gera evnið áhugavert og avmarkandi fyri lesaran. Ein spurningur kundi verið at kanna eftir, hvussu nógv lesa Málteigin. Um hetta varð gjørt, kundi ein ávísur statistikkur verið gjørdur. Spurnarbløð kundi [...] góður málburður hennar var, sum hon hevði arvað frá ættarbondum sínum í Skálavík. Og hon tosaði sítt egna bygdamál. Og øll tey góðu og hollu ráð, eg fekk frá ommu, havi eg lagt mær væl í geyma. Tá ið eg [...] varðveitti bygdaframburðin. Sum nevnt, eitt av hesum góðu ráðum var, at eingin skuldi rósa sær sjálvum. Men nú eg hugsi um tað, sum omma mín fortaldi mær, havi eg nú hug til at veita øðrum rós. Tankar mínir fara
materialistisku greðingarnir gjørdust tyngri og tyngri av mati og drykkju fyltu og skolaðu í seg eins og hetta marglætisgildið varð teirra síðsta væl vitandi at svá livdu teir hvønn dag í ováti og drykkju [...] líki ein privat kapitalistiskur meldur ósmæðin og grammur sita her vælnøgdir kúgandi yvirstætturin ? snákurnar við lið ? flennur at hesum býttlingunum fæloysingunum ið fylla alt teir hava í hetta yvirfylta [...] á veg við øllum gripum fæloysinganna tann kúgaða fjøldin yvirstætturin kom til himnaborgar men har var stongt mistu flogið fullu aftur maktgirndarleiðin dró hesar greðingar snobbaraskaran kystu skitnu leiðina
hálvt annað ár, og tá vit skiltust var tú frískur og ferðugur. Tú ynskti mær alt tað besta úti í heimi. Eitt sindur øvundsjúkur var tú, og tú vísti tíðuliga, at tú ikki var so fegin um at okkara vegir skulu [...] stjórin, so gekk skjótt tann vegin, at tú eisini gjørdist vinur. Ein rættur vinur. Tú var ikki líka glaður, hvussu tað gekk hjá mær. Tú føldi við mær, tá tað gekk illa, sýndi kærleika, og hjá tær hevði tað størri [...] slettis ikki í henni eins og familjan og hinir starvsfelagarnir á Sosialinum. Ikki fyrr enn ein starvsfelagi vitjaði meg um jólini, fekk eg rættuliga at vita, hvussu sjúkur tú var vorðin. Eg hugsaði at
undirvísingin var meiri fyrilestrarkend og flokkarnir meira homogenir. Nú er veruleikin ein annar. Umframt fakliga kunnleikan er pedagogiska avbjóðingin til læraran størri enn nakrantíð. Hetta kemst av, at [...] avtaluna um 24 næmingar. Hesum var sjálvsagt einki hald í. Í útvarpstíðindunum mánakvøldið 12. jan. vísti hann á, at avtalan við YF skal broytast til 28 eins og í Danmark. Tað er ein ótrúligur hugburður um a [...] einum árgangi á studentaskúla. Hetta førir við sær, at spjaðingin í førleika og motivatión er munandi polariserað. Pedagogisku krøvini til lærararnar eru tí nógv økt. Fyrr var fakligi kunnleiki lærarans í
eitt beinleiðis krav, men tað hevur verið ein vaksandi áhugi fyri at fingið góð hagtøl. Men einki krav um, hvussu hetta skal gerast, sigur Sigurð Poulsen. ? Var tað ikki so, at ávísir politiskir flokkar [...] men tá kreppa kom, var týðuligur munur á donskum og føroyskum áhugamálum, sigur hann. Í fimtiárunum var eisini kreppa. Var støðan tann sama tá? ? Tað tori eg ikki at siga, men tá var uttanlandsskuldin ikki [...] vit mugu sjálv hava skil á okkara egna búskapi, sigur Sigurð Poulsen við Sosialin. ? Hetta gera vit við at hava góð hagtøl. Hagstovan ger síni hagtøl, men tey hagtølini, sum vit hava serligan áhuga fyri
einaferð fyrr at veljararnir hava reagerað. Tað var tá Pauli Ellefsen og Atli Dam fullu. Hetta málið er so gamalt, og nú vilja fólk koma víðari. - Hetta er mín meting, og tað er væl møguligt, at hon er [...] num«. - Eg kundi hugsað mær at vitað, hvørja rollu Bjarni Olsen og Sigurd Poulsen hava í málinum. Serliga tá hugsað verður um referatið, sum varð broytt. Eitt referat, sum var grundarlag undir handlinum [...] Tað hava vit onga orsøk til tað. Danir eru onki serligt, teir eru menniskir eins og vit. - Eisini hava vit eisini sæð, at ein av okkara veikleikum er, at vit eru ov veikir í altjóða samráðingum.
hevur sett ein bólk at kanna frágreiðingina, og tað er fyribils niðurstøðurnar hjá hesum bólki, sum Anfinn Kallsberg tekur støði í. Frágreiðingin hevur váttað okkara illgruna um, at tað var ikki alt rætt [...] Banka. Tað var tað, málið varð sett fram uppá, og tað er niðurstøðan í frágreiðingini, at illgruni okkara varð grundaður. Hvørji stig skal landsstýrið so taka nú? Landsstýrið hevur biðið ein arbeiðsbólk [...] Ladsstýrið, fyri at finna eina loysn á teimum trupulleikum, sum eru í sambandi við bankamálið. Til hetta sigur Anfinn Kallsberg, at samráðingar við donsku stjórnina skulu hava støði í teimum løgfrøðisligu
hjá føroysku peningastovnunum var alt annað enn góð, og teir høvdu brúk fyri meiri peningi. Føroya Banki fekk í desember 1992 332 mió. kr. frá Den Danske Bank, sum tá var høvuðspartaeigari. Eisini Sjó [...] tøkan pening. Til hetta svarar bankin, at allir partar í samráðingunum vóru greiðir yvir, at »likviditetsstøðan«í føroysku bankunum var hart spent, og at støðan hjá Føroya Banka var lýst í roknskapinum [...] 350 mió kr. afturat. Leiðslan í Den Danske Bank helt nú, at kappingin var farin av lagi, av teirri orsøk, at tað almenna Føroyar var farið inn í bankavirksemi gjøgnum Sjóvinnubankan. Tann 8. februar 1993
lív megnar tú tað kynstrið at brúka tey rætt. Og júst hetta var aftur ein av tínum gávum Krisjan, hetta at hava orðið í síni makt. Minnist, at Atli ein dagin ringdi til mín og spurdi, hvør skrivaði fleiri [...] børnunum at vita, at tey áttu ein góðan og einastandandi pápa. Ein pápa, sum tey altíð kunnu vera errin av at minnast. Hetta er ein góð barlast at hava við sær á leiðini seinni í lívinum. Góði Krisjan - tøkk [...] ið tá var bæði formaður javnaðarfloksins og løgmaður. Hóast Krisjan gavst sum politiskur blaðstjóri, var hann altíð tilreiðar at skriva eina oddagrein ella fleiri, tá tørvur var á hesum. Hann var eitt menniskja
Zalgiris Vilnius. Tað sigur nakað um styrkina, at hetta felagið í áttati árunum var millum tey bestu í sovjetisku 1. deildini. Í HM undankappingini var um reppið, at Litava spældi seg í endaspælið. Um teir [...] Tað kemst av, at teir hava tríggjar landskappingar og harvið tríggjar meistarar ? ein slaviskan, ein kátólskan og ein muhamedanskan. Higartil hava bara muhamedsmenn mannað landsliðið. Estland Føroyingar [...] italsku og týsku heimsstjørnunum mugu vit leggja til síðis í fyrstu atløgu. Eg kundi havt hugsað mær ein litfagrari bólk enn tann, sum vit eru endaðir í, men eg dugi væl at síggja, at vit hava møguleikar