sendistovu. Mangur hevur sett spurningin [...] vit vóru komin í – stóru og feitu yvirskriftirnar skuldu jú selja, so vertin á hvat var sannleiki og hvat var lygn. Sjálvandi gjørdist hetta ovboðið fyri mong her á landi. Fleiri trivu í pennin, og sendu
kátar, at ein postalínselefantur fór í smildur."Hetta boðar frá góðum fyri framtíðina", helt Jona fyri.: Hetta var annar dagurin, eftir at kvinnur fyri fyrstu ferð í søguni vóru valdar inn á Føroya Løgting [...] kkin- báðar í Suðurstreymi. Tað sum eyðkendi Jonu var, at hon dugdi at lofta løtuni og vera hittinorða. Leikaði nakað hart á millum fólk og flokkar á tingi, kundi hon biðja um orðið, fara upp á røðarapallin [...] Tað mundi vera hin 10. november 1978, at vit báðar stóðu inni í postalínshandlinum í N. Finsensgøtu og fingu eyga hvør á aðra. Vit kendust væl frammanundan, men hetta var ein serlig løta. Púra av sær sjálvum
Eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir, sigur eitt orðafelli, og í hesum føri fara vit at loyva okkum at brúka tað um Atlantic Radio. Fyri knøppum mánaðum síðani lat støðin upp og tað [...] tað við fullari ferð. Tað var tann 7. mai. Nú nakrar mánaðir seinni liggur støðin í andaleypi, í álvarsligum vanda fyri at missa sendiloyvi. Sambært Finn Jensen skyldar støðin uml. 1,4 mió. krónur og peningur [...] spurdu hann, um tað ikki var ótrúliga illa avstaðfari, at støðin skal vera komin í so svárar fíggjarligar trupulleikar eftir bara seks mánaðum. ? Jú, tað mugu vit viðganga, men hetta vísir hvussu torført
Berner brúkar myndir og eingi orð at vísa nógvar smáar søgur, sum fara fram í Meldurbýnum. Tað er nátt; fólk og djór sova friðarliga - í øllum førum summi. Onnur eru akkurát nú á veg onkrastaðni og uppliva [...] 10-12 ár. ##med5## Stjørnuslatur Sjeikurin hjá Karolinu er í ferð við at gerast størsta poppstjørnan í landinum, og hon roynir at fylgja við eftir besta førimuni. Men tað er ikki so lætt at vita, hvussu hon [...] er ein herlig og svansut søga við stuttligum myndum um svanga grísin Bob, sum fer sín fyrsta túr inn í býin at fáa sær okkurt lekkurt at eta. Joan Waag Høgnesen hevur skrivað, og Hans Jacob Østerø hevur
hvat eg vil í framtíðini. Men eg hugsi ofta, at um eg var 16 í dag, og eg fekk møguleikan at fara uttanlands í fótbólti, so hevði eg ikki ivast. Eg hevði lopið avstað, men tað er øðrvísi í dag, sigur hann [...] bert prát enn. Eg vil í veruleikanum ikki fara úr KÍ, tí eg haldi ikki, at tað er so stórur munur á teimum føroysku feløgunum, heldur Hjalgrím. Gentan hjá Hjalgrími, Birgit, arbeiðir í Havn og spurdur um [...] Hann greiðir frá, at hann hevur vant undir trimum venjarum higartil í fyrstu deild. - Eg var eitt sindur við, tá Tony Paris var her í 1999. Og so havi eg vant undir Tomislav Sivic og nú Kurt Mørkøre. Hann
sum eru í grind, tað er tað sum telir. Og meðan hetta verður skrivað liggur fyrsta kókið í pottinum. Í kvøld skal alt gloymast um heilsu og linju, í kvøld skal etast, til vit fara upp at ristast, í kvøld [...] helviti. Nú eri eg næstan ferðabúgvin, havi grýtt alt inni í bilin og mat til fleiri dagar. Skal úr túninum í Ovarugøtu 1 Inni á Gøtu í Hoyvík og í grind í Funningsfirði, ein grind, sum allarhelst hevur langt [...] So verður tað helt í Funningsfirði, hon verður hildin til, ella fer hon longur suður. Tað er eystfall nú. Sóknarongulin er komin upp í dupultsongina í hjúnarrúminum. Hann liggur í eini reinari bláari
Amberg, sum er í Føroyum í 1878 og ger tekning og kostnaðarætlan til kirkjuna á Eiði, hevur havt ávísa ávirkan á kirkjubyggiarbeiði í Føroyum tá á døgum. Umframt at vera byggimeistari í Havn, røkti Petur [...] arbeiðið. Í 1986 var klædningurin í torninum skiftur frá skifur til timbur og arbeiðið gjørdi Einar Danielsen í Kálgarði. Søga skriva í dag Men 2003 verður av sonnum eisini merkisár í kirkjusøguni í Sumba [...] Sumba. Í mong ár hevur meira og minni ferð verið á ætlanini um at fáa kirkjuna í Sumba aftur í hampuligan stand, tí krikjan var als ikki í góðum standi. Góðar hendur hava tikið tøk og síðst í áttatiárunum fingu
dýrabæru minuttirnir, ið tey hava fingið í heimahjálp, undanfarna mánaðin, eru brúktir. Eri vís í, at tey eldru heldur ynskja sær meira tíð til tænastuna enn at síggja, í smálutum, hvat ið tey hava fingið av [...] við kreativitetinum og innovatiónini tá ið fokus skal leggjast á at uppfylla málini í sáttmálanum, er tá nøkur tíð eftir til nýhugsan. Ein annar viðkomandi spurningur er, um sáttmálar viðvíkjandi mál og [...] til nakað, ella liggur hon bert og samlar støv í onkrari skuffu. Amboð ið hoyra kapitalismuni og ídnaðarsamfelagnum til Hesi stýringsamboð hava sín uppruna í byrjanini av hesi øldini, tá ið Henry Ford fekk
manningin føldi seg illa viðfarna sæst í greini í Tingakrossi 28. september 1932. Her skulu takast brot úr hesi grein, har manningin greiðir frá tí sum hendi: Í juni mánað í ár fóru vit av Tvøroyri við Skarstein [...] til. Men brátt skuldu vit vakna við kaldan dreym. Í fíggindahondum Boð varð sent til Godthaab, at vit vóru í Kangek, og morgunin eftir kom fútin sjálvur í einum stórum og stásiligum motorbáti og flutti okkum [...] Blithsome í 1935. Tað er tó hendar einstakar vanlukkur við tapi av mannalívum í Grønlandi. Kendu seg illa viðfarnar við Skarstein Málið við Skarstein, ein slupp av Tvøroyri, fekk nógva umrøðu í bløðunum