har glóðin fyri tónleiki næstan var sløknað, gjørdist Sarah Christensen ein óvæntað kelda til nýggjan íblástur. Hennara sterka rødd og skapandi orka tendraði aftur gleðina hjá Filipi fyri at skapa tónleik [...] samstundis sum tey bjóða sær sjálvum og tónleikamørkum av, eru tey eisini trúgv ímóti tí, tey standa fyri hvør sær. Alias Morera hevur útgivið tvey stakløg, og í næstum kemur nýggj EP við seks sangum. Á Summar
einari sermerktari kolorismu, ið er eyðkend fyri listakvinnuna. Tað er áhugavert at uppliva eitt so stórt úrval av hennara steinprentum sum vit hava høvið til á føðingardagsframsýningini. Tað elsta prentið [...] Sjálvt um stílurin er eyðkendur, eru verkini fjølbroytt og tykjast lødd av einum áhaldandi vilja til at bróta upp úr nýggjum og gera okkurt annað enn tað upplagda. Verkini hjá Hansinu snúgva seg í stóran
enn loyvda markið, og førarin varð skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Fólkini í bilinum vórðu flutt á sjúkrahús, men eftir umstøðunum skuldi standa væl til. – Men hetta kundi verið nógv verri, sigur løgreglan
longu er til. Skúlin skipar eisini fyri skeiðum í millum annað sniðgeving, binding, matgerð og kreativum handverki. Felags fyri virksemið er nýtslan av staðbundnum tilfeingi og virðingin fyri siðbundnum [...] í Danmark, Finnlandi, Føroyum og Álandi, har til ber at hitta nøkur av teimum, sum eru í uppskoti til Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2026. Felags fyri tey tilnevndu er, at tey geva børnum og ungum [...] norðurlendskum handverki. Í grundgevingini fyri tilnevningini verður Rótin lýst sum ein fyrimynd fyri norðurlendskar undirvísingar- og mentanarstovnar. Navnið Rótin sipar til tað, sum gevur føði, kjølfesti og vøkstur
vaksandi stúran fyri undirskotinum á amerikonsku fíggjarlógini. Amerikanska fíggjarmálaráðið boðaði mikudagin frá, at tað fór at meira enn tvífalda afturkeypið av langtíðar ríkislánsbrøvum fyri at stuðla m [...] Umleið ein triðingur av vøkstrinum kom undir koronufarsóttini, tá amerikanski staturin tók stór lán fyri at fíggja hjálparátøk undir bæði Trump og fyrrverandi forsetanum Joe Biden. Restin stavar frá fíg [...] Undir teimum báðum forsetaskeiðunum hjá Trump er skuldin vaksin 11,6 billiónir dollarar. Tað svarar til umleið 74 billiónir krónur. Undir teimum fýra árunum hjá Joe Biden vaks skuldin 8,4 billiónir dollarar
broytingum, sum eru gjørdar í donsku rættargangslógini frá 1. januar 2023 til 30. juni 2025, og sum verða mettar viðkomandi fyri Føroyar. Í hoyringarskrivinum verður upplýst, at uppskotið fevnir um fleiri [...] reglum. Ummælisfreistin er 19. august, og møgulig hoyringssvar skulu sendast á donskum til danska løgmálaráðið við avriti til Løgmálaráðið. Sambært uppskotinum fevna broytingarnar um fleiri øki innan rættargang [...] broytingar, sum eru framdar í Danmark seinastu tvey og eitt hálvt árini. Lógaruppskotið er nú sent til hoyringar hjá myndugleikum og øðrum viðkomandi pørtum.
sjálvstýrandi samfelagskipan. Serliga var grannskoðaranevndin áhuga í at vitja Tórshavnar kommunu fyri at læra meira um okkara royndir og arbeiðshættir. Sum part av skránni var ein framløga tí fyrireikað [...] varð tosað um langtíðarætlanir, íløgur í undirstøðukervi og býarmenning. Tveir tímar vórðu settir av til vitjanina, og borgarstjórin, miðfyrisitingarstjórin og grønlensku gestirnir fingu eitt gott prát.
herskipum. Men nýggja støðan hjá Føroyum ger, at Danmark ikki longur kann taka føroyska undirtøku fyri givið, skrivar íslendska kringvarpið RÚV. RÚV varpar í dag ljós á broyttu støðuna hjá Føroyum í verju- [...] trygdarmálum og á, hvussu nýggja geopolitíska støðan í Norðuratlantshavi hevur broytt føroyska hugburðin til hernaðarliga virksemið í Føroyum. Danskir myndugleikar vilja hava størri hernaðarliga hjáveru í Føroyum [...] málsøki, men danskir myndugleikar kunnu ikki uttan víðari rokna við politiskari undirtøku í Føroyum til økt hernaðarligt virksemi. Samstundis hava Føroyar seinnu árini fingið ein meira sjálvstøðugan leiklut
RÀK er ein verkætlan, sum FAB LAB í Vági stendur á odda fyri. Hetta snýr seg ym at endurvinna úr plasti og burturkasti. FAB LAB hevur tøkni og tól av ymsum slag, men í samband við nýggju ætlanina krevst [...] er RÀK farið at royna seg á Hópfígging, har øll kunnu stuðla ætlanini. Hetta er royndarverkætlanin fyri eina størri visjón, sum partur av Fab Lab Vágur: at menna eitt fyribils endurnýtslu- og nýskapanarlab [...] virkseminum hjá Fab Lab komandi árini og fer at kanna ítøkiligar mátar, at umskapa burturkaststilfar til nýggjar vørur, samstundis sum hon fremur burðardygd, skapandi arbeiði og staðbundna nýskapan. Fab Lab
virksemi í norðaru høvunum er ein beinleiðis hóttan móti trygdini hjá Russlandi. – Vandin fyri tilburðum, sum kunnu elva til ein vápnaðan samanbrest við møguliga vanlukkuligum avleiðingum, er vaksandi, skrivar [...] spenningarnar, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, skapti við kravi sínum um amerikanskan ognarrætt til Grønlands. Átakið snýr seg tó ikki bara um Grønland. Við Arctic Sentry tekur Nato við samskipanini