Reisigildi á flogvøllinum í gjár

Seinastu tíðina hevur verið arbeitt á flogvøllinum við at víða um viðførishøllina

 

Tað er Articon, sum víðkar um høllina vegna Vága floghavn, og nú er komið so langt, at í gjár varð farið at reisa tann nýggja partin.

 

Umframt at høllin verður størri, skal nýtt flutningsband setast upp til viðførið, og smíðast skulu nýggj fundarhølir, skrivstovuhølir og vesir.

– Arbeiðið gongur væl, og ætlandi er innilokað fyri jól, siga tey hjá ArtiCon.

 

##med2##

##med3##

##med4##