og eru í einari javnbjóðis ríkjasamgongu við Danmark. Skulu avgerðir takast um uttanríkispolitikk skulu bæði ríkini vera samd um tað. Tá Trump nú kemur og vil sleppa at gera av hvørja støðu grønlendingar [...] samráðingarnar við Trump við, at semja verður um broytingar av marki okkara, er tað tí at vit meta hetta er til okkara fyrimun. Einki kann gerast uttan um ríki okkara og tess fólkavaldu stjórn. Zakarias [...] ætlar nývaldi forsetin í USA Trump at skilja okkum sundur við at gera ein sáttmála við donsku stjórnina um at Grønland skal loysast frá Føroyum og at vit skulu verða undir donskum ræði. Ein slíkan sáttmála
heimlandinum, tosaði hann um ætlanirnar um at ferðast til Russlands. Sambært AFP segði Fico í røðu, at hann hevði ferðast har saman við ungarska forsætisráðharranum, Viktor Orbán, "um heilsan hevði loyvt tí" [...] av russiskum gassi at koma til onnur evropeisk lond umvegis Ukraina. Sáttmálin er settur at ganga út um ársskiftið. Slovakia og Ungarn, sum bæði eru bundin av gassi úr Russlandi, hava víst á stúran fyri
Senatinum - og avtalan varð ikki samtykt fyrr enn beint eftir midnátt lokala tíð. Sjálvt um freistin varð farin upp um ein hálvan tíma, varð ongantíð sett í verk ein verulig stongsl. Sostatt eydnaðist tað [...] uttan løn, til fíggjarlógaravtalan varð gjørd. Kongressin er í roynd og veru bundin av at gera avtalu um fígging til 438 ríkisstovnar innan 1. oktober á hvørjum ári. Her byrjar fíggjarárið hjá samveldisstjórnini
leiklut og veita ráð og vegleiðing um rættindi hjá fólki, ið bera brek. Hetta kann eitt nú vera við at gera frágreiðingar og kanningar, veita kunning og frálæru, birta kjak um viðkomandi spurningar, sum viðvíkja [...] Raðfestingarnar hjá Almanna- og mentamálaráðnum á samtyktu fíggjarlógini 2025 fevna m.a. um játtan til brekumboðið. Í samtyktu fíggjarlógini stendur, at brekumboðið verður sett á stovn og fer at virka [...] serliga vælkomið nú vælferðarøkið alsamt er undir øktum trýsti. Endamálið við brekumboðnum er at betra um rættindi og kor hjá fólki, ið bera brek. Eins og ásett er í grein 33 í altjóða brekrættindasáttmálanum
Liljan at gevast við lesimenningararbeiðinum, sjálvt um hon gavst í skúlanum. Hon hevði eina verkætlan í huganum, har hon skuldi granska / kanna, um munur var á lesiførleika hjá børnum gjøgnum eitt ávíst [...] og smílandi. Hon segði ongantíð nakað ringt um nakran, hvørki lærarar, næmingar ella foreldur. Hon dugdi at rósa øðrum, var dugnalig og gjørdi ikki nógv um seg. Hon var rólig, friðarlig og dugdi sera væl [...] fyri Liljuna. Hon hevði vón um at gerast frísk aftur; tað hendi tíverri ikki, men vit skilja ikki altíð Harrans leiðir. Góðu tit, sum hava mist so nógv, nú Liljan er farin í aðra tilveru: Oleif, Mikkjal
Fraklandi, Emmanuel Macron, á Danmark um ikki at útflýggja Watson til Japan. * Tann 1. august fekk Løgmálaráðið formliga útleggingarboð úr Japan. * Síðani fyrstu hoyringina um varðhaldið hjá Watson er varðhaldið [...] danska løgmálaráðið avgjørt, at hann ikki skal útflýggjast til Japan. Niðanfyri fært tú meira at vita um málið og sambandið hjá Japan við hvalaveiðu: * Vinnulig hvalaveiða varð bannað eftir altjóða avtalu [...] vísindalig endamál. Fleiri bólkar av aktivistum halda tó, at hetta er løgið - at talan í veruleikanum er um vinnuliga hvalaveiðu - og hava tí roynt at forða japansku skipunum í at veiða hval. * Ein ST-dómstólur
fótbóltssambandið á heimasíðuni. - Infografikkurin er mentur av einum triðjaparti uttanífrá, og vit eru farin undir arbeiðið at loysa støðuna, eitt nú at taka myndina úr umferð, stendur at lesa í brævinum frá [...] í FIFA, Mathias Grafström. - Vit viðurkenna fult og heilt viðkvæmið kring hetta evnið. Vit harmast um tær stúranir, sum grafikkurin kann hava elvt til, og virðismeta tykkara forstáilisi, meðan vit arbeiða [...] hjá FIFA á HM-lutakastinum fekk talsmannin hjá ukrainska uttanríkisráðnum, Heorhij Tykhy, at klaga um viðferðina í einum uppslagi á sosiala miðlinum X. - Við at tekna landamørkini øðrvísi, virka tit ikki
vindurin er farin illa við gomlu gøtuljósunum á Trongisvágsvegi, og er Tekniska deild byrjað eina tilgongd at umleggja el-veitingina, soleiðis at gøtuljósini verða virkin aftur í komandi viku. Talan er um gamlar [...] Kommunan heitir á bilførarar um altíð at vísa varsemi í ferðsluni, og taka serlig atlit á vegastrekkjum har myrkt er. Eisini verður heitt á fólk, ið ferðast til gongu, um at verða ílatin endurskin, skrivar
vænta. Og tað fara tit eisini at síggja, um tit taka tykkum tíð til neyðugu kanningarnar heldur enn at leypa á leistum eftir einum óundirbygdum og óveruligum pástandi um meiri pengar til landskassan. Steðga [...] n í Noregi hevur vent sær til norsku stjórnina fyri at fáa hana at leggja uppí føroysku ætlanirnar um skattaumskipan. Øll tann maritima fakfelgsrørslan í Noregi dugir greitt at síggja, at hetta fer at [...] fingið - fylgjur fyri samstarvið millum Føroyar og Noreg. Hartil biðja tey norsku stjórnina kanna, um føroysku ætlanirnar ikki eru brot á Norðurlendsku skattaavtaluna. Brot úr hjálagda brævi: "På vegne
vera kunnað um, áðrenn hon verður almannakunngjørd. Ivan Niclasen hevur verið ein góður stjóri, og hann hevur í nógv ár starvast á stovninum, sum hann kennir sera væl. Hetta málið snýr seg ikki um, at hann [...] Kringvarpinum. Sum vit nú vita, bleiv tað stýrið ikki kunnað um avgerðina, sum leiðslan tók, at gera eitt undantak við kringvarpsgjaldi, tí talan var um eina veruliga drápshóttan. Prinsipielt er tað skeivt at [...] jald. Men sum sagt var talan um heilt serligar umstøður, og hendi nakað, stóð Ivan Niclasen eftir við ábyrgdini, so hetta var eitt slag av neyðrætti. Her er ikki talan um nakra glíðibreyt, har óttast kann