Korona doyvdi ólavsøkuna eitt sindur

Tað var nógv minni fólk í býnum í nátt enn tað er vanligt á ólavsøku

Nú er fyrri hálvleikur av ólavsøkuni farin aftur um, og løgreglan sigur, at fyribils hevur alt spælt væl av.

Tey ivast ikki í, at korona hevur ávirkað hugin hjá fólki at halda ólavsøku, tí hóast tað var nakað av fólki í býnum, var tað nógv minni enn tað plagdi vera. Tó leggja tey afturat, at veðrið eggjaði ikki til tað stóra útilívið, tí tað var bæði kalt og ráligt í nátt.

Men nettupp í slíkum veðri stúrdu korona-serfrøðingar fyri, at fólk fóru at stúva seg saman á skeinkistøðunum í Havnini, men løgreglan heldur, at tað var ikki so galið við tí heldur.

Løgreglan sigur, at tey vóru til staðar í býnum í alla nátt, fyri ein stóran part til gongu. Og tey høvdu nakað av stríði av fullum fólkum. Men tað hjálpti teimum væl, at eisini samarittarnir vóru til arbeiðis, tí teir gera eitt megnar arbeiði, sum løgreglan tekur til.

Samarittarnir hildu til í miðbýnum og tóku sær av nógvum av trupulleikunum, sum vóru har um vegir. Og tað var fleiri ferðir, at brúk var fyri teimum at hjálpa fullum fólkum, sum ikki kláraðu seg sjálvi.

– Tað byrjaði longu um náttúrðatíð í gjárkvøldið, at boð vóru eftir okkum eftir einum manni, sum lá avdottin á alfaravegi í miðbýnum men samarittarnir fingu hjálpt honum. Og síðani var tað fleiri ferðir um náttina, at full fólk kravdu hjálp fyri at koma burtur úr tí.

Nakrar ferðir vóru boð eisini eftir løgregluni, tí fólk vóru um at fara til hendurs, men í summum førum var tað longu fjarað burtur aftur, tá ið løgreglan kom á staðið og í øðrum førum fekk løgreglan tosað fólk til rættis, áðrenn bardagi stóðst av.

Ein maður var kortini so ólátaður, at hann varð handtikin og settur í ein kliva. Løgreglufólkini royndu at sissa hann, men tað flættaðist ikki við hann, og hann noktaði eisini at siga, hvør hann var, sigur løgreglan.

Tí varð hann handtikin og nú er hann skuldsettur fyri at hava brotið politiviðtøkurnar, og hann er eisini skuldsettur fyri at nokta at upplýsa løgregluni, hvør hann er.

Í roynd er navn og bústaður tað einasta, fólk hava skyldu til at upplýsa løgregluni og tá ið hann ikki vildi gera tað, fær hann eina bót fyri tað eisini.

Løgreglan steðgaði eisini einum bili tíðliga í morgun, tí illgruni var um at førarin var ávirkaður, men tey vistu ikki av hvørjum. Tí varð blóðroynd tikin av honum og nú verður so bíðað eftir úrslitinum.

Annars var løgreglan eisini á gátt á skeinkistøðum – ikki í Havn, men í Vági fyri at vita um alt var eftir forskriftunum, og har var einki at finnast at, sigur løgreglan.