Flemming Raben var fegin um dystirnar móti sterku íslendsku manningini, tí at dystirnir vóru eitt gott høvi hjá honum at síggja nakrar nýggjar spælarar royna seg í landsliðshøpi. Men landsliðsvenjarin heldur [...] áhugaðir í at verða við í landsliðshøpi, skulu fylgja. Hondbóltssambandið fer at koma við einum útspæli til, hvussu teir føroysku spælararnir hvør í sínum lagi kunnu arbeiða við kropsligari venjing, tí tað er [...] teir eru í løtuni. Sum nú er, liggur hondbólturin í Føroyum stillur alt ov leingi, og tað ber ikki til, um vit ætla at verða við í altjóða hondbólti, heldur Flemming Raben.
fiskiskipaflotanum - Christian í Grótinum - at í Norðhavnini. Nógv fólk vóru møtt til hátíðarløtuna, og flestu teirra nýttu eisini høvi at vitja umborð. Tað var Jan Petersen, stjóri, sum bjóðaði vælkomin, og Kristian [...] fram. Karl Johansen helt, at nýggi og stásiligi nýbygningurin er eitt fantastiskt bragd, sum hann tók til, og hann segði seg gleðast saman við eigarum og manning. - Eg haldi, vit øll kunnu vera samd um, at [...] yvirlivað og ment seg tvørtur um ættarlið. Christian í Grótinum er ein sólskinssøga. - At eg skuldi fáa høvi at taka ímóti einum so stórbærum skipi, sum abbasynirnir hjá Palla hjá Marionnu hava staðið á odda
orsøkin er enn einaferð, at KT skipanirnar hava svikið. Próvstovan sendi í morgun skriv út til miðlarnar um orsøkina til hendingina. Har varð skrivað, at tey á Próvstovuni tíverri mugu staðfesta, at landsroyndin [...] megnaði ikki í uppsetingini at svara fyrispurningum frá teimum uml. 700 næmingunum nóg skjótt. Tí fingu flestu skúlarnir trupulleikar at avgreiða royndina. Royndin í morgun bleiv tískil avlýst. - Hóast [...] ikki at henda og skal ikki endurtaka seg aftur. Tað er nógv fyri, at mann freistast at fara aftur til pappír og blýant, sigur Herálvur Jacobsen.
og tónleikari. Konsertin fyri 12 árum síðani við Roger Hodgson er kanska besta løtan, tá alt kemur til alt. Rørandi, fangandi og hugtakandi. Tað var sum røddin hjá Roger flutti meg aftur í tannárini í einum [...] raggaðu vit okkum heim. Mín sann um vit ikki rendu okkum í Roger Hodgson beint við Sparikassan, og fingu heilsað uppá hann. Hann var blíður og týður og eg minnist hann endaði við at siga: "See you" Sum [...] stóra palli við Frændum vóru kanska serliga hugtakandi, hendan velduga fjøldin á Vágsbøi sum sang við til hvønn sang. Ríkar løtur, sum eg enn goymi í hjartanum og minnist við gleði. Takk fyri SF.
er hetta eitt gott høvi at fara ein túr í býin við børnunum. Og tað var júst tað, sum tær báðar Sunnleyg Olsen og Hannelina Beder gjørdu. Tær pakkaðu taskurnar hjá børnunum og fóru til gongu oman í miðbýin
væl til samráðingarnar og hevur til endamálið sett búskaparfrøðing at gera kanningar, so felagið hevur tilfar, ið er væl ígjøgnum arbeitt og sum verður lagt fram til samráðingarnar. - Vit eru til reiðar [...] Dagfinn Olsen - Tað, ið hevur eggjað okkum til hetta er, at um vit fara eitt lop aftur til 1993, tá lønarniðurskurðurin kom, so hava 2 samráðingar verið síðani, ið ikki hava verið veruligar samráðingar [...] Gunnleivur Dalsgarð. Hann sigur, at eitt høvuðskrav til samráðingarnar í 1997, var at fáa hetta inn, og Starvsmannafelagið hevur fyrireikað seg væl til hetta og segði sáttmálan upp 22. november, men hevur
fyrsta túrinum til skips í 1937 var hann smyrjari. Tí hevði maskinrúmið umborð á stóra pelagiska skipinum eisini hansara stóra áhuga. - Maskinan umborð á skonnartini Sólarris var 148 hk. í mun til teir umleið [...] at hann megnaði sína uppgávu til lítar. Hann er skilagóður og hóast ungur, hevði manningin virðing fyri honum. Hann verður einaferð góður, trúgvi eg, sigur hann. Vit kunnu til stuttleikar skoyta upp í, at [...] túr á havinum, spurdu vit hann um hansara fyrsta túr til skips: - Eg fór við skonnartini, Sólarris úr Sandavági, sum 17 ára gamal í 1937. Vit fóru til Grønlands við bátum. Fiskaðu bæði úr bátunum og við
síðani, tá strandingar fingu sær danskan venjara, Tonny Kjær nevndur. Hann visti, at skuldi eitt gott fyrstalið uppbyggjast, so skuldi byrjast frá botni, og tí legði hann grundina til eitt mennandi ungdómsarbeiði [...] síggja úrslitið av, sigur Henry Jarnskor, meðan hann heldur í fartelefonini. - Eg má fara at ringja til Tonny og siga honum úrslitið. Á, gud sum hann verður glaður, sigur Henry við einum stórum smíli um [...] vit fara at lata tað liggja eina tíð enn í hvussu er. Nú skulu strandingar í hvussu er hava loyvið til at gleðast yvir hetta meistaraheiti.
starvsfólkini fólk verða manipulerað, eitt nú at tey fingu tilsøgn um ávísar arbeiðsuppgávur, sum síðani so spakuliga vóru tiknar frá teimum aftur, til tey at enda sótu eftir við ongum. - Síðani setti stjórin [...] viðmerkingar hava til málið í dag. Karin Kjølbro, formaður í stýrinum fyri ALS, var ikki at hitta allan dagin í gjár, og Jákup Danielsen, stýrislimur, vildi heldur gera sínar viðmerkingar til málið á stýrisfundi [...] virka. Saman við Tórgerð Nielsen, leiðara á ALS, einum málsviðgera og bókhaldara, løgdu tey virksemið til rættis. Í november 1996 varð Sjúrður Horsdal settur sum stjóri á ALS. Tá byrjaðu starvsfólkatrupulleikarnir
politiskt avtalaða leistinum. - At bankin kanska kundi verið seldur fyri meira um valt var at selja allan til t.d. ein strategiskan íleggjari, tað bleiv eisini gjørt greitt í útgreiningini frá Fíggingargrunninum [...] lisið tað eisini. - Hetta er gjørt í tráð við leistin, metir Johan Dahl, ið tó heldur, at tað ber til at fýlast á býtinum millum privatar og strategiskar íleggjarar. - Tað er óheppið, at tað bleiv soleiðis [...] urin eigur at greiða frá, hvussu tey hava valt sínar íleggjarar, m.a. hví stjóraranir í bankanum fingu ein stóran part av partabrøvunum, um teir og starvsfólkið hava fingið sama lutfall av teirra tekning