Einaferð skóti altíð skóti

Nú fuglarnir gera seg til reiðar at flyta, fór Jona Henriksen frá okkum 82 ára gomul eftir eitt virkið lív. Jonu kendi hvør títlingur í føroysku gentuskótunum, men hon var so mangt annað.

Tað mundi vera hin 10. november 1978, at vit báðar stóðu inni í postalínshandlinum í N. Finsensgøtu og fingu eyga hvør á aðra. Vit kendust væl frammanundan, men hetta var ein serlig løta. Púra av sær sjálvum tóku vit um hálsin hvør á aðrari og søgdu "tillukku". Vit vóru so kátar, at ein postalínselefantur fór í smildur."Hetta boðar frá góðum fyri framtíðina", helt Jona fyri.: Hetta var annar dagurin, eftir at kvinnur fyri fyrstu ferð í søguni vóru valdar  inn á Føroya Løgting. Jona fyri Javnaðarflokkin og eg fyri Tjóðveldisflokkin- báðar í Suðurstreymi.
Tað sum eyðkendi Jonu var, at hon dugdi at lofta løtuni og vera hittinorða. Leikaði nakað hart á millum fólk og flokkar á tingi, kundi hon biðja um orðið, fara upp á røðarapallin og leggja fram onkra lítla apropo's skemtisøgu at slætta sjógvin við. Hon hoyrdi til tey javnaðarfólk, ið gjørdu orð Grundtvigs gamla til síni "da har i rigdom vi drevet det vidt, når få har for meget og færre for lidt". Tað var vakra politiska aðalmál hennara. Seinni sá hon sum so mong, at praktiskur politikkur og politiskt samskifti er so avbera nógv annað enn at reka landshúsarhaldið, men tað brúkti hon ikki so nógva tíð uppá, tað lat hon yvir til floksformannin Atla Dam, ið hon hevði stóra virðing fyri og stórt álit á. Fyri hana snúi tað seg um at stríða hitt góða stríðið.
Vit vóru ikki samdar um alt, men lætt var at samstarva við Jonu. Tá talan var um kvinnupolitikk, so stóð ikki á - altíð positiv. Hugsi um KVINNUTINGIÐ, sum tá samanum kom, hevur verið eitt hitt frægasta tvørpolitiska stigið higartil til at fáa kvinnur politiskt virknar. Somuleiðis, tá farið var at gera uppskot til javnstøðulóg. Jona var trúføst móti flokki sínum, og mangir mundu hava at henni, tá hon var meðundirskrivari av uppskotinum um eina javnstøðulóg, men Jona stóð sum kletturin. Í tí stríðnum mundi Atli Dam eisini stuðla henni. Í orrustuni á vári 1988, tá samgongan slitnaði m. a. vegna samgonguavtaluna um setan av javnstøðunevnd, kundi guðrøkna Jona fáa gott skemt burturúr.
Tað er við sorgblíðni, eg hugsi um árini, hon sat undir vinstru lið Erlends Patursonar, formanni Tjóðveldisflokksins, og eg undir høgru lið hansara. Hann var altíð  ein gentlemaður - og stundum sótu vit sum trý skúlabørn og fjasaðu. Erlendur lat hana vita, at hon skuldi halda fram við at sita har, tí hon hevði so góðar karamellir.
Øll vóru góð við Jonu. Grundsjónarmiðið innan skótarørsluna, tað at taka ábyrgd av sær sjálvum, Guði og øðrum, at gera sítt besta í øllum lutum og at verða til reiðar var fastur lutur av Jonu. Og hon helt fram við at arbeiða fyri KFUK og skótarnar. Kundi støkka inn á gólvið at selja lutaseðlar líka til hon flutti á Ellisheimið í Havn fyri 2 árum síðani.
Tað kann leggjast so nógv aftrat um Reynagentuna, sum eisini visti so nógv og minnist so nógv um gomlu Havnina og havnarfólk. Loyvi mær at enda við orðum Grundtvigs, ið væl mynda Jonu:
 
Den har aldrig levet,
som klog på det er blevet,
han først ej havde kær.
 
Friður verði við minninum um Jonu Henriksen
 
Karin Kjølbro