m. Frá 2023 til 2024 síggja vit at serliga fíggjar- og tryggingarfeløg hava skift frá íløgum í lánsbrøv til at gera íløgur í partabrøv og íløguprógv. Umleið helvtin av uttanlandsskuldini stavar frá íløgum [...] at vøksturin í høvuðsheitum stavar frá virðisbroytingum og ikki fleiri útlendskum íløgum í Føroyum. Virðið á partabrøvunum minkaði við nærum fýra milliardum krónum frá 2022 til 2023, men er vaksin aftur [...] vaks upp í 7,4 milliardir krónur eftir fíggjarkreppuna. Skuldin lækkaði frá 2010 fram 2018. Ein lítil vøkstur var í skuldini frá 2018 fram til 2021, men seinastu trý árini hevur lániskuldin ligið um 9
miðlum. Føroyahúsið er opið sum vanligt frá klokkan 13 við kaffistovu, barr og sølu av ymsum góðum. Eisini er hugnaligur havi í innara garðinum, har hann sigur frá turrum veðri við 15 hitastigum, sól og [...] klokkutíðir á: https://www.facebook.com/events/vesterbrogade-17a-1620-copenhagen-denmark/mentanarn%C3%A1ttin-%C3%AD-f%C3%B8royah%C3%BAsinum-kulturnatten-i-det-f%C3%A6r%C3%B8ske-hus/1458497222053912/
fýra mál, og heilt hugaligt er tað at staðfesta, at sigurin var fult og heilt uppiborin. Burtursæð frá fyrstu 10 minuttunum hevði føroyska liðið fult og heilt tak á spælinum, hóast mótstøðuliðið í fyrra [...] og torføru temjingina, sum bar við sær, at Árni Frederiksberg kundi spæla Hanus Sørensen leysan til 1-0 málið, og hann átti sín stóra lut í 2-0 málinum. Skiftingarnar í seinna hálvleiki vístu, at tað eru [...] Føroyum og føroyingum og Eyðuni Klakstein og hansara monnum! ##med2## Føroyar – Montenegro 4-0 (2-0) 1-0: Hanus Sørensen 16. 2-0: Árni Frederiksberg 36. 3-0: Hanus Sørensen 56. 4-0: Árni Frederiksberg br
eisini 1,4 hvassir stormar (≥ 24,5 m/s) um árið, við størri styrki í ávísum økjum. Ikki óvæntað varð staðfest, at høvuðsættirnar eru úr útsynningi og vestri, sum týðiliga vísur á ávirkanina frá Atlantshavi [...] Í nýggjari og víðfevndari kanning hava granskarar gjørt eina nágreiniliga stormskrá fyri Føroyar frá 1940 til 2024. Kanningin er bygd á ERA5 og NORA3 endurgreiningardátur og mátingar á staðnum. Hetta skrivar
Føroyska talvlandsliðið tapti í gjár 3-1 fyri Finnlandi í fjórða umfari í EM-stevnuni í Georgia. Brøðurnir Høgni og Rógvi telvaðu báðir remis við hvíta fólkinum, men vóru teir eitt sindur stinnari, vunnu [...] dystin. Á øllum borðum høvdu teir altjóða meistarar við hægri styrkitølum enn okkara mótstøðumenn. 3-1 til Finnland kemur tí ikki av ongum, kortini kunnu vit harmast, at byrurin ikki var okkum blíðari. Høgni [...] einstakan leik, og enda tí aloftast í svárari tíðarneyð. Tað kemur ofta aftur um brekkur. Rógvi kom væl frá sínum talvi og hevði vunnið rókaendatalv, men tíverri var hann ikki nóg neyvur - knappa tíðin órógvaði
í heimligu pressuni millum annað soleiðis, sum tað omanfyri er endurgivið. 25. mars vann Montenegro 1-0 á heimavølli ímóti Føroyum. Sigursmálið varð skorað við síðsta sparkinum í dystinum. Síðani tá hevur [...] spælararnir siga við heimligu pressuna, at tað er munur á tí, sum nú er og tí, sum hevur verið: -Boðini frá venjaranum eru greiðari, vit tosa meiri um tingini, og liðið er betri skipað, og vit vita meiri um
gjøgnumskygda legu. Kunngerðin skal koma í gildi 1. januar 2026, og allar avtalur, sum ikki samsvara við nýggju reglurnar, skulu vera endurskoðaðar í seinasta lagi 1. januar 2027. Sostatt verður 2026 eitt slag [...] kirkjutænarar, urguleikarar og øðrum hjálparfólki í føroysku fólkakirkjuni. Tað hevur verið ynski frá bæði kirkjuráðum og Stiftsstjórnini at greiðari reglur verða ásettar um samsýningar og løn til hjálparfólk
metini fyri hesar mánaðirnar, sum vóru í ávikavist 1960 fyri juni og 2009 fyri juli og august – sí talvu 1. Eisini eru met sett fyri heitastu dagar í hvørjum mánaða, og higartil eru fýra nýggj met sett. Hesi [...] sostatt 11. septembur í ár. Heitastu og kaldastu dagar í hvørjum mánaða eru at finna í talvu her . Talva 1. Heitastu mánaðir á Landgrunninum, mátað við Mykines (1914-1969) og Oyrargjógv (1991-2024) (fyrsta linja) [...] tískil er hetta ikki endaliga virðið. ##med2## Hvussu hitnar sjógvurin? Í tíðindunum í juni varð greitt frá, hvussu hitin í sjónum á Langrunninum kann hitna: Tað er antin gjøgnum vatnskorpuna ella við innráki
hevur verið tøkur, hevur Viljormur Davidsen verið liðformaður, og tá ið Føroyar 8. september vunnu 1-0 í Gibraltar, var Brandur Hendriksson Olsen liðformaður. Brandur var liðformaður, tí Hallur og Viljormur [...] fýra havt bindið um armin. Hallur er so at siga skipari, Viljormur er yvirstýrimaður, og so er Odmar 1. stýrimaður og Brandur 2. stýrimaður. Hallur er ikki førur fyri at spæla í kvøld. Viljormur er ikki [...] onkra ferðina verið liðformaður síðsta partin av dystinum, men hetta verður fyrsta ferðin, at hann frá fyrsta bríksli hevur bindið um armin. Í kvøld fer 35 ára gamli Odmar Færø – allahalgannadag verður
na í 2024. Í 2024 var vakstrarískoytið frá tænastuvinnum 1,5 prosent og hjá tilfeingisvinnum 1,3 prosent. Framleiðsluvinnan hevði negativt vakstrarískoyti á 2,1 prosent í 2024. BTÚ í ársins prísum nærkast [...] afturgongd í 2024 - afturgongdin var 1,0 prosent. Hinvegin hevur framgongd bæði verið í donskum og norskum búskapum í 2024. Búskaparvøksturin í Danmark var 3,5 prosent og 2,1 prosent í Noregi. Tænastuvinnan [...] Vakstrarískoyti vísir ískoyti frá vinnugreinabólkunum til broytingina í samlaðu virðisøkingini. Tjóðarroknskapurin við smærri rættingum Í samband við útgávu av tjóðarroknskapinum frá í ár var gjørd ein minni