Felagið Starlink hjá amerikanska ríkmanninum Elon Musk hevur nú fingið fótafesti í Føroyum. Í øllum førum er felag stovnað undir navninum »Sp/F Starlink Faroe Islands«. Tað sæst á heimasíðuni hjá Skráseting [...] veita samskiftistænastur og aðrar tænastur, reka og eiga fastognir umframt annað vinnuligt virksemi í hesum sambandi«. Lýsingin sær soleiðis út: Skrásetingar-nr. 8964 Navn: Sp/F Starlink Faroe Islands Adressa: [...] veita samskiftistænastur og aðrar tænastur, reka og eiga fastognir umframt annað vinnuligt virksemi í hesum sambandi. Roknskaparár: 01.01 - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 28.03.2025 - 31.12.2025 Tórshavn 31
kring landið síðan 1966. Kórstevna hevur áður verið í Vestmanna - í 1986 og aftur í 1992. Tað er sostatt langt síðan, at vestmenningar hava havt kórstevnu í bygdini. Tað eru Vestmanna Sangkór og Kórsamband [...] felagskórinum. Í felagskórinum eru umleið 150 sangarar. Síðan 2015 hevur konsertin við kórunum eisini verið skipað sum kapping. Soleiðis verður eisini í ár. Kórini fáa í mesta lagi sjey minuttir í part at sannføra [...] sannføra dómararnar um, at tey eru tey bestu í Føroyum. 1.,2, og 3. virðisløn verður latin. Dómarar í ár eru: Margrethe Debel Christensen, høvuðsdómari, Sunleif Rasmussen og Unn Paturson. Eisini kunnu tey
boðast skrivstovu felagsins skrivliga. Aðalfundurin, sum verður á Hotel Føroyum, byrjar klokkan 10.00 við morgunmati. Gestarøðarar í ár eru Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við barna- og útbúgvingarmálum [...] og Umhvørvisfelag). Vinnarin fær eitt heiðursbræv og har aftrat 25.000 krónur. Í ár verður tað Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, sum handar vinnarunum heiðursbrævið. Vága kommuna hevur verið s [...] og hevur sjósett eina verkætlan í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya, ið skal økja um burðardygga framleiðslu av grønmeti, frukt og øðrum plantuvøkstri; børnini eru við í hesum arbeiði. Síðsta á skránni
átta stigum. Í dag fingu vit einast tvey stig í blokkinum, og teir báðar átti Sharon Holm Haynes. Næsta vikuskifti spæla Føroyar í triðja og seinasta umfarinum í Luksemborg, har mótstøðuliðini eru Luksemborg [...] brast í netið, fekk Eysturríki dystarbólt, og hann var gagnnýttur til fulnar við dundursmassji, so Eysturríki vann settið 25-22 og dystin 3-0. Anja Danielsen var aftur í dag toppskorari hjá Føroyum við átta [...] stig afturat og taptu settið 25-13. Trupla gongdin helt á í øðrum setti, har Eysturríki legði seg á odda 10-1, áðrenn settið varð vunnið 25-9. Í triðja setti komu Føroyar fyri seg aftur, og støðan gjørdist
við grillaðum jazzlambi og blues tilhoyri. Konsertir og jamsession verða í Reinsarínum, í Havnar kirkju, í Perluni, í Blábar og í Norðurlandahúsinum. Øll skráin sæst á facebook síðuni hjá Tórshavnar jazz [...] upprunaliga stig til Tórshavnar jazz, fólka – og blues festival í 1984, og hann helt fram í 20 ár. Festivalurin setti ein heilt serligan dám á býarlívið í Havn um summarið og var savningarstaður hjá tónleikalívinum [...] burðardygt, fjølbroytt, viðkomandi og í støðugari, skjótari menning”, siga stigtakararnir Sunnuva Bæk og Hans Petur í Brekkunum. Fríggjadagin kl. 17.00 verður festivalsetan í Blábar og beint eftir setanina verður
hon fer at spæla konsert í Føroyum. Gunnva Jóhannisardóttir Kjærgaard hevur føroysk foreldur, men hon er uppvaksin í Frederikshavn í Danmark. Hon hevur í nógv ár verið virkin í bólkum og sum solistur við [...] hon starvast í gerandisdegnum við tónleiki – sum undirvísari og tónleikari. Gunnva arbeiðir nú við fyrstu soloútgávuni, sum væntandi kemur út í heyst. Hon er annars aktuell á fleiri útgávum í samstarvi við
Summartónum verður skipað fyri serligari konsertuppliving í Listastovuni í Miðvági týskvøldið 5. august klokkan 20.00, har tónleikur og myndlist renna saman í eina listarliga framførslu við tónleikaranum Son of [...] og arbeitt við tíggjutals útgávum í Føroyum og kring Skandinavia sum tónleikari, sangskrivari, tekstskrivari, miksari og framleiðari. Hann hevur ferðast við bólki sínum í Danmark, Noregi, Týsklandi, Spania [...] hjá Benjamin Petersen – er kendur fyri sín ráleika í myrka veðrinum og andadráttarríka landslagið á Oyggjunum, her hann vaks upp, sum lýsir ígjøgnum í sangskrivingini og ljóðinum hjá Son of Fortune. Frá
Vónirnar at vinna á Íslandi eru góðar. Í fjør møttu Føroyar Íslandi tvær ferðir í Silvurliguni, og tá vunnu liðini hvør sín dyst, og í venjingardystunum teirra millum í mai í ár vunnu liðini aftur hvør sín dyst [...] Eysturríki verða spældir í ítróttarhøllini á Sandi ávikavist 20. og 22. juni. Seinasta umfar spæla Føroyar ímóti Luksemborg og Georgia 28. og 29. juni í Georgia. Landsliðsmanningin hjá Føroyum: Bjarni Joensen, [...] dyst. Ísland hevur longu spælt tveir dystir í kappingini og hevur tapt teir báðar 3-0 fyri Luksemborg og Eysturríki. Leygardagin spæla so Føroyar ímóti Svøríki, sum tykist at vera væl sterkari enn Føroyar
útivølli. NSÍ hevði eina 4-0 leiðslu við sær úr Føroyum, men í kvøld tapti NSÍ aftaná longda leiktíð 0-5 fyri HJK Helsinki. Harvið tapti NSÍ samantalt 4-5. Í Finnlandi stórfegnast tey um tað tey nevna: "Lítla [...] Í teimum 33 árunum føroyingar hava tikið lut í evropeiskum kappingum fyri felagslið hevur neyvan nakar havt eitt betri útgangsstøðið til seinna dystin, enn NSÍ hevði undan seinna dystinum móti HJK Helsinki
Annan dagin vunnu Anja Eydnudóttir og Jóannes Poulsen Føroyum gull í blandað pør compound. Triðja dagin, í gjár, herjaðu vit á aftur í einstaklingakappingini (720-umfar), har Nikkel Petersen vann gull hjá monnum [...] compoundliðið og recurveliðið í dag Hetta vóru samstundis seinastu kappingarnar hjá okkara bogaskjúttum á Oyggjaleikum 2025 í Orknoyggjum. Og fongurin hesa ferð: 9 gull og 4 silvur. Í full FITA fyrsta kappingardagin [...] og Hans Petur Højgaard, menn recurve, vunnu silvur. Og vit endaðu kappingina í dag við gullheiðursmerkjun í blandaðum liðum í bæði recurve og compound. Hetta hava verið einir avbera góðir oyggjaleikir hjá