seks mál í landskappingini í ár. Skála vann brotsspark, áðrenn fimm minuttir vóru farnir. Tá var tað Martin Johansen, sum er toppskjútti við átta málum, sum royndi seg, men Hans Jákup Arngrímsson í heimamálinum [...] Skála er topplið, og Skála var favorittur undan grannauppgerðini í Leirvík. Skála vann ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi, men tað leyp ikki so nógv av. Úrslitið var 2-1 eftir hálvleiksstøðuna 1-1. Sigursmálið [...] fimm minuttir seinni var tað Fannhard Antonson Skoradal, sum javnaði til 1-1. Hetta var fyrsta málið í ár hjá bæði Kristian Martin Jakobsen og Fannhard Antonson Skoradal. 11. apríl vann Skála 3-0 á heimavølli
framsøknu ætlanunum í hondbóltinum. Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, og Hans Jákup Mikkelsen, stjóri á Mowi, gjørdu ikki mætari enn at undirskriva sáttmálan úti við ein av aliringunum í Oyndarfirði leygardagin [...] tvey endaspøl í vetur, sigur Hans Jákup Mikkelsen. – Stuðlarnir og stuðlasamstarvið eru ein fortreyt fyri at HSF kann virka á tí støði, sum vit eru komin til. Fleiri bóltar verða tveittir í mál á vøllinum [...] undirskrivað um vikuskiftið, har HSF var á smoltstøðini á Hellunum og alibrúkinum í Oyndarfirði og vitjaði saman við við forsetanum í EHF, Michael Wiederer. Mowi, fyrr Marine Harvest, hevur verið stórstuðul hjá
helvtin av sildini var úr 2016-árganginum, og størsta sildin stóð vestast í kanningarøkinum. Svartkjaftur var bara at fáa eystast í kanningarøkinum, har sjógvurin er heitari. Mesta av svartkjaftinum var 3 [...] og 4 ára gamal, men eisini nakað av ársgomlum svartkjafti var uppií. Hesi eru høvuðsúrslitini, nú Jákup Sverri kom aftur á Havnina mánadagin 12. mai, av sildakanningum norðanfyri. Kanningin er skipað sum
sindur í bremsuna í roynd at verja leiðsluna. B68 spælið hekk betur saman, toftamenn vóru ágangandi, og tað vóru fleiri spentar støður í brotsteiginum frammanfyri Anders Tønnesen. Miðskeiðis í seinna hálvleiki [...] fínum máli. Marley Blair spældi í vinstru til Samudeen Musah, sum streyk ígjøgnum og legði flatt innfyri. Og mitt fyri málinum var Marley Blair runnin, og hann stýrdi bóltin í málið. Sum seinni hálvleikur [...] sum skoraði málið. Hann sneiddi seg leysan í vinstru og smekkaði til. Málverjin sá út til at hava tak á støðuni, men so misti hann bóltin umvegis stólpan og í málið. Toftamenn hildu fram at trýsta, og Hanus
Tað endaði 1-0 til heimaliðið, tá ið B36 í kvøld hevði vitjan av FC Suðuroy. Einasta málið varð skorað í 62. minutti. Símun Sólheim sendi við hornasparki úr vinstru bóltin dygst undir málið, og á dóma [...] sjálvmál, tá ið bólturin endaði í handara síðunetinum. B36 sigurin ber við sær, at árstalsfelagið er á fjórða plássi við 16 stigum. Tað eru tvey stig fram til grannarnar í HB, sum eru á bronsuplássinum, [...] gestirnir høvdu. FC Suðuroy var tó á ongan hátt niðurspælt, og aftur í kvøld var avrikið hjá FC Suðuroy eyðkent av góðum grundspæli, og at tað í løtum eydnaðist at varðveita bóltin. Verjuparturin var fyri tað
minuttir. Fínt álop í høgru endaði við, at Patrik Johannesen legði bóltin til handara stólpa, og har var tað vongverjin í vinstru René Shaki, sum úr stuttari fjarstøðu potaði bóltin í málið. Páll A. Klettskarð [...] spentar støður í KÍ brotsteiginum, men Odmar Færø og verjan og sentrali miðvøllurin, har Jákup B. Andreasen gekk á odda, riðu stormin av. Um tríggjar vikur – leygardagin 31. mai – hittast KÍ og NSÍ í Klaksvík [...] Tað endaði 2-1 til gestirnar, tá ið toppliðini, sum høvdu fulla úrtøku við sær á vøllin, í kvøld dystaðust í Runavík. Sigurin ber við sær, at KÍ eftir fyrsta triðingin framvegis hevur fulla úrtøku, og
stýrisvølin valdast eisini um, hvussu tað fer at laga seg. Í kvøld í Sarpugerði styrkti André Olsen um sína støðu sum HB venjari. Talan var um HB lið í heilt nýggjari útgávu. Hugburðurin var heilt øðrvísi, [...] eitt sindur. Undir liðini á Viljormi Davidsen í miðverjuni var Heðin Hansen, sum avrikaði ógvuliga sannførandi. Leikskipanin var í kvøld 4-4-2, og serliga í verjuspælinum var talan um sera góða skipan. [...] bólturin tók í ein av heimamonnunum og snýtti málverjan og so var 1-0 til HB. So gekk tað fyri seg eftir treytunum hjá HB, sum fyrst og fremst bant um í verjupartinum og gav sær góðar stundir í sambandi við
ábyrgdina av uppflytarunum í FC Suðuroy. Í dag eru Palli og Pól og teirra menn í høvuðsstaðnum. Ørindini eru at spæla ímóti B36. Fyrsta bríksl í Gundadali verður klokkan 18.30. Teir í B36 eru særdir, tí tað [...] Vágbingurin í B36, Heini Vatnsdal, hevur leingi verið skaddur. Nú er tað tætt við, at hann aftur er førur fyri at spæla. Dánjal Godtfred hjá FC Suðuroy er leikbannaður, og tað er ivasamt, um Jákup Joensen [...] ferðirnar hava mótstøðuliðini hjá FC Suðuroy verið tey ovastu á støðutalvuni, og soleiðis verður tað í kvøld og eisini tríggjar tær næstu ferðirnar. Spælið hjá FC Suðuroy hevur verið á heilt góðari leið
Vestur, sum í kvøld fær vitjan av EB/Streymi. 07 Vestur hevur framvegis ongan dyst vunnið. Einasta stigið á kontuni er tað, sum vágaliðið vann í málleysa javnleikinum á útivølli ímóti Víkingi í triðja umfari [...] Sigfríður S. Clementsen og hansara menn í EB/Streymi eru á veg vestur til Sørvágs við stórum sjálvsáliti. Síðst vunnu teir 2-0 í Gundadali ímóti B36. Stóri spælarin í Gundadali var Boubacar Dabo, sum støðugt [...] tøkir aftur, eftir at teir hava verið skaðadarvaðir. Virgar Jónsson er leikbannaður, og Jákup Hummeland er skaddur í rygginum.
liðnum í 1. deild, og seinna árið hevði hann ábyrgdina av bæði liðnum í 1. deild og kvinnuliðnum í bestu deildini. Í fjør megnaði hann at lyfta uppflytararnar í NSÍ fram á fjórða plássið, og í kvøld fer [...] KÍ. NSÍ venjarin er 45 ára gamal og ættaður úr Karlskrona í Blekinge í syðra partinum av Svøríki. Hetta er fjórða árið, at hann er í Føroyum. Í 2021 og 2022 var hann á lønarlistanum hjá KÍ. Fyrra árið hevði [...] NSÍ fær vitjan av KÍ í ultimativa toppdystinum. KÍ venjarin, 50 ára gamli Magnus Powell, er ættaður úr Örnsköldsvik í sentrala partinum av Svøríki. Hann var fyrstu ferð í Føroyum í 2021, tá ið hann vandi