hildu, at góður skaldskapur riggar best við kassaguitara. Tað legði Bob Dylan vertin á og fór á pallin við The Band í 1965 á Newport Festivalinum í Onglandi og bleiv ?buhaður? av pallinum. Og tað tykist vera [...] falla tónlista-karrierur og ríkidømið er vunnið og tapt. Kortini hevur tú hildið á. Ikki bara hevur tú hildið á við at vera á lívi, tí hevur riðið gjøgnum ein skóg av narkotika og Jesus, vagabónda-vrakum [...] deyðanum. Bob er sum relegión. Hann nemur teg á ein ella annan hátt! Eg eri vissur í, at hann hevur sína demonar - pláturnar bera boð um tað. Men hann er framvegis á lívi og ger sítt besta arbeiði í hesum døgum
og droparnir detta ótættir niður á váta asfaltið uttanfyri Allson Hotel í Victoria Street, har vit búgva. Úti á redini ella kanska longri suðuri er torugudurin Tórur á ferð. Himmalin lýsir hvítt bláur [...] hovin, at tað er ikki meira, enn tey ganga niður í skógvarnar. Vit hava verið á ferð síðan klokkan seks fríggjamorgunin, og nú á middegi leygardag eru vit úr Føroyum, umvegis Keypmannahavn og París, endiliga [...] liggi og vendi mær og eri kaldur. 27 stig eru uttanfyri, men vit hava sett kølingina á kamarinum ov lágt, niður á 20 stig, og tað kennist kalt inni. Konan svevur, og eg eri aftur í Singapore. Seks ár
Eins og við Dávid, so hevur Danish Air Transport eisini rent seg á óndar kreftir. "Gud er sera stórur", týðir Mustafa á kontórinum áskriftina á flagginum til. Flaggið hevur Jesper fingið til vega, tá hann [...] mørk. Vit eru øðrvísi, og vit tora at leita á nýggjar leiðir - eisini heilt fremmandir leiðir, sigur Jesper Rungholm, sum vísir á at teir leggja stóran dent á at skera kostnaðir alla tíðina. - Og tað er [...] brádliga eitt skelti, har tað stendur "flyplads" skrivað á. Ikki tí. Vit í Føroyum eiga at vera tey síðstu at hyggja skeivt at smáum flogbreytum, men hendan á Lufthavnsvej í Vamdrup tykist enntá minni enn hon
kópaskinn á einum snóri. Einhvør, sum hevur skotið sær nakrar kópar og fingið skinnini til høldar. Nú eru tey reinsað og vaskað og síðan hongd út á snórin. Spent út og hongd tvørtur um snórin á miðuni. Síðan [...] teir liva. Hon er áhugaverd, men ein onnur søga. Á veg upp trappurnar verður steðgað á at lesa eitt sitat frá Knud Rasmussen, sum rammað er inn og hongt á veggin. Sannleiks orð, sum ivaleyst eisini hava [...] við tí. Og rætt hevði hann, tí tað vit komu á bryggjuna, vórðu vit beinanveg bodnir umboð á Sarpik Ittuk hjá Arctic Umiak Line, sum lá við bryggju ávegis á ferð síni fram við Grønlensku vesturstrondini
har ein persónur situr og bíðar úti í Kastrup eftir flogfarinum til Føroya. Hesar fáu síður skrivaði eg nú inn á telduna. Tey komandi kvøldini og út á náttina, tá ið eg var liðugur við mítt vanliga starv [...] at eg skuldi ansa mær, at tilfarið, ið kom inn á telduna ikki hvarv. Tí tað gjørdi tað javnan. Eg tordi tí ikki í fyrstani at skriva rættiligt tilfar inn á hetta tól – tvs. bókmenta¬tilfar – men setti meg [...] Kundi Einar skriva ein krimisøgu á føroyskum, so kundi tað hent, at eg eisini megnaði tað. Men alt hetta var ikki medvitað. Bangin fyri at kopiera Eg hevði í mong ár næstan á hvørjum ári lisið krimibøk¬urnar
ikki nógvir føroyingar verið í Alaska? Til fiskiskap, á oljuferð osfr.? – Jú, men eftirsum vinmaður mín, Jan Müller, spyr,um ikki okkurt er at festa á blað um túrin, so bleiv ikki sagt nei beinanvegin. [...] leggja trýst á okkum. Men, nei, eg vil gjarna hava allar teir fáu dagarnar har í Alaska, so......Alt hetta endaði tó við einari “uppgradering”, har turistklassa-ferðaseðilin brádliga var fluttur á 1. klassa [...] Kunning og uppvarting er hinvegin bara framúr. Tú kanst fyljga við á einum flogkorti, hvar flogfarið er statt. Tú kanst skifta yvir á eitt kamera, ið sýnir útsýnið frammanfyri flogfarið og niðri undir
Onglandi. Longu dagin eftir at eg í miðjum oktober var komin til London, leitaði eg mær tí niðan á Odysseus, á vegamótinum har Oxford Street og Charing Cross Road umskarast. Henda matstovan kann viðmælast [...] tallerkur eigur ikki at vera ov fullur, hetta kann loypa vaml á fólk. Undantakið er nettupp hesin rætturin. Tann ellipsudánaði borðiskurin á Odysseus er rokaður við heimsins leskiligastu skrubbu og epladálum [...] gjørt møguligt - fólkamorð á Suðurtimor. 6. At hava verið uppi í eini ætlan at ræna og myrða ein blaðmann búgvandi í Washington DC. Kambodja og Laos Tað verður ov drúgført á hesum stað at greiða í staklutum
vit vóru komin við, og sova í 12 tímar. Á veg út møtti eg einari danskari gentu, sum eg kendi, sum æt Anna. Anna bað meg ikki ríma, og koma út á vesi við sær. Á vesinum tók hon eina hvíta ecstasy tablett [...] at hava tikið ecstasy 12 ferðir uppá eitt ár, endaði eg á takinum á einum háhúsi. Eftir hetta kom ein long tíð við viðgerð, har Line var innløgd á sinnissjúkrahúsi. Hon fekk viðgerð frá einum sinnissjúkralækna [...] dugdi ikki longur at kenna mun á veruleika og fantasi, tað var serliga ringt tá tað var myrkt, og tí gjørdist eg eisini bangin fyri myrkri. Øvugt ávirkan Til eina veitslu á eini strond tekur hon eina ecstasy
Íslands og aðrastaðni. Bert vaðbeinið at líta á og eitt endamál: at fylla lippukassan. Her beit einki á, ikki ein stertur afturat á dekki ella í innarlumman á hasum dýnujakkanum. Men ein vælsignaður túrur [...] kavi og brátt syftur inn á dekkið - ella rættari á jakkan hjá onkrun, sum hevði blakað hann frá sær hesa vøkru kvøldarstund. Eftir sprakl milum innarlummar og snarlás kom toskurin á dekkið og gjørt varð, [...] innsavnan av peningi farin í gongd. Men verulig ferð kom ikki á, fyrr enn nøkur ár seinni. (Navnið verður annars ikki bent Johanna til Johonnu á suðuroyardialekt - heldur ikki í bókini, sum kom út í samband
kapitalhækk-an á 14 milliónir framd á heysti 2002. Á Kalli starvast 12 fólk. Helvtin arbeiðir við tøkni og hin helvtin við kundarøkt, sølu og umsiting. Ársúrslitið hjá Kall í 2002 var eitt hall upp á 7, 5 milliónir [...] áðrenn fyritøkan fór inn á marknaðin á vári 2001 skifti hon navn til Kall. Orsøkin var at leiðslan og eigararnir ikki hildu navnið Alnót hóska til breiða tænastuøkið hjá fyritøkuni. Á sumri í 2001 gjørdu Kall [...] hálvmyrka kjallafyritøku, hevur Kall sítt sæti í vindaeygaklædda norðara endanum á ovaru hæddini í gamla IDÉ-húsinum á Óðinshædd í Havn, har stjórin Bjarni Askam Bjarnason og hini ellivu starvsfólkini