Fuglafjørður: - Ja, mær hevur faktist altíð dámað væl at lisið, heilt frá tí at eg var ungur, slær tónleikahugaði havnarmaðurin í Fuglafirði fast.
Ove Olsen byrjaði 1. mars í starvi sum bókavørður við Fuglafjarðar bókasavn, sum heldur til í sama bygningi sum Kunningarstovan.
Rødd hansara er kend frá drúgvum starvi í Útvarpi og Kringvarpi Føroya, men nú hevur hann funnið sær eitt annað arbeiði og á heilt øðrum staði.
- Eg havi sum nevnt onga útbúgving á hesum økinum, men kanska er júst aldurin ein hent fortreyt í hesum starvinum, greiðir 57 ára gamli Ove frá.
Sum bókavørður kann hann koma út fyri at standa við einum ítøkiligum fyrispurningi frá einum lænara, og sum krevur sín mann at loysa. Í slíkum førum er tað uttan iva ein fyrimunur, at ein ikki læsir seg fastan í eina einstaka loysn og tí ikki kemur víðari.
- Tá er tað ein fyrimunur at hava nøkur ár á baki, og ikki gevast á hondum, men heldur duga at síggja møguleikarnar og sniðgøturnar fram ímóti eini loysn á trupulleikanum, greiðir hann frá.
Fuglafjarðar Bókasavn heldur til í hugnaligu hølunum á gamla bókasavninum frá 1882.
Savningarstaður
Ein av høvuðsuppgávunum hjá nýggja bókavørðinum er sjálvsagt at halda bókasavnið viðlíka, m.a. við at keypa bøkur sum koma út á føroyskum og á øðrum málum.
Ein onnur sjálvsøgd uppgáva er at hjálpa teimum lánarunum, sum koma inn at læna sær eina bók - annaðhvørt eina av teimum omanfyri 20.000 sum finnast her, ella eina sum finst á onkrum øðrum bókasavni.
Bókasavnið er kortini ikki bert eitt stað, har ein lænir út bøkur. Her í Fuglafirði hevur ein eisini havt ein sonevndan lesiring, har fólk hava lisið eina ávísa bók og síðani savnast at tosa um hana.
Hesin lesiringurin hevur verið saman eina ferð síðani Ove tók við starvinum. Og hann vónar, at hesin fer at halda fram.
Sjálvur hugsar hann sær at skipa fyri ávísum tiltøkum, tá kvøldini aftur fara at gerast myrk og long - t.d. bókakvøld, har ein samantvinnar bøkur og tónleik.
- Tað finst so nógvur tónleikur her í økinum, og tí kann ein saktans gera bókasavnið til ein spennandi og natúrliga part her í býnum.
Framtíð
í bókum
Á einum bókasavni sum hesum í Fuglafirði stendur øllum í boði at læna bøkur og annað. Haraftrat miðar bókasavnið eftir at gerast ein miðdepil fyri upplýsing, mentan og trivnaði.
Til bókasavnið í Fuglafirði hoyrir eisini eitt serstakt savn til børnini. Og her hevur Ove gjørt eina áhugaverda eygleiðing, sum gevur vón um, at framtíð er fyri bókasavninum:
- Eg havi fleiri ferðir sæð foreldur taka børn síni við sær inn á bókasavnið, fyri at læna bæði barnabøkur og filmar.
- Tað skuldi boða frá góðum, sigur bókavørðurin í Fuglafirði.