luttøku í deildini. Í ár hevur tað hilnast illa hjá KÍ. Eftir 8-3 tapið í Fuglafirði høvdu teir vitjan av B36. Munurin á liðunum vóru Jákup Martin Joensen og Carl Høgnesen, sum høvdu verið eykamenn í 1. deild [...] vølli, tvær ferðir í kassan. Í síðstu løtu undan steðginum minkaði Jákup Helgi Egholm, álopsessið hjá ÍF, um munin, og tað kom spenningur í, tá Hergeir Eldevig bara tríggjar minuttir inn í 2. hálvleik gjørdi [...] FSVágar, sum í fjør noyddist at flyta næstbesta liðið niður í 3. deild, tí besta liðið flutti úr 1. og niður í 2. deild. Annan mánadag, sum er 2. hvítusunnudagur, hittast tey bæði oddaliðini vesturi í Vágum.
andstøðan fekk formannin. Sum nevnt í blaðnum í gjár fekk andstøðan meirilutan, og harvið formannin, í uttanríkisnevndini. Hetta var annars ein formanspostur sum í samgonguni var tillutaður Tjóðveldisflokkinum [...] nevndarvalið fram, og í tí sambandinum hevði andstøðan gjørt valbólk, fyri at standa sterkari tá tær stóru nevndirnar skuldu býtast. Lutakast var um seinastu nevndarsessirnar í fleiri førum, og í tveimum førum [...] Eykamenninir eru nevndir í klombrum Fíggjarnevndin: Jørgin Niclasen (Eyðun Viderø), Jógvan Durhuus (Páll á Reynatúgvu), Heini O. Heinesen (Annita á Fríðriksmørk), Sámal Petur í Grund (Jákup Sverri Kass), Vilhelm
Eidesgaard, formaður í javnaðarflokkinum, sum í gjár varð valdur til formann í Uttanlandsnevndini eftir lutakast millum samgongu og andstøðu. Hetta er tann løgtingsnevndin, sum er mest uppi í tí útinnandi valdinum [...] týðandi møguleika at vera við í politisku telvingini frameftir. Jóannes Eidesgaard vísir í hesum sambandi eisini á sína lyklastøðu sum fólkatingslimur. -Formansstarvið í Uttanlandsnevndini gevur mær betri [...] igar broytingar, uttan at Uttanlandsnevndin verður tikin við uppá ráð í málinum. Sama er galdandi í marknatrætuni við Bretland. Jóannes Eidesgaard er fegin um, at javnaðarflokkurin sum størsti andstøðuflokkur
sólaklárt, at Fólkaflokkurin í Suðuroy fekk eitt umboð í Landsstýrið. Hann nevnir t.d., at sandoyingar hava fingið tvey fólkafloks-umboð í landsins stjórn við 145 atkvøðum í part í miðal Norðoyingar fingu [...] nnum í Suðuroy hava tikið stuðul sín til flokkin aftur í landspolitikki. Tað er somuleiðis greitt, at uppstillingin hjá Fólkaflokkinum í Suðuroy til komandi løgtingsval og fólkatingsval, hongur í einum [...] at fáa mannin vuksu munandi, tá ið atkvøðuslúkarin Jákup Olsen í Vági mynstraði av teirri søkkandi skútuni hjá Niels Paula Danielsen og Lassa Klein í Kristiliga Fólkaflokkinum og skundaði sær umborð hjá
avgerðarrætt í øllum. Tann ónda vermamman er ein mýta. Og uttan mun til um nakað er um tær ráðagerðir, hon setir út í kortið, kann nógv stuttligt spyrjast burtur úr, serliga í krønikum og sjónleikum. Sum í søgum [...] søguligur í tann mun, at tað er fyrsti leikurin sum Jákup Olsen, ið hevur traðkað nógvar skógar niður í Sjónleikarhúsinum, hevur leikstjórnað, ? og hansara fyrsti leiklutur á palli var júst í hesum leikinum [...] skilir, ? eina løtu í hvussu so er ?, at hon hevur borið seg skeivt at, lovar bót og bata, og býðir Alberti vælkomnum í familjuna. Tað sum kanska undrar áskoðaran mest er, at verfaðirin ber í bøtuflaka við konuna
býráðslimur úr Havn at halda røðu og at seta landsstevnuna 1998. Ársveitslan verður í kvøld Klokkan 18 í kvøld verður veitsla í ítróttarhøllini á Hálsi. Eisini her bjóðar Kristina Mortensen vælkomin og aftaná [...] síðan, havt støðuga framgongd og er í dag eitt av teimum allarmest kendu og brúktu hornorkestrum í Noregi. Ole Bakker sigur, at so vítt hann veit eru bert trý hornorkestur í Noregi, sum eru meira kend enn [...] allir menningartarnaðir. Tey hava gleði í tónleikinum og í samveruni við hvønn annan og tað ger, at tey standa sterkari. Tá Torshov-orkestrið hátíðarhelt 25 ára dagin í fjør var Utsiktsbakkens Brassband við
Zambia fyri norðan og í eini geil niður í Mozambique í suðri, liggur lítla, afrikanska landið Malawi. Hetta landið er á stødd umleið tvær ferðir sum Danmark og við einum fólkatali, sum í dag telur góðar 11 [...] vit í dag kenna til søgu teirra, finna vit í holumálningum. Men aðrar ættir koma og fara, og ikki sleppur fólkið at liva í friði har heldur enn aðrastaðni í Afrika. Trælahandilin tekur til sín, og í átjandu [...] lesa læknafrøði. Í 1937 tók hann læknaprógv í USA og varð seinni í Skotlandi útbúgvin at praktisera í øllum enskum landaøkjum. Av sonnum nakað væl yvir tað vanliga hjá einum afrikana í teimum døgum. Banda
rikin av vølli fyri neyðbremsu. Jákup W. Hansen sendi brotssparkið í netið til 2-0, og Rúni Justinussen, sum so spakuliga er við at koma fyri seg eftir beinbrotið í fjør, fór í málmanstroyggjuna. Hann hevði [...] Seinna partin av 2. hálvleiki royndi GÍ at trýsta, m.a. fór Jón Sigurd Gleðisheygg í álopið. Tað bar spentar støður við sær í báðum endum. Sonni Samuelsen økti, tá tað restaði eitt korter, so fór Finnbjørn [...] sigur til heimaliðið, sum slapp nakað upp eftir støðutalvuni, meðan gøtumenn tykjast fáa tað strevið í botninum.
Í dag verða teir átjan spælararnir, sum hósdagin í komandi viku skulu umboða Føroyar í fyrsta EM undankappingardystinum, úttiknir. Dysturin verður í Tallinn í Estlandi annan hósdag. Ferðalagið lættir við [...] Julian Johnsson hevði frí, meðan bæði Jákup Mikkelsen og Todi Jónsson taptu. Todi og FCK taptu fyri aðru ferð í fýra dagar 4-1 í Parkini móti Brøndby, og Jákup og hinir í Herfølge taptu 3-0 móti AB. [...] kvøldið, og munurin í tíðarrokningini ger, at teir eisini fara lenda í Vágum klokkan 22.30. Umboð fyri Dimmalætting, Tíðindablaðið Sosialin, Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya verða við í ferðalagnum. Sjónvarpið
tað hendi til dystin í Klaksvík næstseinasta vikuskifti. Í fjør hilnaðist illa hjá hvalbingum í fyrru helvt orsakað av skaðum, men tað eru teir so slopnir rættiliga væl undan higartil í ár. [...] yvir B71, ið ? sum tað sær út í løtuni ? ikki skal gera sær stórar vónir um at venda skjótt aftur til 1. deild, sum teir taptu í fjør. Sandoyingar taptu 2-1 á grasvøllinum í Hvalba, og einki kundi setast [...] hjá heimaliðnum. Tað vóru ikki nógvir heilt opnir kjansir í dystinum, men Royn hevði teir flestu, sum vóru. Í fyrra hálvleiki høvdu bæði Jákup Midjord og Alexander Vukotic góðar møguleikar fyri at skora