aði Føroya á Toftum. - Í løtuni keypa vit størsta partin av rávøruni beinleiðis frá skipunum, sigur hann. Á virkinum hjá Fiskavirking í Miðvági arbeiða eini 60 fólk. - Vit fara at royna at fáa hetta at [...] Fyrst í mai tók kendi og umtókti virkisleiðarin, Jason Johannesen, við aftur starvinum, sum virkisleiðari á Fiskavirking í Miðvági. Seinastu árini hevur hann verið virkisleiðari á Fiskavirking í Saltangará [...] av fiskinum, sum ikki kann brúkast til portiónir, fer í blokk. Virkisleiðarin sigur, at framleiðslan í Miðvági er meira kompliserað enn framleiðslan í Saltangará, tí meira verður gjørt burtur úr fiskinum
heimanifrá tosaði við fólk um ferðina hjá mær til Argentina, hoyrdi eg í heilum um, hvussu lík Argentina og evropeisku londini í veruleikanum eru. Í byrjanini ivaðist eg satt at siga í, hvussu nógv eitt [...] ivaleyst eisini satt, at vit øll kunnu gera ein mun í heiminum – tað havi eg við egnum eygum ásannað nógvar ferðir, bæði heima í Føroyum og í Evropa, men eisini í stóra umheiminum kring oyggjar okkara – tað er [...] rúsa seg og halda abstinensunum niðri. Nú er hetta skift út við venjing í lýdni í einari lítlari sellu mitt í næststørsta býnum í Argentina, Córdoba. Fyri onkrar av gentunum er tað ikki fyrstu ferð tær
spæla á Krossinum í Sumba. Í átjanda og síðsta umfarinum, sum sambært skipanini skal spælast 4. oktober, skal ÍF spæla á heimavølli ímóti Sumba. Sum støðutalvan sær út í løtuni, so fara fyrst og fremst hesar [...] nn, sum lyfti í tóma málið. Men dómarin hevði verið ov skjótur at bríksla. Í staðin fyri máli til LÍF bríkslaði hann fyri frísparki og vísti málverjanum reyða kortið. Ken Bærentsen fór í málverjubúnan [...] hesar báðar uppgerðirnar at vera lykladystir í kappingini um at sleppa upp í bestu deildina. Men í tí kappingini er ÍF framvegis best fyri, og teir hava eitt sindur at geva av. 2. deild ÍF-LÍF 3-1 (1-1)
lovprísað síðst í farnu øld, tí við kunningartøknini skuldi alt gerast so nógv lættari. Vit fóru eftir ongari løtu at kunna samskifta okkara millum umvegis teldurnar. Tíðindi fóru at koma til okkara í stríðum [...] retorikkur gevur fleiri lættar yvirskriftir at rópa víðari út í luftina, har tær skapa stóra øsing eitt bil og so verða gloymdar í allar ævir. Seta í samanhang Tílíkur kunningarháttur skapar meira ørkymlan enn [...] krevst, at fólk fara at kanna, hvussu heildirnar eru, og bera tær sakliga fram. Tú lýsir ikki eitt fløkt mál við at seta tveir kamphanar at berjast um, hvat er rætt og rangt, ella við at kanna tað í tveir tímar
verður í Klaksvík. Í Norðoyggjum hevur verið barnadansur í fleiri ár, og nú eru fleiri so stór, at barnadansurin er ikki nokk. Tí verður roynt at gera eitt ungdómskvøld, fyri at halda teimum og øðrum í somu [...] Blóðsúgvarar eru upp í tíðini, og sjónvarpsrøðin True Blood er ein av væl umtóktu filmaðu søgunum um vampýrar. Sendirøðin gongur fyri seg íe inum býi í Louisiana, har vanlig fólk og vampýrar liva saman [...] Pipar & Salt í Hvonn Live Leygarkvøldið verður ársins fyrsta Hvonn Live sending hjá Rás2 send. Hetta er live sending, sum verður send av Hvonn í Havn. Hesaferð vitja millum annað Pipar & Salt og føroyska
stóð alt eftir í Kastrup, tá fyrra flogfarið fór heim. Fyri at gera ilt verri, so varð seinna flogfarið fyrst seinkað í fimm tímar og síðan útsett til á middegi fríggjadagin, og so kundi tað í grundini [...] húsinum í Havn fyrr enn seint seinnapartin fríggjadagin, og tá vóru øll postboð farin sínar rundur. Tað bar tó Posta til at fáa bløðini út til haldararnar í høvuðsstaðnum og í postboksirnar í Havn, men [...] og Sosialinum verið í fleiri ferðir í seinastuni, og tíverri mugu vit boða tykkum frá, at tit enn einaferð uppliva tað sama. Sum tey flestu tykkara vita, verða bløðini nú prentað í Danmark, tí Prentmiðstøðin
harmiligt í einum slíkum álvarsmáli. Verkætlanin fyri Miðnámsskúlan í Vági varð einmælt samtykt av Løgtinginum. Ein frágera góð verkætlan, ið kann geva bæði ungdómi, tilkomnum, vinnulívi og øðrum í Suðuroynni [...] og skúladepil. Ein íløga í framtíðina við stórum vakstrar- og menningarmøguleikum. At landsstýrið síðani tekur málið upp um at gera eina størri íløgu í eitt ellis- og røktarheim í Suðuroynni, er at fegnast [...] eggjar ikki til samanhald í Suðuroynni at gera ein miðnámsskúla til loysigjald fyri aðrar neyðugar íløgur í Suðuroynni. Og tað tænir løgmanni og landsstýrismonnum til lítlan sóma at fara fram á slíkan hátt.
bruna og ljóði. Í KBH eru umleið 30 starvsfólk, tá umsitingin er íroknað. Handverkararnir eru einir 24 í tali, íroknað lærlingar, sum eru átta, og byggifrøðingarnir í fyritøkuni eru tríggir í tali. - Seinastu [...] byggja trý vanlig sethús, sum tey fara at selja. Grundstykkið, sum liggur í ovara borð á vegnum, sum fer niðan á Agnið, er klárt at byggja á, og hetta arbeiðið fer í gongd í næstum. [...] sum eru fevndir av teirra tænastum. Á sumri í 2023 varð sáttmáli undirskrivaður millum Bústaðir og Byggivirkið KBH um bygging av íbúðarlon í trimum hæddum. Í byggiverkætlanini eru 18 íbúðir, umframt ein
r.fo”. Leikurin ber heitið “Onki” og hevur í skrivandi stund vart í 171 dagar, og í hesum tíðarskeiðið hevur Tjóðpallurin fingið út við 3 milliónur krónur í almennari rakstrarjáttan. Hvussu leingi afturat [...] nevaleikara, hvør fer tá at stilla seg í vegin? Ja, hvør hevði vart okkara Tjóðpall í dag? Og er nakað eftir at verja? Er hetta á nakran hátt eitt listarligt Notre Dame, sum fólk høvdu farið út á gøtuna fyri at [...] dreymur, sum doyði longu í føðingini! Í veruleikanum er hann ikki annað, enn ein 20 ára gomul fyribilsloysn, sum í ein stóran mun hevur megnað at rokkið einum rímuliga høgum støði, og í løtum serstakliga høgum
spennandi og natúrliga part her í býnum. Framtíð í bókum Á einum bókasavni sum hesum í Fuglafirði stendur øllum í boði at læna bøkur og annað. Haraftrat miðar bókasavnið eftir at gerast ein miðdepil fyri upplýsing [...] havnarmaðurin í Fuglafirði fast. Ove Olsen byrjaði 1. mars í starvi sum bókavørður við Fuglafjarðar bókasavn, sum heldur til í sama bygningi sum Kunningarstovan. Rødd hansara er kend frá drúgvum starvi í Útvarpi [...] fortreyt í hesum starvinum, greiðir 57 ára gamli Ove frá. Sum bókavørður kann hann koma út fyri at standa við einum ítøkiligum fyrispurningi frá einum lænara, og sum krevur sín mann at loysa. Í slíkum førum