øllum, sum vit gera, er at fáa fólk at varnast tað, sum fer fram, sigur Watson. Bandero hevði trupult við at finna íslendsku hvalaveiðiskipini. Watson ákærir íslendsku sjóverjuna fyri at hava latið hvalav [...] avgjørdu tí at sigla inn um íslendska 12 fjórðinga markið fyri at møta hvalaveiðiskipunum. Hann sigur, at øll umborð vistu, at tað kundi enda við handtøkum og atgerð frá myndugleikunum. Tað varð sambært [...] vísir aftur, at skipið ikki hevði røttu pappírini. Hann sigur, at Bandero nýliga varð skrásett bæði í Panama og Brasil, og at írskir eftirlitsmyndugleikar høvdu kannað skipið og mett tað vera sjóført, áðrenn
Tað endaði við 13 verkum og eini rúgvu av positivum ringvirkningum. Men tað sum er minst líka gott, er alt tað, sum hendi rundan um veggirnar. Turistar spyrja, hvar verkini eru. Onkur hevur ferðast til [...] ágóðan av teirra listarligu gávum. Hetta er akkurát tað, sum vit hopaðu fór at henda. Vit hava lag dent á at vera inkluderandi og havt eina lága gátt. Í summar hava fólk frá 14 ára gomlu Emblu Rán til 76 ára [...] koma hagar. Og stórir altjóða miðlar hava varpað ljós á tað, sum er hent her. Børn og barnagarðar fara út at vitja verkini. Ung listafólk eru farin at royna seg, tí altjóða viðurkend listafólk hava ikki bara
mbond siga, at álitið á hann er burtur. Her er gongdin í málinum: 28. juli: FIFA kunnger ætlanina um Fifa Forward Enterprise (FFE), eitt handilsligt felag, sum skuldi gera tað møguligt at selja privatum [...] ov stóra ósemju. UEFA fegnast um avgerðina, men sigur, at álitið á FIFA er burtur. Formaðurin í DBU, Jesper Møller, heldur, at Infantino eigur at fara frá sum FIFA-forseti. 3. august: Fótbóltssambondini [...] Stuðla tey henni, eru útlit til fleiri pengar frá FIFA. 30. juli: UEFA boðar frá, at sambandið er til reiðar at boykotta HM og aðrar FIFA-kappingar. Concacaf tekur undir við atfinningunum, men hóttir ikki
hevur einki hjarta tað kennir ikki mun á einum sigri og einum tapi tað dugir bert at gera dagin óhugnaligan men onkustaðni undir øskuni andar ein lítil neisti ein vón um at vápnini tagna at markið aftur bert [...] sum fær hús at skelva áðrenn dagurin er vaknaður vindeygu brotna og náttin dettur inn á gólvið í undirgrundini stendur eitt barn og teknar sólina á ein gráan vegg mamman troystar barnið sigur at alt verður [...] pápin er farin við einum vápni hann ongantíð ynskti at halda um eystanfyri markið sita aðrar mammur og bíða eftir synum sum Russland sendi inn í eitt kríggj teir ikki sjálvir valdu teir skriva heim at teir
Endamálið er, at løgreglan skal kunna finna fram til fólk, sum millum annað gera seg kynsliga inn á børn á netinum. Orðið yvirvøka fær nógv at gerast ótrygg. Tað er væl skiljandi. Nógv ímynda sær, at myndu [...] samskifta við. Men tað er ikki tað, sum uppskotið snýr seg um. Talan er ikki um at goyma innihaldið í boðum, myndir, loyniorð ella eina søgu yvir tær heimasíður, sum vit vitja. Talan er um grundleggjandi [...] varðveitt, merkir ikki, at nakar myndugleiki ella nakar annar hevur fingið loyvi at kanna tað. Men verður sporið ikki varðveitt, hevur ein dómari heldur einki at geva løgregluni loyvi at kanna. Vit skulu verja
arran at tosa um hernaðarstuðul til Ukraina. Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina, kom í dag til Noregs. Tað upplýsir norska forsætismálaráðið. Endamálið við ferðini er fyrst og fremst at vera við til [...] og einum óvikandi trúskapi móti landi sínum, skrivaði Zelenskyj á X. Hann legði afturat, at Ukraina altíð fer at minnast stuðulin og samhaldsfestið hjá Haraldi kongi við ukrainska fólkið undir russiska [...] landið stendur framman fyri einum krevjandi vetri, sigur Jonas Gahr Støre. Hann sigur, at teir millum annað fara at umrøða, hvussu norskur hernaðarligur og sivilur stuðul best kann svara tørvinum hjá Ukraina
kríggið kann gerast drúgt. Zelenskyj fanst í dag eisini at fyrrverandi verjumálaráðharranum. – Eg haldi, at hann sjálvur er á veg í skeiva kós, ella at onkur trýstir hann tann vegin, segði Zelenskyj sambært [...] – Eg haldi, at í einum kríggi sum hesum er eitt val ein øgiliga stórur váði. Eitt val beint nú hevði verið ein tsunami fyri landið, sum hevði syndrað Ukraina, segði Volodymyr Zelenskyj á tíðindafundi í [...] haldast sum gísli hjá Russlandi, segði Fedorov. Hann heldur, at Ukraina má finna eina lógliga, trygga og realistiska skipan, sum ger tað møguligt at fáa fullu fólkaræðisligu tilgongdina í gongd aftur, hóast
og nú er fullkomin ruðuleiki á Vaglinum - tey hava mist valdið til umsitingina, har er ongin politisk kós. Ternutún er feskasta dømið um fullkomnan ruðuleika. Tað er ikki bara í samgonguni at ósemja er [...] sum mæltu til at góðkenna uppskotið um nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr.nr. 1458a og avlýsa galdandi serstøku byggisamtykt fyri matr. nr. 1458a. Nú kærufreistin er úti - ja, nú er sjón fyri søgn [...] Umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar kommunu mælir frá at broyta serstøku byggisamtyktina fyri lendið norðan fyri Kringvarpið og Norðurlandahúsið - kanska er tað skilagott, men hví avstemmar umsitingin ikki tilmælið
tíverri sera trupul at sleppa av við. Tí er tað sera óheppið, at skøran enn í ár er til sølu í føroyskum handlum. Vit kunnu ikki øðrumegin brúka tíð, pengar og arbeiðsmegi upp á at basa eini innræsnari plantu [...] hinumegin loyva, at sama planta framvegis verður innflutt og seld. Við okkara viðkvomu náttúru eiga vit at hava greiðar reglur fyri, hvørjar plantur kunnu innflytast til Føroya. Og skøran eigur at vera millum tær [...] nógva orku í at basa innræsnu skøruni, sum breiðir seg við miklari ferð og kann gera stóran skaða á okkara náttúru. Hetta er eitt tungt og drúgt arbeiði, og tá skøran fyrst hevur fest røtur, er hon tíverri
okkum, er eingin trygd fyri, at vunnin rættindi verða verandi. Tað eigur at gera allar løntakarar stúrnar. Tí tá politikarar fyrst byrja at skerja grundfest rættindi hjá løntakarum, hvat verður so tað næsta [...] formanni í Javnaðarflokkinum á odda, er í ferð við at taka samráðingarrættin frá okkum og niðurlaga fakfeløgini. Hann tykist at hava gloymt, at flokkur hansara er sprottin úr fakfelagsrørsluni. Boðini [...] frá løntakarunum, er tað ikki longur ein fræls samráðing. Fakfelagsrørslan er bygd á samhaldsfesti. Og tá rættindini hjá einum fakfelagi verða hótt, eiga øll fakfeløg at kenna ábyrgdina at siga frá. Hetta