Russiski forsetin, Vladimir Putin, og slovakiski forsætisráðharrin, Robert Fico, hittust í dag í Kreml.
Tað vísa myndir frá russiskum sjónvarpi, sambært tíðindastovuni AFP.
Dmitrij Peskov, talsmaður fyri Kreml, hevur ikki avdúkað nágreiniligu bakgrundina fyri fundinum. Men hann sigur, at veitingar av russiskum gassi eftir øllum at døma kundu verið umrøddar á fundinum.
Fundurin fer fram, eftir at Ukraina hevur gjørt greitt, at tað ikki fer at leingja ein sáttmála, sum framhaldandi fer at loyva veitingum av russiskum gassi at koma til onnur evropeisk lond umvegis Ukraina.
Sáttmálin er settur at ganga út um ársskiftið.
Slovakia og Ungarn, sum bæði eru bundin av gassi úr Russlandi, hava víst á stúran fyri avgerðini.
Men fyri beint undir eini viku síðani gjørdu ukrainarar greitt, at teir fóru at umhugsa at lata gass úr øllum øðrum londum enn Russlandi streyma gjøgnum landið.
Forsætisráðharrin í Slovakia, Robert Fico, er ein av fáu evropeisku leiðarunum, sum framvegis hevur vinarligt samband við Putin, eftir at Russland legði á Ukraina tíðliga í 2022.
Hann gjørdi millum annað enda á slovakisku hernaðarhjálpini til Ukraina, tá hann tók við sum forsætisráðharri í landinum fyri góðum ári síðani.
Tá hann vísti seg alment fyrstu ferð í juli eftir at hava verið offur fyri morðroynd í heimlandinum, tosaði hann um ætlanirnar um at ferðast til Russlands.
Sambært AFP segði Fico í røðu, at hann hevði ferðast har saman við ungarska forsætisráðharranum, Viktor Orbán, "um heilsan hevði loyvt tí" eftir álopið.
Eftir stjórnarfund 15. mai í ár varð Robert Fico raktur av fýra byrsuskotum í nærstøðu, tá hann heilsaði uppá veljarar í slovakiska býnum Handlova.
Skurðviðgerðin tók tók fleiri tímar yvir fleiri dagar at bjarga lívinum.
/Ritzau/