Kynstri verður at skipa so fyri, at samhaldsfasta skipanin vit hava við streymveitingini í Føroyum verður intakt, samstundis við at privata vinnulívi fer at síggja møguleikar í at gera íløgur í grøna orku [...] haldi ikki at vit eiga at ræðast, men heldur at gleðast um at grøna orkuskiftið nú er nakað sum fyritøkur hava hug og orku at leggja pengar í. Ein fyritøka fer tó einans at gera eina íløgu, um hon sær fyri [...] fyri, at tað ber til hjá vinnuni at gera íløgur í grøna orku, til sín sjálvs, og til okkum onnur. Eftir Veðurlagspolitikkinum ætla vit okkum at náa 45 % minking í oljunýtsluni á landi áðrenn 2030 (í mun
teimum, ið ikki sleppa fram at húsamarknaðinum? Jú, gamaní, skjótt man Havnin fara at líkjast Eysturberlin. Íbúðarblokkar, fíggjaðir av landinum, í nøkrum grannaløgum. Heldur gongdin á, er skjótt, at tað kann [...] Í einum demokratiskum landi við fríum marknaðarbúskapi er egin bústaður størsta íløga, sum flestu borgarar gera í lívinum. Tey plagdu at siga, at “ognarrætturin er heilagur”. Skulu hesi visdómsorð galda [...] má hitt almenna ikki leggja fótonglar fyri tí. Jú fleiri fólk eru sjálveigarar, jú sunnari og meiri haldførur verður búskapurin. Tað er eingin loyna, at í dagsins samfelag er torført at keypa sær hús. Serliga
iva um hon orkar at vera verandi. Ikki tí hon ikki dugir. Ikki tí hon ikki vil. Men tí umstøðurnar ikki loyva henni at gera arbeiðið, hon er útbúgvin til – arbeiðið, sum okkara børn hava uppiborið. Hon greiðir [...] gevast ikki, tí børnini líða hvørja ferð ein relatión brotnar.” Hesi orðini fekk eg frá einum ungum, vælútbúnum námsfrøðingi, sum er komin heim til Føroyar við dreyminum um at gera mun. Í dag er hon í iva [...] eindømi. Hetta er ein skipan, sum ikki virkar. “Hví er tað ongin, sum hugsar um meg? Men bara um bilar og stóran veg”, sang Hjørdis á sinni. Tað er ein landsuppgáva at tryggja, at nóg nógv fólk verða útbúgvin
Viku, at tað fyri føroyskar arbeiðsgevarar kostar minni í bót at bróta arbeiðsumhvørvislógina enn í øðrum londum, og at brot á lógina ikki hevur so stórar avleiðingar. Hetta kann møguliga gera, at arbeiðsóhapp [...] Tað eru nógv fleiri arbeiðsóhapp í Føroyum enn í okkara grannalondum. Hetta er langt frá nóg gott. Arbeiðstrygdin SKAL vera í lagi, og tað skal ongantíð vera farligt at fara til arbeiðis. Arbeiðstakarar [...] meta seg í størri mun enn aðrir starvsbólkar at hava vánalig trygdarviðurskifti á arbeiðsplássinum. Munandi fleiri í hesum starvsbólki hava upplivað minst eitt arbeiðsóhapp. Eisini frættist í Degi & Viku
frammanundan ikki dáma at koyra í Líðini, men tá tú ert vanur við tað, hugsar tú ikki so nógv um tað. - Tó má eg siga, at fyri mítt viðkomandi er hetta nógv broytt seinnu árini, tí tú veitst ikki, hvat tú [...] smalur í støðum, og tað er javnan, at grót kemur oman á vegabreytina. Kvinnan í Skálavík, sum skrivar um hendingina í morgun, sigur, at her kundi tað sama ein vanlukka verið hend, um bilførarin ikki var so [...] bussurin at møta tær á smala vegnum? Hon leggur aftrat, at oftari og oftari kemur tú fram á grót, sum er riðið oman. - Skulu vit veruliga bíða eftir, at ein vanlukka hendir? Í morgun var um reppið, at ungur
nini við at samanbera seg við onnur og at telja likes. Hendan røðan situr í mær enn, og gav mær veruliga nógv at hugsa um, at vit verða noydd at seta avmarkingar á í mun til snildtelefonir í skúlunum. [...] Tað var ikki sørt ørkymlandi at frætta í tíðindunum herfyri, at gentur við ADHD og autimsu fáa fleiri sálarsjúkur enn dreingir. Sambært námslektara og Ph. D lesandi, Tórunn Højgaard Òsa, sum hevur granskað [...] gerst støðan bara enn verri. Krøvini til okkara ungdóm økist í stórum bæði í mun til faklig krøv í skúlanum, hvat verður forvæntað av teimum í mun til hægri útbúgvingar og til framtíðarstørv. Sosialu miðlarnir
stóra framgongd í grøna orkuskiftinum. Fyri at tryggja hetta skulu vit: lata privatar aktørar sleppa í gongd at gera íløgur í grøna el-framleiðslu til egna nýtslu broyta mannagongdina í sambandi við útbjóðing [...] fylgir ikki við. Í nógv ár hava borgarar og vinnan umstillað seg til at fara yvir í el-nýtslu, men framleiðslan av grønari el-orku fylgir ikki við. Um vit gera neyðugu broytingarnar, fara vit at síggja [...] Bakkafrosti. Hetta er eisini ein spurningur um kappingarevni hjá okkara útflutningsvinnum, tí at keyparar í útlondum seta størri krøv til minkandi útlát í framleiðsluni. Tískil eru vit í tí støðu, at um vit
útbúnir. Hetta er ikki bara ein trupulleiki fyri lærlingin, men eisini fyri fakliga støðið í Føroyum. Fakliga støðið er ikki nóg høgt, um ongin lærlingur dumpar. Ein einfald og skilagóð loysn er at innføra [...] eisini okkara ábyrgd at tryggja, at lærlingar fáa eina veruliga útbúgving – og ikki bara verða brúktir sum arbeiðsmegi. Tað eru fleiri handverkaraútbúgvingar, og trupulleikin gongur aftur í fleiri fakum. Sjálvur [...] við sama arbeiði – at heingja kaðalbakkar upp ella draga kaðlar – og fáa tí ikki eina fullfíggjaða útbúgving. Eg veit enntá um húsasmiðir, sum ongantíð hava sett vindeygu ella hurðar í, tá ið teir eru útbúnir
búskapurin er í hákonjunkturi. Tá hjólini mala skjótt, og nógvir pengar eru í umferð, eigur politiska ábyrgdin at vera greið. Vit skulu spara. Ikki tí at vit eru ímóti menning, men tí at ábyrgd krevur, at vit hugsa [...] trupulleikan við tí at ungdómurin flytir av landinum, og einans fimti hvør kemur aftur, men hvør hevur hug at búgva í einum landi, sum ikki hugsar um búskaparligu framtíðina? Hetta snýr seg ikki bara um tøl á [...] u. Hetta snýr seg um javnstøðu og rættvísi í millum ættarlið. Sannleikin er einfaldur. Tað eru vit ungu, sum fara at gjalda. Vit eru statistiskt tey, sum fara at liva longst. Tað merkir eisini, at vit
Henda Blokkstuðul skipan hevur í øll hesi árini staðið sum ein fíggjarligur garantur í tí almenna geiranum í FØ. Og fyri at seta tær árligu Blokk upphæddirnar eitt sindur í perspektiv, so geva tær fýra sístu [...] at fáa javnvág í fíggjarlógina. Tað eydnaðist kortini ikki at sleppa av við hallið á fíggjarlógini í tíðarskeiðnum 2012 – 2025, men pensiónsgrunnurin bleiv drenaður fyri 5,4 milliardir kr. (Kelda Fígg [...] teir valdu politikarnar at avtaka forskattingina av inngjaldi til eftirløn, og at snikka ein langtíðar sjálvberandi búskap, uttan blokkstuðul. Við at lata hetta standa sína roynd í praksis, kunnu vit síggja