Amerikanskar rocklegendur á Vágsbø

Legendarisku amerikansku rocksangararnir Joe Lynn Turner, Bobby Kimball og Bill Champlin fara at framføra heimshitt sum Street Of Dreams, Africa og Look Away á Summar Festivalinum

Tríggir kendir amerikanskir rocksangarar, sum hava verið sangarar í bólkum sum Rainbow, Deep Purple, Chicago og Toto framføra við bólki á Summar Festivalinum í august.
Sangararnir fara at framføra nakrar av kendastu sangunum, teir hava sungið gjøgnum árini, og lagt er upp til eitt stórsligið rockkvøld á Vágsbøi.

Joe Lynn Turner
Joe Lynn Turner er ein verulig rocklegenda. Í næstan 30 ár hevur hann sungið rocksangir sum solistur og í kendum bólkum.
Eftir tíðina sum sangari í bólkinum Fandago seinna partin av 70’unum, var tiltikni gittarspælarin Richie Blackmore eftir Joe Lynn Turner og fekk hann at verða sangara í bólkinum Rainbow. Og við framúr góðu røddini hjá Joe Lynn Turner og fantastiska gittarspælinum hjá Richie Blackmore fekk Rainbow eitt dagført ljóð og var framhaldandi eitt stórt rocknavn fyrra partin av 80’unum.
Við Joe Lynn Turner á odda hittaði Rainbow við sangum sum Street Of Dreams, I Surrender og Stone Cold, og samanlagt hevur Rainbow seld 30 milliónir fløgur kring heimin.
Joe Lynn Turner hevur eftir tíðina í Rainbow verið virkin í nógvum ymiskum samanhangum. Eitt skifti – og á einari útgávu – var hann sangari í Deep Purple, og hann hevur eisini givið tónleik út við Yngwie Malmsteen.
Joe Lynn Turner hevur framvegis ein framúr góða rockrødd, sum føroyingar nú sleppa at uppliva live fyri fyrstu ferð.

Bobby Kimball
Bobby Kimball munnu flestu føroyingar kenna. Orkufullu sangarin var oddamaður í rockbólkinum Toto, tá ið bólkurin hevði sína stórtíð, og tað var Bobby Kimball, sum legði rødd til stór hitt sum Africa og Hold The Line. Bobby Kimball var tann perfekti sangarin til Toto, sum fann sítt egna ljóð og var stórt navn um allan heimin, tá ið bólkurin seldi milliónir av sínum útgávum. Samanlagt hevur Toto selt 35 milliónir eintøk av sínum fløgum.
Bobby Kimball hevur eisini givið tónleik út sum solistur, og seinnu árini hevur hann ferðast kring allan heimin og havt framførslur. Hann hevur eisini verið í Føroyum og hevði eina framúr góða konsert her.
Bobby Kimball er í góðum formi, nú hann ferðast víðahvar og hevur framførslur við stóru Toto-hittunum.

Bill Champlin
Bill Champlin er virdur sangari og sangskrivari, og kring heimin er hann best kendur sum sangari í poppbólkinum Chicago, har hann var oddamaður í 28 ár. Chicago var eitt av størstu poppnøvnunum í USA í 1970’unum, og sambært tíðarritinum Billboard var Chicago tann bólkurin, ið stóð seg best á hitlistunum í hesum tíðarskeiði. Chicago hevur selt slakar 40 milliónir eintøk av sínum útgávum, hevur havt fimm plátur ovast á hitlistum og 21 top-10 stakløg. Millum stóru hittini, sum Bill Champlin hevur sungið, kunnu nevnast Look Away og I Don’t Want To Live Without Your Love.
Bill Champlin hevur eisini spælt í øðrum bólkum – eitt nú Sons Of Champlin – og hann hevur givið fløgur út sum solistur.
Hann hevur skrivað eina ørgrynnu av sangum til bæði sínar útgávur og útgávur hjá øðrum. Hann hevur fleiri ferðir verið heiðraður fyri sangir, og millum tónleikarar verður hann roknaður sum ein av teimum stóru poppsangarunum og sangskrivarunum.