eru summi, sum halda, at tað er ov tíðliga. ? Tað taka vit nú til umhugsunar og eg tori ikki at siga um tað verður broytt. Fyrimunurin við at hava tað tíðliga í mai, er, at tá er summarfrítíðin ikki byrjað [...] nógv betri til at samskipa útbygginginar, fyri at sleppa undan at fleiri grannakommunur ikki gera sama slag útbyggingar. ?Ein vansi við samanlegging kann vera, at skattakrónur hjá bygdarfólki í einari [...] aftur. Men samanlangt heldur hann, at tað verður stórur fyrimunur. Les eiini aðrar greinar í blaðnum um kommunusamanleggingina í Norðurstreymoy og Norðureysturoy.
til, at laksurin gjørdist fongdur við bløðingum og skaðum á skræðuna. Heldur ikki er staðfest, um alt var sama sjúka, sum rakti villlaksin í áunum. Tað sigur norski Djóralæknastovnurin á sínum netsíðum, og [...] at sjúkur villlaksur varð fingin í ávísum áum í Suðurnoregi, er tað framvegis ein gáta, hví fiskurin um hesar leiðir gjørdist sjúkur og doyði. Hóast umfatandi kanningar eru gjørdar, hevur Djóralæknastovnurin [...] hevði týðilig sár og bløðingar í skræðuni. Sum tíðin leið, vísti tað seg, at fráboðanir eisini komu um sjúkan villlaks í øðrum áum í Suðurnoregi, og tá segði Djóralæknastovnurin, at tey gjarna vildu fáa
fund við borgarar um støðuna Ingolf Knutsen flutti hagar í 1983, tá ið talan var um heimsins friðarligasta stað. Hann býr 600 metrar frá kaianlegginum. Bara í 2018 varð hann noyddur upp um náttina 15 til [...] lagatyssi av serfrøðingum komið úr Norðanlondum og aðrastaðni í Føroyum at greiða frá um verkætlanina hjá Varðanum Pelagic um at gera eina protein- og lýsiverksmiðju. Millum annað varð greitt frá, hvussu eitt [...] virkini skulu halda seg undir hámarkið 99% av tíðini um mánaðin, men at tey so eisini kunnu hava eitt lógligt luktútlát yvir hámarkið 1% av tíðini um mánaðin. Tað svarar til, at tey kunnu hava eitt luktútlát
Hagstovan hevur í dag nýggj hagtøl um útflutning og innflutning níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Innflutningurin vaks við 5 prosentum, meðan útflutningurin minkaði [...] amboðum við 206 mió. kr. ella 34% og í tilfari til byggivinnu við 153 mió. kr. ella 31%, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Sambandsflokkin um, at hetta fór ikki at eydnast, segði Jákup Mikkelsen. Blokkurin fer ikki at hækka Tá ið løgtingsval verður aftur um trý ella fýra ár, verður danska ríkisveitingin tann sama, sum hon er í [...] undir við. - Fólkaflokkurin var ímóti, at vit skuldu biðja danir um hægri ríkisveiting og vit ávaraðu ímóti at fara til Danmarkar at biðja um hægri ríkisveiting, tí tað fór einans at enda við eini eyðmýking [...] - Vit vistu alla tíðina, at løgmaður fór onki at fáa burtur úr umbønini til donsku stjørnina um at hækka ríkisveitingina til Føroya 150-200 milliónir. Fólkafloksmenn staðfesta nú, at tað kemur alt annað
á borgararnar. Vit kenna umstøðurnar og tey eldru í okkara øki, og tey kenna okkum. Vit fáa ikki goymt okkum, og verða hvønn dag konfronterað og skulu standa til svars, um okkurt er at finnast at. Tað [...] nevniliga sannførdur um, at tey eldru fara at fáa eina væl betri tænastu undir kommununnar veingjabreiði samanborið við nú, har eldraøkið verður umsitið av Almannaverkinum. – Tað hevur nakað at [...] serligan tænastutørv hava í gerandisdegnum, men sum kenna seg ótrygg og hjáparleys undir serligum umstøðum, til dømis tá tað er ódnarveður. Har eigur tað at bera til, at tey kunnu fáa boðið innivist
ferðir, at meðan truplu tingingarnar vóru um kreppuna í Føroyum skuldi stjórnin eisini gera sítt fyrsta búskaparliga útkast til danska samfelagið. Um frágreiðingarnar um bankamálið sigur Mogens Lykketoft, at [...] vikuskiftið - bæði nátt og dagar - hjá nýggju stjórnini fór til frágreiðingar um búskaparliga díki í Føroyum. Og Lykketoft nevnir, at sama vikuskiftið vóru tingingar við ein púrasta ósekan nývaldan løgmann í Føroyum [...] skrivar Mogens Lykketoft millum annað. Hann vísir eisini aftur, at talan var um eina nágreiniliga gjøgnumhugsaða ætlan, um hvussu búskaparkreppan í Føroyum skuldi loysast. Soleiðis sá veruleikin als ikki
siga, at bygdin er farin í tvey, tí partarnar ikki eru komnir ásamt um samstarv. Jón Tyril er rættiliga avgjørdur, tá vit spyrja hann um tað ikki er óheppið, at gøtubygd er klovna í tveir partar, nakrar [...] Festivalurin og Gøtustevnan framhaldandi eiga at vera sama vikuskiftið, tí so er møguleiki fyri einum mennandi samstarvi millum partarnar. -Her er talan um eitt mentanartiltak og eina bygdastevnu. Eg haldi [...] vil G! Festivalurin ikki ganga teimum á møti. Togtoganin millum partarnar snýr seg fyrst og fremst um matsøluna, ið vanliga kastar nógvan pening av sær. Hvørgin partur ynskir at geva seg, tí inntøkan av
Teksturin henda dagin var úr Matteus evangeli’inum kapittul 3, 3-12 um Jóhannes doyparan, sum biður fólk um at venda um, tí at Himmiríkið er í nánd. Fyri kirkju okkara merkir hetta, at nú kemur tíðin við [...] leggur hon aftrat. Eitt uppskot kom tá fram, um at gera eitt sindur meiri burturúr hvørjari av teimum íalt seks føstugudstænastunum í ár. - Í hesum lá, at um vit skipaðu so fyri, at vit fingu prest til [...] seg eisini, at tað vóru væl fleiri fólk til gudstænasturnar enn áðrenn. Tí var avgerð tikin um at royna tað sama í ár. - Vit hava eisini gjørt av, at flyta gudstænastuna frá klokkan 20 til klokkan 19. Á
kvørkratak um alla ta politisku skipanina við hóttanum um allar verðsins ólukkur, um vit ikki makka rætt. At reaksjónin er so hysterisk í pørtum av vinnuni, sum tilfeldið er, tað er tíverri bert tekin um eitt [...] var Føroya Reiðarafelag, sum hevði stevnt Fiskimálaráðnum við kravi um ógilding av nevndu lógaráseting. Føroya Reiðarafelag kann søkja um at fáa landsrættardómin royndan í Hægstarætti, og tí er sjálvandi [...] sjálvandi ov tíðliga at erpa sær av einum sigri. Men ein sigur er tað, um dómurin sleppur at standa – ella enn betur, um hann verður staðfestur í Hægstarætti. Ein sigur fyri Føroya fólk, og ein sigur fyri fólkaræðið