Landsstýrismaður stillar upp fyri Framsókn

Niðurbræðingin í Fólkaflokkinum heldur fram. Tað síðsta er, at landsstýrismaðurin hjá flokkinum, Sólvit Nolsø, stillar upp fyri Framsókn

 

– »Hvat hendir nú, havi eg ikki tikið støðu til« - segði eg fyri nøkrum døgum síðan.

Nú havi eg tikið støðu. Eg verði at finna á listanum hjá Framsókn á løgtingsvalinum áttanda desember. 

Soleiðis skrivar Sólvit Nolsø, nú formellu viðurskiftini eru avgreidd.

– Tað eru fleiri, sum kanska undrast, og tað eru fleiri spurningar, sum stinga seg upp í samband við eitt floksskifti. Tað skilji eg væl, og tað er júst tað, sum hevur upptikið meg mest hesar seinastu dagarnar. Hvar er trúvirði í einum floksskifti, sum hendir so knappliga? 

– Nú eru skjótt tvey ár síðan. eg aftur fór at arbeiða í politikki. Seinasta góða árið sum landsstýrismaður. Eg veit, at har eru stór tøk, sum skulu takast politiskt og tað er framvegis ein eldhugi og politiskur neisti, sum fær meg at halda fram. Fær meg at vilja verða við at finna tær góðu politisku loysnirnar, sigur hann og heldur fram:

– Men hví Framsókn? Seinastu dagarnar havi eg havt nógvar og drúgvar samrøður við leiðsluna í flokkinum. 

– Vit eru samd um tær stóru avbjóðingarnar, sum standa fyri framman, og vit eru samd um loysnirnar eisini. 

Búskaparliga er neyðugt at finna eina haldføra langtíðarloysn, so almennu útreiðslurnar kunnu tálmast. Avbjóðingarnar eru stórar á millum annað almanna- og eldraøkinum, ikki minst við starvsfólkatrotinum, og har skulu stórar avgerðir takast næstu tíðina. Loysnir skulu finnast á skattapolitiska økinum o.s.fr. Listin er drúgvur!

At flokkurin eisini er ein stjálvsstýrisflokkur, ger tað ikki verri, skrivar Sólvit Nolsø. 

– Nú er henda avgerð tikin. Restina sleppur veljarin at taka støðu til um nakrar vikur, skrivar Sólvit Nolsø á Facebook.