Tað er Articon, sum víðkar um høllina vegna Vága floghavn, og nú er komið so langt, at í gjár varð farið at reisa tann nýggja partin. Umframt at høllin verður størri, skal nýtt flutningsband setast upp [...] viðførið, og smíðast skulu nýggj fundarhølir, skrivstovuhølir og vesir. – Arbeiðið gongur væl, og ætlandi er innilokað fyri jól, siga tey hjá ArtiCon. ##med2## ##med3## ##med4##
tað ikki fara aftur við borðinum, at brúgvin um Streymin nú verður 50 ár. Hetta verður hátíðarhildið í døgunum, 28. og 29. oktober. Ein rúgvusmikil skrá er løgd fyri báðar dagarnar, leygardagin og sunnudagin [...] klokkan 10, og hildið verður fram til langt út á seinnapartin. Her ber til at síga av brúnni og niður í ein bát - ella at síga av brúnni og niður í gras, sum er ein styttri túrur. Skipað verður eisini [...] halda røðu. Seinnapartin sunnudagin, 29. oktober, hava fólk høvi at ganga ella súkkla 50 ferðir yvir um brúnna og øll, sum verða við í hesum tiltaki, fáa diplom - eisini tey, sum ikki gjørdu túrin 50 ferðir
sum er ætlaður gransking í føroyskum ílegum. Við FarGen 2 (apríl 2022) varð verkætlanin víðkað, og farið varð undir at kanna ávísar sjúkur, sum hava lutfalsliga høgan títtleika í Føroyum. Málið er at kunna [...] gevur bestu heildarmyndina. Higartil er ein munandi yvirvág av konufólki. Stabbamyndin vísir eina uppgerð frá 6. okt., og ljósareyðu stabbarnir vísa, hvussu langt vit eru komin á leið móti setta málinum [...] ávikavist menn (45%) og kvinnur (73%). Mannfólk í øllum aldri yvir 18 ár, standa á ynskilistanum hjá FarGen. Verkætlanin Málið við FarGen er at savna lívfrøðiligt tilfar frá føroyingum og fáa kanningar
síðani byrjaði mann at hava veitslu um kvøldið. Hvaðani búnin er,og hví mann byrjaði at fara í búna, er ilt at vita. Myndir eru frá 1908, har búnin er í brúki. Vit vita, at tunnusláing var undir 2. heimskríggi [...] Føstulávintsbólkinum á Facebook. Tiltakið er nú so mikið stórt, at ikki er neyðugt at lýsa meira við tí. ##med4## Mynd: Kára Jacobsen Støðan í framtíðini Støðan í framtíðini er góð. Fyri nøkrum árum síðani var [...] hevur nú gjørt meira burtur úr undirhaldinum, og er farin at bíleggja mat heldur enn at hava heimagjørdan mat. Hetta lættir um fyrireikingarnar. Tey, ið útinna livandi mentanina og sum hava vitan um siðaarvin
Wiesel segði, at tað er ikki altíð lætt at gera tað rætta, men at tað heldur ikki altíð er rætt at gera tað lætta. Í hesum føri er jú eingin ivi um, at Russland er farið langt um mark. Vit eru í eini støðu [...] Og sum eg havi skilt er eingin ætlan um at steðga hesum við lóg. Spurningurin nú er ein annar. Hann er, um vit á stjórnarstigi skulu gera eina fiskivinnuavtalu við stýrið í Kreml. Um vit skulu taka í hondina [...] hugsað um heildina og framtíðina. Teir áttu at gjørt hetta til ”sannleikans stund” við opið at viðurkent, at russlandsmálið eisini snýr seg um trygd. Um virðir. Um okkara egnu fiskastovnar. Og um støðu
Sigurdsson, stjóri í Articon, skrivaðu undir sáttmála um at byggja tunlarnar Norður um Fjall. - Fyrireikingararbeiðið er nú farið í gongd, og væntandi verður farið at bora í september. Eftir ætlan verður arbeiðið [...] broytingin er í Hvannasundi. - Vegbreytirnar í báðum tunlunum eru 6,5 metrar breiðar, og síðan er ein hálvur metur í báðum síðum til veitir og annað, sigur hann. Hvat er status beint nú - hvussu langt eru arbeiðini [...] 29. november í 2024 – ella um stívliga eitt ár. - Árnafjarðartunnilin, sum er 1964 metrar langur, varð skotin ígjøgnum hin 8. november í 2022 og Hvannasundstunnilin, sum er 2265 metrar langur, varð skotin
blíva størri, ella veksa. Og neyðugt er, at framleiða meira, um vit ætla at halda fram við tí vælferð og vælferðarsamfelag, vit hava í dag. So er brennandi spurningurin, er annað bein at hóma nakrastaðni? Vænti [...] grønari orku. So her er heldur ongin forðing í so máta. Vit eiga at koma í gongd til frama fyri okkara samfelag. .............. Um eg skal hugleiða eitt sindir um tá oljuvinnan er farin í gongd, so síggi [...] dag er tað vinstravongurin við Javnaðurflokkinum, Tjóðveldi saman við Framsókn, sum sita í samgongu og stinga út í kortið. Sveinastykkið hjá teimum reyðu, síggja vit í dag, nú teirra fíggjarlóg er til
gera tey nú vart við, at her eru nøkur tøk grundstykki, sum eru til sølu. Kommunan hevur eitt yvirlit yvir tøku grundstykkini, og hetta yvirlit er nú dagført. Upptøka á grundstykkjalistanum er treytað av [...] um, eitt nú, at umsøkjarin er 18 ár ella eldri og ikki eigur grundstykki frammanundan. Um heimasíðuna - www.klaksvik.fo - sæst yvirlit, og her hava fólk høvi at skriva seg á listan. Tá farið verður inn [...] kommunu, sæst, at sjey grundstykki eru tøk Millum Hjalla, eitt við Hamarssniðið og eitt Undir Klakki. Um heimasíðuna sæst samlaða reglugerðin, og her ber eisini til at heinta umsóknarblað til grundstykkjalistan
heimum sínum og tørva hjálp. Nú eitt samdøgur er farið er framvegis palistinsk herfólk í ísraelskum býum, har tey eru í hørðum bardøgum við ísraelsk herfólk. Sambært blaðnum er tað eydnast palestinum at treingja [...] Talið av deyðum í Ísrael eftir at Hamas tók Ísrael á bóli í gjár er nú farið upp um 500. Beira enn 2000 eru særd. Tað sigur ensktmælta ísraelska blaðið Time of Israel, sum hevur upplýsingarnar frá ísraelska [...] Hamas, meðan Ísrael heldur, at talan var um helmingin. Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, segði í gjár, at hetta er eitt rættiligt kríggj, sum nú er í gongd. Hann bjóðaði ísraelsku andstøðuni
endurgjaldið, sum nakrar kommunur fáa til næmingaflutning. Talan er um eina endurgjaldsskipan, sum mett verður, at tíðin er farin frá, nú fleiri kommunur hava mist rættin til endurgjald, tí tær hava valt [...] at verða samanlagdar í størri eindir. Endurgjaldið verður einans veitt, um næmingaflutningurin er um kommunumark. Lógaruppskot um at taka burtur endurgjaldið til næmingaflutning verður tí lagt fyri Løgtingið [...] næmingaflutning Sambært fíggjarlógaruppskotinum, sum nú er farið í fíggjarnevndina, er ætlanin hjá landsstýrinum at strika stuðulin til skúlabarnaflutning, tilsamans góðar 2,2 mió. kr. Stuðulin verður latin