Tá kunningin fær eitt innihald

Tað er móti at siga, at kunningartøknin er loysnin. Men hava vit nakað innihald at fylla í tøknina? Er eitt fjølmiðlaleti um at taka seg upp av allari ferðini, sum er á kunningini? Uppgávan hjá journalistikkinum í kunningarsamfelagnum verður at seta fløkta samfelagsliga og politiska veruleikan í samanhang. Rópandi yvirskriftir, ið kalla smálutir svartar ella hvítar, ørkymla meira, enn tær skapa forstáilsi

Kunningarsamfelagið, ið koma skuldi, varð nógv lovprísað síðst í farnu øld, tí við kunningartøknini skuldi alt gerast so nógv lættari. Vit fóru eftir ongari løtu at kunna samskifta okkara millum umvegis teldurnar. Tíðindi fóru at koma til okkara í stríðum streymum, so ongum nýttist at ganga forvitin ella óvitandi. Alt fór at gerast betri. Øll skuldu gerast klókari.
Spurningurin nú er, hvussu nógv kunningartøknin hevur økt um okkara vitan. Gamaní er upplýsing at finna allastaðni allatíðina. Internetið borðreiðir við ótømandi mongd av upplýsing. Bløðini verða prentað skjótari og oftari enn nakrantíð áður. Loftmiðlarnir hurra allan dagin við tíðindum, undirhaldi og tónleiki. Her er ovmikið av tilfari.
Men er nógva tilfarið gott? Tá fylgisveinasambandið millum Evropa og USA skuldi takast í nýtslu, varð rithøvundurin George Bernard Shaw spurdur, hví hann ikki sum øll hini vildi hátíðarhalda hesa stóru løtu. Hann svaraði nakað soleiðis: Eg síggi, at tøknin er framkomin. Men eg kundi hugsað mær at vitað, hvat fólk ætla sær at siga.
Nakað tað sama kunnu vit spyrja nú. Okkum stendur í boði at tosa við allar heimsins teldur umvegis teldupostin. Men hava vit nakað at siga? Vit kunnu senda útvarp og sjónvarp allan sjónarringin á tamb. Men hava vit nakað innihald at senda? Vit kunnu gera heimasíður, bløð, lýsingar, filmar og sangir á okkara egnu teldum. Men hava vit nakran boðskap? Er førleikin til at fylla innihald í tøkniligu skrokkarnar til staðar?
Andligur førleiki
Ofta tykist tað, sum at nógv hálova kunningartøknini, bara tí hon er nýggj. Tað er móti at siga, at tøknin skal mennast. Tú fært ikki latið eitt álit ella eina frágreiðing upp, so verður sligið fast, at tøknin er loysnin. Loysnin upp á hvat? Ein tigandi telduskrokkur er onki í sjálvum sær, um ikki menniskjað uppi yvir honum vil brúka hann til okkurt ávíst.
Tað snýr seg ikki so nógv um tøknina sjálva. Tað snýr seg um fólk og tankar, teirra vilja og teirra hugflog. Tað snýr seg um andligan førleika til at bera teimum, sum tíma at lurta og hyggja, upplýsing við meining í, um so tólið hjá móttakar-anum er ein telda, eitt útvarp ella eitt sjónvarp.
Tann, sum vil breiða út sín boðskap á telduni, má vita, hvat hann ætlar at siga. Tann, sum vil brúka sendinetið ella prentsmiðjuna, má spyrja seg sjálvan, um hann hevur nakað upp á hjarta. Finst onki veruligt innihald, verður tað framborna líka onkisigandi sum allir hesir teldupostarnir, ið hvønn dag loypa á teldupostkassan. Teir verða ongantíð lisnir, tí teir eru junk mails.
Junk news
Vit kunnu umskriva hetta hugtakið til junk news, tí tíðindi at blaka burtur finnast eisini. Tá tíðindi skulu sendast hvønn hálva ella heila tíma í einum loftmiðli, sigur tað seg sjálvt, at miðilin kann ikki hava nakað nýtt at fortelja hvørja ferð. Men tíðindi verða send allastaðni allatíðina, og úrslitið er, at vit sum móttakarar geva teimum ikki ans. Tá tíðindi verða so keðilig, eru tey ikki tíðindi longur. Tey eru tá sum muzakkur. Hann er har, men hann rínur ikki við.
Hvat er CNN vert, tá USA ikki bumbar Bagdad ella Kabul? Hvat eru tíðindi her á landi verd, um ikki alt ríkið er um at skrædna? Annan hvønn dag rópa yvirskriftirnar um svik, ábyrgdarloysi og slit. Sovorðnar søgur eru hvørki stórar ella forkunnugar longur, tí tær hurra allatíðina. Inflatión er komin í sjálvt sensatiónirnar, tí mongdin av tíðindum er so nógv økt, at skulu tey hoyrast, mugu tey pumpast so nógv upp, at tey rópa burtur úr rúgvuni. Men meira alt rópar, minni hoyra fólk.
Góðskan á kunningini lækkar á henda hátt. Vit verða ikki klókari av rópandi yvirskriftum. Vit fáa ikki ymsu málini sett í samanhang og síggja tey heldur ikki í frástøðu. Av tí, at so stór mongd av tíðindum skal skapast, enda tey eisini ofta sum viðgerðir av smálutum, ið fáa alt ov nógva umrøðu. Ein bersøgin viðmerking í tinginum undir aðru viðgerð endar meira enn so sum høvuðsyvirskrift, tí tað er so lætt at upphevja ta einføldu tvístøðuna til nakað sensationelt, og ivaleyst eisini tí undirhaldsvirðið er høgt.
Men hvør veit, um ikki tann bersøgni rópar hart ella setir fram fyrispurningin, júst tí hann vil sleppa í fjølmiðlarnar? Hví hugsar ongin, at tað kanska er neyðugt hjá politikarum undir viðgerðum av avgerandi málum at hvessa tónan fyri at koma til eina niðurstøða? Ofta tykist retorikkurin hava størri áhuga enn sjálvt málið. Helst tí rópandi retorikkur gevur fleiri lættar yvirskriftir at rópa víðari út í luftina, har tær skapa stóra øsing eitt bil og so verða gloymdar í allar ævir.
Seta í samanhang
Tílíkur kunningarháttur skapar meira ørkymlan enn forstáilsi. Vit mugu eisini hava samanhangir og heildir. Vit mugu hava bakgrund og ikki bara allan fýrverkin, sum stendst av tí, ið býr undir. Til tess krevst, at fólk fara at kanna, hvussu heildirnar eru, og bera tær sakliga fram. Tú lýsir ikki eitt fløkt mál við at seta tveir kamphanar at berjast um, hvat er rætt og rangt, ella við at kanna tað í tveir tímar og skriva 10 reglur um tað. Endamálið má vera at skapa grundarlag fyri betri forstáilsi.
Hetta er framtíðin hjá journalistikkinum í kunningarsamfelagnum. Tann, sum vil tjena skjótar pengar upp á tíðindi sum undirhald, skal gera skjót tíðindi við undirhaldandi yvirskriftum. Upplagt er hjá privatum fjølmiðlum, ið ongar beinleiðis skyldur hava mótvegis almenninginum, at leggja á hendan bógvin. Tann, sum vil upplýsa, seta samfelagsins fløktu viðurskifti í samanhang og viðgera møguligar avleiðingar av teimum, skal gera júst tað. Seta málini í samanhang. Ta skylduna hava alment fíggjaðu miðlarnir.
Um allir miðlar hildu seg meira til seinnu kósina, hevði tað havt við sær fleiri hugvekjandi greinir á blaðsíðurnar og færri rópandi stubbar. Fleiri væl undirbygdar og umhugsaðar sendingar í útvarpi. Fleiri frágreiðandi og útgreinandi sendingar í sjónvarpi. Kósin nýtist ikki at merkja keðiligar og sjálvhátíðarligar greinir og sendingar. Formurin kann vera líka spennandi sum í góðum skaldsøgum. Men innihaldið má vera av slíkum slag, at móttakarin kann siga: Hatta var sanniliga áhugavert at fáa at vita!
Politisk stýring
Ein opinlýsur vandi við, at ferðin á upplýsingini í fjølmiðlunum er so nógv økt, er, at tað er lætt hjá politikarum at seta dagsskránna. Flestu politikarar vilja sleppa ómótsagdir fram at mikrofonum og blaðsíðum, og tað sleppa teir, tá journalistarnir ikki kenna málini. Politikararnir tosa tá frítt. Eitt sindur um málið, sum er til umrøðu, og um alt møguligt annað eisini, tí teir hava fingið eitt kærkomið høvi til at koma á tal við veljararnar.
Mangan kemur fyri, at fjølmiðlar í aktuellum málum loyva øllum pørtum framat við sínum sjónarmiðum og síðan púra sleppa endanum, tí teir halda journalistiska endamálið vera rokkið. Á henda hátt verða fjølmiðlarnar bara ein pallur hjá politikarunum at stíga uppá, haðani teir so kunnu bera fram sínar egnu sannleikar. Um ongin savnar træðrirnar, sum tá flákra í luftini, sita móttakararnir eftir við eini løgnari kenslu av onki at skilja. Hvat var fupp, og hvat var fakta, og hvør var niðurstøðan?
At politikarar tosa frítt sum í Hyde Park, eigur ikki at vera møguligt í einum sjálvstøðugt hugsandi miðli við kritiskan sansi. Tað sleppa teir heldur ikki, tá journalistiska fyrireikingin er í lagi, og spyrjarin kennir málið til fulnar. Tá gongur alt upp í eina hægri eind. Politikarin má hugsa seg um og svara við skili. Journalisturin heldur seg til kjarnan í málinum, tí hann hevur gjørt sær greitt, hvør kjarnin er. Og móttakarin fær nakað at vita.
Fjølbroytt upplýsing
Men hvør sigur, at journalistikkur er tað sama sum at leita eftir sannleikanum hjá politikarum? Hví skulu politikarar tosa upp í heilar blaðsíður og hálvar sendingar, um teir onki hava upp á hjarta? Mangan tí journalisturin ikki sjálvur hevur nakað stórvegis upp á hjarta. Hann skal fylla blaðið ella tíðina út. Men sjálvur er hann ósekur, tí arbeiðsumstøðurnar noyða hann at gera tað.
Øðrvísi bit hevði verið í nógvum journalistum, um teir fingu umstøður til at viðgera tey mál, teir kundu ynskt sær at viðgjørt, men sum allatíðina bíða, tí tann kubbuta kunningin skal framleiðast fyrst. Spyr ein journalist, hvat hann innast inni vil sleppa at gera. Hann svarar við droymandi eygum, at hann kundi hugsað sær at gjørt eina frásøgn um hatta, lýst hendan samanhangin betur og komið í dýpdina við øllum hinum.
Onki er í vegin fyri at viðgera til dømis brúkaramál, búskaparlig útlit, sosialar skeivleikar, vanligt fólkalív og søguligar samanhangir gjøllari enn nú. Samfelagsligi veruleikin sæst ikki við bara at stara niður í eina fíggjarlóg ella lurta eftir tingviðgerðum. Hann finst allastaðni, um stundir og hugur eru til at leita eftir honum, kanna hann og siga frá honum.
Tað kann tykjast møtimikið at leggja meira á tann sjálvstøðuga og útgreinandi bógvin í journalistikkinum. Men tað má gerast, skal støðið á kunningini hækka. Tí hvat eru journalistar í grundini? Sovorðnir, sum leita eftir skjótum yvirskriftum, ið rópa harðari enn alt annað undirhald í kunningarsamfelagnum? Ella eyðmjúkir boðberar, sum royna at skilja tað samfelag, teir liva í, og siga móttakarunum, hvat teir síggja?