einki orðaskifti um málið. Tað er beint í Fíggjarnevndina at venda, sum tað eigur, men tað er bara ein avgreiðsluspurningur og tað fer bara í nevndina at venda og verður lagt fram aftur um eina løtu, tá ið [...] Løgtingið er kallað saman til fundar í dag fyri at tryggja, at samfelagið kann halda fram ótarnað eftir nýggjár. Fíggjarlógin fer úr gildi á nýggjárinum, men nú er val útskrivað og tað merkir, at Løgtingið [...] januar. Tí hevur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú lagt eitt uppskot fyri Løgtingið um bráfeingis játtanarlóg fyri næsta ár. Tað er fyri at Landskassin kann halda sínar skyldur næsta ár
dystir har VAR verður brúkt, skrivar Fótbóltssambandið. – Um vit ikki fylgja gongdini í altjóða fótbólti, og tí menning, sum alla tíðina fer fram, er skjótt, at vit verða eftirbátar. Hetta er eisini galdandi [...] við samstarvið, sum vit hava við Danmark og Noreg, tá vit býta um dómarar. Føroysku dómararnir, ið hava dømt altjóða, hava staðið seg væl, so hetta er eitt stórt stig rætta vegin, sigur Lassin Isaksen við [...] heima enn, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá FSF, og leggur afturat, at tíðin kemur at vísa, um, ella nær, vit fara at taka VAR í nýtslu í Føroyum. Í seinnu hálva av hesum árinum hava føroyskir dómarar
fingu vit at vita, at um uppskotið bleiv samtykt, so var eingin samgonga longur. Men tað hendi kortini ikki. Miðflokkurin, sum hevði boðað frá, at hann segði samgongusamstarvið upp, um málið bleiv samtykt [...] lógini er, at tær nógvu fylgilógirnar blivu ikki broyttar. Tað var sum um at tað ráddi bara um at fáa høvuðsmálið avgreitt, og so máttu fylgilógirnar koma seinni. Navnalógin er framvegis ikki broytt, og [...] um á facebook, so roynir onkur har at bólka meg og onnur saman við teimum liberalu – hóast vit atkvøddu ímóti uppskotinum. Lóg er lóg So leingi sum eitt lógaruppskot ikki er samtykt, so kunnu vit stríðast
4 milliardum í 2080. Orsøkin til, at fólkatalið ikki fer at halda fram við at vaksa í framtíðini er, sambært Ilya Kashnitsky, at fólk so hvørt sum lívsumstøðurnar verða betri, fáa færri børn. /ritzau/ [...] Vit verða fleiri og fleiri fólk í heiminum. Í dag verður roknað við at heimsins fólkatal fer um átta milliardir. Tað vísir framskriving hjá ST. Fólkatalið veksur tó ikki óansað. Tí er tað ikki ein trupulleiki
kunnað fótbóltsfeløgini um, at hann á ársaðalfundinum, sum ásetingarnar siga skal vera innan 1. apríl, og sum plagar at vera í februar, fór at leggja frá sær. Tá heitti hann á feløgini um at finna annað formansevni [...] at hann var formaður í fólkaflokkinum, og løgtingsval stóð fyri framman, so var tað, at Christian Andreasen heitti á feløgini um at finna nýtt formansevni. Nú er alt broytt. Løgtingsval er útskrivað at [...] Andreasen nú hevur boðað fótbóltsfeløgunum frá, at hann fer at halda fram í formanssessinum í FSF, sum hann er valdur at sita í fram til aðalfundin á vári í 2025. Tað gjørdi hann á eftirmetingarfundinum
frá klokkan 16 um dagin, til á midnátt gerandisdagar, og frá klokka átta á morgni til á midnátt um vikuskiftið og halgidagar, var ein vaktarlækni til arbeiðis á Landssjúkrahúsinum og so vóru tveir læknar [...] ordiliga bráðneyðugt. Eftir klokkan 21 um kvøldið kann tað henda seg, at læknavaktin er aðrastaðni enn á Landssjúkrahúsinum, so fólk skulu verða fyrireikað upp á at fáa boð um at møta aðrastaðni enn á Landss [...] til at halda fram við hesi skipan, tí arbeiðsbyrðan er alt ov stór, sigur Kommunulæknafelagið. Tí er skipanin við læknavaktini nú broytt fyri tey, sum hava brúk fyri lækna ímillum klokkan 16 um dagin og klokkan
Ein japonsk krukka, sum áður hevur avgjørt politiskar lagnur um høgar sessir í Fólkatinginum, verður tikin fram aftur í Fólkatinginum hesa vikuna. Orsøkin er, at Liberal Alliance og Danmarksdemokratarnir [...] áðrenn mikudagin, tá fundur er í Fólkatinginum. Ella teir bíðar til fundin í Fólkatingssalinum, har tað so verður lutakast, siga tey úr umsitingini í Fólkatinginum. Soleðis var eisini eftir valið í 1998, tá [...] mælt til at velja Birte Weiss. Men av tí at Jóannes Eidesgaard ikki atkvøddi, stóð á jøvnum, 89-89. Og so mátti vera lutakast – sum Ivar Hansen vann. Ein meiriluti í Fólkatinginum velur formannin, og tað var
Sprotans løgd fram í tveimum – onnur risastór og hin væl minni - um henda fræga, farna listamann Lorvíkar. Hesi trý fólkini fluttu fram livandi umrøður um listaverk og lívsleið Jóannisar. Um kanska okkurt [...] í køk og stovu, so hvørt sum dagslýsið dragnar og illýsið kvøldsins so stillan tekur yvir. Hesi, fyrr so vælkendu kyrrindini, hevur Jóannis Kristiansen aftur og aftur fangað - bæði um bygdarløg, hús og [...] Listamansins serstøku litbrigdi og litaval av tí løgna løtu-dvøli, táið skýmingin so seigan sígur um landið. Hetta, sum vit fyrr so væl kendu: at halda skýming, og sum tað unga el-ljós-signaða ættarliðið helst
flokkinum. – Vit eru samd um tær stóru avbjóðingarnar, sum standa fyri framman, og vit eru samd um loysnirnar eisini. Búskaparliga er neyðugt at finna eina haldføra langtíðarloysn, so almennu útreiðslurnar [...] eldhugi og politiskur neisti, sum fær meg at halda fram. Fær meg at vilja verða við at finna tær góðu politisku loysnirnar, sigur hann og heldur fram: – Men hví Framsókn? Seinastu dagarnar havi eg havt [...] sum hevur upptikið meg mest hesar seinastu dagarnar. Hvar er trúvirði í einum floksskifti, sum hendir so knappliga? – Nú eru skjótt tvey ár síðan. eg aftur fór at arbeiða í politikki. Seinasta góða árið sum
arbeiðsmarknaðinum. Eitt nú var hann til skips nógvar summarfrítíðir, og hann hevur so mangan tikið til, hvussu fegin hann er um at hava verið skipsmaður, og at førningurin, sum hann har fekk, eisini í politiska [...] altíð verið frammarlaga. Tá ið hann var landsstýrismaður í mentamálum, heitti hann á skúlarnar um at skipa so fyri, at børnini sungu nógv. Tá fortaldi hann, hvussu stóran týdning tað hevði havt í hansara [...] hevur fingið lutfalsliga stóra undirtøku í høvuðsstaðnum, í Klaksvík og eisini so nógva aðra staðni kring landið. Síðsta dømið um hetta var á fólkatingsvalinum næstsíðsta mánadag, tá ið tingformaðurin var