ut á seg við greiðum sigrum, og kyndilskvinnur munnu eisini vera stórir favorittar ímóti VB í dag. At døma eftir fyrstu vikuni, eru tað fyrst og fremst Neistin og H71, sum bjóða Kyndli av í oddinum. Neistin [...] fekk ein dyggan smeit á heimavølli ímóti Team Klaksvík. Kollfirðingar eru uppaftur skerdari í dag, tí at málverjin, Joakim Jürs fekk reytt og blátt kort í dystinum ímóti Team Klaksvík. Hann er leikbannaður [...] ur í tveir dystir. Í Havn tekur Neistin ímóti StÍF. Fyri viku síðani kendu strandingar seg óhepnar at missa leiðsluna ímóti VÍF. Mikukvøldið var tað truplari hjá strandingum, sum yvirhøvur ikki raktu dagin
í Antwerpen, Belgia. Teir føroysku svimjararnir eru væl fyri í løtuni, og hetta staðfestu teir við at seta eina ørgrynnu av nýggjum føroyskum metum og juniormetum. Magnus kolldømdur Tað var serliga Magnus [...] eisini til finaluna í 50m ryggsvimjing, men tað íkom nakað av dramatikki, tá ið yvirdómarin metti, at hann hevði okkurt klistrandi undir fótinum, sum gav honum ein fyrimun tá ið hann kavaði út í hylin [...] Føroyska metið frammanundan var 8.44.94, men teir fýra kutaðu meir enn ein hálvan minutt av metinum við at svimja í tíðini 8.09.41. Føroyskt juniormet var ikki til staðar frammanundan, og hava teir nú lagt
Tað var í 2006, at kappingin í 5-mannaførum varð býtt sundur í kvinnukapping og gentukapping. Hagtølini frammanundan verða roknað til kvinnukappingina. Leygardagin var fjórða ferðin, at gentukappingin var [...] fýra sekund aftanfyri Miðving. Miðvingur var fremstur allan teinin, og tað var einki, sum bendi á, at miðvingar ikki høvdu fult og heilt tak á kappingini. Í Klaksvík var Gullbrandur trý sekund aftanfyri
rundan um Møllehave og sigur eina erliga søgu um prestin. Um heimligt órudd, um fíggjarligt óskil, um at stríðast við depressión, um sjálvmorðstankar, um opið hjúnarband og um lygnir. Ole Sønnichsen Møllehave [...] til bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum. Søgan snýr seg um, hvussu langt fólk kunnu fara fyri at yvirliva, og hvussu langt fólk kunnu fara fyri kærleikans skuld. Hetta er ein ættarsøga um tvær kvinnur [...] luftini Í januar 1914 hittist George kongur V við einum bólki av ungum monnum úr Europa og USA fyri at kjakast um heimsstøðuna. Spenningur er í luftini, og hálvt ár seinni brestur fyrri heimsbardagi á.
Dómsnevndin í norðurlendska skúlabókavarðafelagnum hevur á fundi í Keypmannahavn gjørt av, at Norðurlendska barnabókavirðirlønin 2011 skal fara til Marjuna Syderbø Kjelnæs fyri ungdómsbókina Skriva í sandin [...] hesum samansettu søgunum um ungdómslívið í Havn í dag. Sjónarhornið skiftir frá søgu til søgu, soleiðis at vit sum lesarar uppliva hendingarnar sæddar frá høvuðspersóninum. Tey ungu berjast við somu trupulleikar [...] etingarólag, harðskap, happing, misnýtslu, sex, homoseksualitet, foreldur. Marjun vísir í søgunum, at hon torir viðgera trupulleikar, sum annars ikki hava verið lýstir serliga væl í føroyskum ungdómsskaldskapi
langt framúr í fimmgongdini. Tær megnaðu at fáa 6,929 í miðal, sum er hægsti miðalkarakterur, ið nakrantíð er givin í fimmgongd í Føroyum. Í skeiðnum megnaðu tær at fáa heil 7,8 stig – og hetta er allarhelst [...] tølt, lop og skeið – og her er tað skeiðið, sum er mest spennandi. Rossini fáa tríggjar møguleikar at vísa skeið – og tveir teir bestu karakterirnir telja við. Leygardagin vóru tað Valborg Hallursdóttir
Rainbow, Deep Purple, Chicago og Toto framføra við bólki á Summar Festivalinum í august. Sangararnir fara at framføra nakrar av kendastu sangunum, teir hava sungið gjøgnum árini, og lagt er upp til eitt stórsligið [...] partin av 70’unum, var tiltikni gittarspælarin Richie Blackmore eftir Joe Lynn Turner og fekk hann at verða sangara í bólkinum Rainbow. Og við framúr góðu røddini hjá Joe Lynn Turner og fantastiska gi [...] Yngwie Malmsteen. Joe Lynn Turner hevur framvegis ein framúr góða rockrødd, sum føroyingar nú sleppa at uppliva live fyri fyrstu ferð. Bobby Kimball Bobby Kimball munnu flestu føroyingar kenna. Orkufullu
klokkan 19:47: Allir tríggir dómararnir í X-Factor kappingini hjá DR vóru samdir um, at Linda Andrews var fantastisk, og at hon var tann av luttakarunum higartil, sum hevði gjørt fæst feilir Linda Andrews [...] atkvøða fyri Lindu, skulu sendi eini sms-boð til 1212 við boðunum »li«. - Hevði eg bara dugað so væl at sungið, sum tú, men tað geri eg ikki, segði Line Rafn. Um eina løta frætta vit, um Linda Andrews sleppur
met við at skjóta (287+287) 574 stig. Gamla metið átti Sámal Petur Joensen og varð tað skotið í ár 2000. Í bólkinum recurve vóru heldur fleiri luttakarar – 10 í tali. Sum heild kann sigast, at innleiðandi [...] Odd Andreassen, Ø, (248+224) 472 stig og nr. 4 Rógvi Dalsgarð, Tambar (T), (229+225) 454 stig. Av tí, at 10 luttóku, vóru bert tveir dystir í 1/8-finalunum. Dystirnir vóru millum Fróða Dam, T, og Rógvi Larsen
Skálamenn vísti góðan hugburð eftir steðgin, og tað saman við at heimaliðið kanska ikki var so avgjørt, sum tað hevði verið, bar við sær, at munurin við dystarenda ikki varð størri, enn hann hevði verið [...] økti til 5-0, tá ið hann royndi seg við langskoti, og málverjin ikki var so heppin. Og so var tað, at fyrrverandi B36 spælarin Uros Stojanov við brotssparki minkaði um munin til 5-1. Við sigrinum tók B36