Bogaskjótisamband Føroya skrivar á facebookvanga sínum:
Fantastiskt!!! Gull-heiðursmerki til bæði compoundliðið og recurveliðið í dag
Hetta vóru samstundis seinastu kappingarnar hjá okkara bogaskjúttum á Oyggjaleikum 2025 í Orknoyggjum. Og fongurin hesa ferð: 9 gull og 4 silvur.
Í full FITA fyrsta kappingardagin vunnu Anja Eydnudóttir, Nikkel Petersen og Hans Petur Højgaard gull í ávikavist kvinnur compound, menn compound og menn recurve, og Jóannes Poulsen vann silvur hjá monnum compound. Bæði recurveliðið og compoundliðið vunnu eisini gull í full FITA.
Annan dagin vunnu Anja Eydnudóttir og Jóannes Poulsen Føroyum gull í blandað pør compound.
Triðja dagin, í gjár, herjaðu vit á aftur í einstaklingakappingini (720-umfar), har Nikkel Petersen vann gull hjá monnum compound við einum teprum finalusigri á Jóannesi Poulsen, sum sostatt vann silvur. Eisini Anja Eydnudóttir, kvinnur compound, og Hans Petur Højgaard, menn recurve, vunnu silvur.
Og vit endaðu kappingina í dag við gullheiðursmerkjun í blandaðum liðum í bæði recurve og compound.
Hetta hava verið einir avbera góðir oyggjaleikir hjá føroyskari bogaskjóting, og BSKF takkar so hjartaliga øllum hópinum fyri stórfingna avrikið. Eisini takka vit av hjarta sponsor-stuðlunum EUR Express, Grevstur & Planering, Hiddenfjord, Atlantic Airways Aviation Academy, Smyril Line Cargo, Klima, Atlantic Airways, Vónini, Norðoya Litbúð, Kiosk Vár, Vága Floghavn og Baldur’s Archery - umframt teimum, ið ynsktu at verða ónevndir.