blóðroynd tikin av honum og nú verður so bíðað eftir úrslitinum. Annars var løgreglan eisini á gátt á skeinkistøðum – ikki í Havn, men í Vági fyri at vita um alt var eftir forskriftunum, og har var einki at finnast [...] longu um náttúrðatíð í gjárkvøldið, at boð vóru eftir okkum eftir einum manni, sum lá avdottin á alfaravegi í miðbýnum men samarittarnir fingu hjálpt honum. Og síðani var tað fleiri ferðir um náttina, at full [...] til í miðbýnum og tóku sær av nógvum av trupulleikunum, sum vóru har um vegir. Og tað var fleiri ferðir, at brúk var fyri teimum at hjálpa fullum fólkum, sum ikki kláraðu seg sjálvi. – Tað byrjaði longu
bankafíggjaðu og sera kostnaðarmiklu sethúsaloysnini, sum var tung og ofta ov tung byrða at hefta fyri hjá veksandi tali av ungum familjum, lesandi, støkum og eldri fólkum, sum vildu skifta stór og hálvtom hús [...] avdráttir og rentuútreiðslur av húsalánum tað ringastu tíðina. Uttan sethúsaloysnina, ið Húsalánsgrunnurin slóðaði fyri, hevði sosiala katastrofan av kreppuni verið nógvar ferðir størri. Eftir kreppuna lá bú [...] ini hjá øllum løntakarum, eins og teir við lóg høvdu ræði á teirra lønarkontoum. Heildarfígging var svarið. Og treytin, at lønarkonto, húsafígging, billán, tryggingar og øll onnur fígging skuldu vera úr
handilsmaður, sum lá fremst í huganum hjá Svend Krosstein. Hann fór sum tey flestu í skúla sum sjey ára gamal. Hetta var í Klaksvík, og eftir lidnan fólkaskúla gekk leiðin víðari í realskúla. Eftir hetta var eitt [...] yvirtaka handilin, og tað gjørdi Svend. Talan var um ein ógvuliga blandaðan handil, ið bæði seldi leikutoy og køkur. Eisini umboðaði heilsølan rør, takrennur og annað. Svend kom skjótt eftir, at tað var í hesum [...] tá eldur kom í, og bæði bygningur og goymsla fóru upp í royk. Svend gavst tó ikki á hondum, men fekk bygt fyritøkuna upp aftur frá botni av, og síðani hevur bara gingið framá. Eftir eldsbrunan bygdi hann
misskilt okkurt? Loyniligi roknskapurin Afturvendandi niðurlagið hjá Símun Absalonsen – í hesari og undanfarnum greinum – er, at trupulleikin hjá KvF/mær er, at vit “endaði í lummanum” hjá Astrup, sum jú hevði [...] Absalonsen fyri, at hann í síni seinastu grein hevur tikið mín kritikk til sín og ikki skrivar eins langt og undanfarnu greinarnar, og at hann er givin við at skriva um, hvussu látúrlig onnur eru. Tað klæðir [...] tættasta familja er millum hansara tættastu vinfólk. Og var tað so ikki soleiðis, at tá Símun Absalonsen byrjaði at “upplýsa” alment um málið í februar 2017, lá Numo fram við hjá Betri í kappingini um at gerast
gamal. Lítla løtu seinni smekkaði hann eitt sindur úr høgru og úr 22 metrum til, og bólturin sigldi flatt eftir vøllinum millum vinir og fíggindar og í málið. So var HB fagnaðurin stórur, men bara í tveir minuttir [...] málverji, og tað var væl og virðiliga uppiborið. Higartil í ár hevur tað ikki verið so sannførandi hjá KÍ málverjanum, sum ivaleyst iðrar seg um øll trý HB málini. Eftir HB málið til 1-0 fótaði KÍ sær og yvirtók [...] Jóannes Bjartalíð til baklinjuna í vinstru, og tá ið hann legði flatt innfyri, tveitti Jonn Johannesen seg fram við nærra stólpa og stýrdi bóltin í málið. Tað lá í luftini, at nú høvdu klaksvíkingar av álvara
serliga formæli, part 3, 4, 5, 6, 11, 14 og 22). Men vit kunna taka tað eina ferð afturat fyri (prins Knud og) Símun Absalonsen. Í formælinum til Svik stendur: “Dagsvirði – stundum rópt “handilsvirði” (á enskum [...] harra Absalonsen, flott. Erligi og ohefti skattateknikarin Í øllum sínum greinum ger Símun Absalonsen nógv við at átala, hvussu partískur og óerligur eg eri við at fjala líkt og ólíkt. Men eg haldi, at tað [...] ikki, hvat høgra hond ger, talan er um “manipulatión av óvanliga grovum slag” , og ferðast mítt arbeiði yvir í “tað absurda og láturliga” . Júst hvussu látúrligt mítt arbeiði er, hevur Símun Absalonsen skrivað
um kommunur, sigur Tórshavnar kommuna í kvøld. – Vegurin í Havnardali var kommunalur fram til 1964, og tí eru ymisk strekki fallin aftur til kommununa, eftir at nýggjur landsvegur er gjørdur til Gomlurætt [...] skal endurskapast. – Tá nýggir vegir verða gjørdir og ein landsvegur verður avloystur av einum nýggjum, so hendir ofta tað, at gamli vegurin fellur aftur til gamla eigaran av økinum – oftast er talan um [...] Gomlurætt. Her er m.a. talan um gomlu brúnna um Sandá, sum er frá 1925 og er eitt satt søguligt prýði. Eigaraviðurskiftini eru komin uppá pláss og umsitingin mælti herfyri til at játta 500 túsund til eina verkætlan
HB hevur framvegis fult stigatal, og trýstið er stórt á teimum, sum royna at kappast við toppliðið, og sum í morgin hittast innanhýsis – KÍ – NSÍ og Víkingur – B36. Úrslitið við Stórá í Trongisvági se [...] hann í 12. minutti og eftir gott álop og fríspæling inn um verjuna frá Øssuri Dalbúð sendi bóltin í handara síðunetið. HB hevði bóltin nógv størsta partin av tíðini í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki [...] álopsbogan, Dánjal Godtfred og John Villi Wøldike Leo vóru raskir á miðvøllinum, men tað eydnaðist ikki at fáa størri møguleika enn onkra eitt sindur spenta støðu, eftir okkurt horna og fríspark. Sigurin ber
legði aftrat, lá TB málverjin fitta løtu á vøllinum eftir samanbrest við KÍ vongverjan Jóannes K. Danielsen, sum var um reppið at verða leysur í høgru. Hjálparfólkini vóru við børu á vøllinum, og ætlanin var [...] Michael Winter KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, Alessio Hyseni, Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen – Ole Erik Midtskogen, Páll A. [...] javnleikin, meðan KÍ vísti tol í uppspælinum, og tað eydnaðist royndu meistarunum at skora sigursmálið ímóti meiri óroynda TB liðnum. TB vónbrotið var øgiligt, og áðrenn dómarin fór av vøllinum vísti hann
øll latið tilboð inn, og í løtuni liggja tilboðini hjá umsitingini í Tórshavnar kommunu. – Umsitingin situr og arbeiðir við tilboðunum nú, og væntandi verða tey løgd fyri byggi- og býarskipanarnevndini [...] útstykkjast, og nýggi býlingurin hevur fingið navnið Stórabrekka. Samlaða útstykkingarøkið er 55.000m2 og eftir ætlan verður talan um eini 100 bústaðir, ið skulu vera ein blanding av raðhúsum og íbúðum. U [...] eins og í Berjabrekku Í høvuðsheitum skal býlingurin skipast sum raðhús, har grund og brandmúrar fyrst verða gjørdir, og síðani kunnu einstøku keypararnir seta dám á einstøku bústaðirnar, eins og vit kenna