í samband við at komandi útgávan hjá Eivør “Tungl” kemur út 16. oktober, kunngjørdi Eivør fyrr í vár konsert í Norðurlandahúsinum 17. oktober. Vegna stóran áhuga hava vit valt at seta eina eyka konsert [...] útgávu “Enn”, ið kom út í 2024. ímeðan “Enn” skoðar úteftir, og leitar eftir vón og ljósglottum í einum annars myrkum heimi, so hyggur nýggja útgávan “Tungl” kanska meira inneftir. Inn í tað sárbara, eyma og [...] til hesa konsertina kunnu nú keypast á NLH.fo Hetta verður fyrsta konsertin í longu konsert røðini, ið liggur fyri framman í sambandi við nýggju útgávuna. Konsertferðin spennir víða. Fyrst Norðurlandahúsið
Vegabyggingin komin í hæddina — nú viðlíkahald Soleiðis var yvirskrift í Sosialinum 28. oktober í 1976, har skrivað varð um tunnilin, sum lat upp fyri ferðslu 24. august í 1976. Nú verður tunnilin kallaður [...] Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðingur, støðuna í vegabyggingini í Føroyum. Hann var fyrsti røðari undir einum hátíðarhaldi við eystara bergholsmunnan, tá bergholið í Eysturoynni varð latið upp fyri almennari [...] hendur. Deyðsríkið Tey mongu deyðsføllini í sambandi við ferðing eftir landi hesi seinnu árini vóru eisini nevnd í røðunum undir hátíðarhaldinum. Landsstýrismaðurin í vegamálum, Dánjal Pauli Danielsen, segði
Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, boðar frá einari nýggjari ES-ætlan fyri Arktis, sum verður løgd fram í heyst. Á tíðindafundi í Nuuk í dag gjørdi hon samstundis greitt, at ES stendur saman [...] segði hon. Hetta var onnur ferðin í tvey ár, at Ursula von der Leyen vitjaði Grønland. Fyrsta vitjanin var í 2024, og sambært henni kann ein nýggj vitjan væntast innan ikki so langa tíð. – Eg vóni at kunna [...] Danmark í kjalarvørrinum á hóttanunum frá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um at taka Grønland. – Vit standa saman við Grønlandi og Danmark. Framtíð Grønlands er upp til Grønland at gera av – ikki onnur
verður finala í kappingini um løgmanssteypið millum Víking og KÍ, og umstøðurnar at spæla fótbólt eru góðar. Á liðuppstillingini er tað hjá Víkingi at leggja til merkis, at Rani Hansen er í álopinum, nú [...] nú Aron Benjaminsen ikki er við. Hóast 26 ára gamli Rani Hansen sambært FaroeSoccer hevur spælt 40 landskappingardystir í Meistaradeildini, so hevur hann heilt sjáldan verið millum teir fyrstu ellivu. Hjá [...] Nicolas Tellechea og Hallur Hansson eru á beinkinum saman við Jean Carlos De Brito og Deni Pavlovic er ikki á listanum. Gilli Rólantsson Sørensen og Odmar Færø eru miðverjar, Daniel Johansen er á vinstra vongverja
at viðkomandi ikki var førur fyri at taka sær av sær sjálvum. Hin fekk bót fyri at sláa á ein politibil og á tann hátt órógva løgreglufólk, sum vóru til arbeiðis. Harumframt tók løgreglan í Havn ein bilførara
atlimaskap. Fyrireikingarnar skulu gerast í miðfyrisitingini, í allari skúlaskipanini og á Fróðskaparsetrinum, men eisini í ítróttinum og øðrum felagsskapum í Føroyum, sum kunnu gagnnýta Erasmus+. Bjørg [...] víðari, krevjast íløgur í eitt nú venjarar, serfrøði, gransking, útbúgving og altjóða samstarv. Her kann Erasmus+ gerast eitt sera týdningarmikið amboð. Erasmus+ verður ofta sett í samband við lesandi, sum [...] eiga heldur ikki at gloyma íðkaran sjálvan. Eitt av tilmælunum hjá IDAN er at gera tað lættari hjá úrvalsíðkarum at sameina ítrótt við útbúgving og arbeiði. Tað er júst ein av raðfestingunum í Erasmus+,
kappingardystin í svenskum hondbólti. Talan var um fyrru sekstandapartsfinaluna í svensku steypakappingini á útivølli móti Country úr triðbestu deildini. Country er tað minna hondbóltsfelagið í Skövde. Country [...] Country hevði ikki verið tann nógvi spenningurin í dystinum. Tað vóru 1.572 áskoðarar til dystin, ið er met fyri ein heimadyst hjá Country. Komandi leygardag klokkan 14 verður returdysturin leiktur í Arena Skövde [...] Komandi kappingarár í bestu svensku hondbóltsdeildini skal landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen kappast við Alvin Sjöstrand um at sleppa at verja málið hjá IFK Skövde i bestu svensku hondbóltsdeildini.
Sjey fólk eru deyð, eftir at ein tyrla við ferðafólkum datt niður í Samburu-økinum har norðuri í Kenya í morgun. Sambært kenyanska loftferðslueftirlitinum vóru seks ferðafólk og ein flogskipari umborð [...] lívi. Tyrlan fór úr Loisaba Conservancy og skuldi flúgva til Ewaso Nyiro-økið í Samburu. Hon datt niður klokkan 9.13 lokala tíð í einum fjarskotnum og torførum fjallalendi nærindis Mount Ololokwe. Fimm av [...] øllum teimum deyðu eru ikki almannakunngjørdir. Kenyanski Reyði Krossur og aðrir bjargingarmyndugleikar vórðu sendir á staðið. Bjargingararbeiðið var torført, tí vanlukkustaðið liggur í ósløttum og fjarskotnum
at lítið inntriv er gjørt í lendið innanfyri rossagøtuna, og at økið sambært teimum ikki er lagt av til ítróttarøki í byggisamtyktini. Eisini verður víst á, at talið á másum í økinum er vaksið seinnu árini [...] tilfarið skal flytast Í hoyringssvarinum verður eisini funnist at, at ætlanin ikki lýsir nóg væl, hvussu arbeiðið skal gerast, hvussu nógv tilfar krevst, ella hvussu tilfarið skal flytast út í lendið. Reiðfeløgini [...] lastbilafarmar. Hetta eru metingar hjá reiðfeløgunum og ikki tøl, sum framganga av innsendu breytartekningini. Arbeiði steðgað Brandur í Dali, formaður í Ríðisambandi Føroya, upplýsir, at Sersambandið fyri
sum taparin, um samveldið ikki ynskir Turkaland sum lim. Turkaland fekk støðu sum ES-limalandsevni í 1999, og samráðingarnar um limaskap byrjaðu í 2005. Tær hava tó ligið stillar í nógv ár. Ein orsøk er, [...] borgarstjóra í Istanbul og einum av fremstu politisku kappingarneytunum hjá Erdogan. Imamoglu varð varðhaldsfongslaður í sambandi við eitt mál um mutur og svik. Rættarmálið heldur eftir ætlan fram í Istanbul [...] Tað sigur turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, í samrøðu við Al Jazeera. – Evropasamveldið hevur ikki høga raðfesting hjá okkum, sigur Erdogan sambært týska tíðindastovninum dpa. Hann heldur kortini