Bókaútgáva
Nýggja bókin hjá Mogens Lykketoft brúkar ikki nógvar reglur til at lýsa búskaparkreppuna í Føroyum, men hann nevnir bankamálið, sum eitt lortamál, ið nýggja stjórnin yvirtók frá Schluter-stjórnini.
Lykketoft viðgongur eisini, at stjórnin fóru órímiliga harðliga fram móti Maritu Petersen, táverandi løgmanni.
Lykketoft skrivar, at fyrsta vikuskiftið - bæði nátt og dagar - hjá nýggju stjórnini fór til frágreiðingar um búskaparliga díki í Føroyum. Og Lykketoft nevnir, at sama vikuskiftið vóru tingingar við ein púrasta ósekan nývaldan løgmann í Føroyum. Tað var Marita Petersen, sum hevði yvirtikið allar trupulleikarnar í Føroyum við stórari skuld og búskaparligum ábyrgdarloysi.
Lykketoft undirstrikar fleiri ferðir, at meðan truplu tingingarnar vóru um kreppuna í Føroyum skuldi stjórnin eisini gera sítt fyrsta búskaparliga útkast til danska samfelagið.
Um frágreiðingarnar um bankamálið sigur Mogens Lykketoft, at fleiri staðni í frágreiðingunum vóru stór spurnaðartekin sett við avgerðirnar hjá stjórnin.
- Avgerðir verða nágreiniliga viðgjørdar í frágreiðingunum, men stjórnin hevði kanska bara brúkt nakrar fáar minuttir og hevði bara vónað at rætt var borið at, skrivar Mogens Lykketoft millum annað.
Hann vísir eisini aftur, at talan var um eina nágreiniliga gjøgnumhugsaða ætlan, um hvussu búskaparkreppan í Føroyum skuldi loysast. Soleiðis sá veruleikin als ikki út. Alt gekk so ómetaliga skjótt og nýggja óroynda stjórnin legði alla sína orku í heilt onnur mál.
Mogens Lykketoft viðgongur í teimum fáu reglunum, sum eru um kreppuna, at stjórnin ikki var nóg væl fyrireikað og meiri at kalla kendi á sær, at her mátti okkurt "dramatiskt" gerast.
- Vit fóru kanska órímiliga hart fram móti Maritu Petersen. Soleiðis fer søgan ivaleyst at døma okkum, ræðslan fyri búskaparliga díkinum gjørdu okkum harðar, so vit fingu heykamedferð, skrivar Mogens Lykketoft.
- Høvdu vit fingið hetta málið eftir, at vit í langa tíð høvdu vitað, hvat var farið fram í Føroyum og høvdu vit verið betri fyrireikaði á fundunum við føroysku politikararnar høvdu vit viðgjørt búskaparkreppuna øðrvísi.
Men Mogens Lykketoft nevnir onki um, hvat hann ella stjórnin høvdu gjørt øðrvísi. Fyrst og fremst umber hann seg við, hvussu nógv annað stjórnin hevði um oyruni.
Eisini Mogens Lykketoft knýtir bankaendurgjaldið og hvítusunnusemjuna - pinsepakkan - saman.
Stjórnin hevði brúk fyri, at báðir føroysku fólkatingslimirnir vóru óheftir í donskum politikki, tí var loysnin um bankaendurgjaldið gjørd.
- Tað eydnaðist, men í hørðu tingingunum við Kallsberg, noyddist eg at geva meg nógv á búskaparliga økinum. Atfinningarnar móti avtaluni frá 1998 vóru sakligar, tí Føroyar vóru ikki longur í kreppu, men føroyingarnir kundu kroysta okkum, tí vit skuldu hava ryggin frían til næsta politiska stigið: hvítusunnusemjuna.
Bókin hjá Mogens Lykketoft hevur longu fingið nógv umrøðu, hóast hon ikki kemur út fyrr enn 11. september - bert nakrar fáar dagar undan ársfundinum hjá sosialdemokratunum.
Fakta:
Thomas Larsen:
Lykketoft
Útgevari: Børsens Forlag
274 síður - 250 kr. í Danmark
Bókin kemur út 11. september 2003