Raðfestingarnar hjá Almanna- og mentamálaráðnum á samtyktu fíggjarlógini 2025 fevna m.a. um játtan til brekumboðið. Í samtyktu fíggjarlógini stendur, at brekumboðið verður sett á stovn og fer at virka sambært løgtingslóg nr. 17 frá 26. mars 2024, ið fær gildi 1. januar 2025.
Hetta er samstundis eitt søguligt frambrot, tí fyrr hava Føroyar ikki havt stovnssett eftirlit við altjóða menniskjarættindum í føroyskum høpi. Hetta nýbrot er serliga vælkomið nú vælferðarøkið alsamt er undir øktum trýsti.
Endamálið við brekumboðnum er at betra um rættindi og kor hjá fólki, ið bera brek. Eins og ásett er í grein 33 í altjóða brekrættindasáttmálanum, er brekumboðið skipað sum sjálvstøðug eind, sum skal virka fyri, verja og hava eftirlit við, at innlendis lóggáva, tænastur og tilboð eru í samsvari við sáttmálan.
Hetta fegnast bæði MEGD og limafeløgini um. Síðani 2014 hevur eitt miðvíst arbeiði verið gjørt, við støði í tilmælinum frá brekrættindanevndini hjá Sameindu tjóðum, fyri at fáa eitt nøktandi eftirlit við sáttmálanum.
Nú tíðin endiliga var búgvin, er viðkomandi at peika á, at Føroyar í september aftur fingu niðurstøður frá brekrættindanevndini, sum skjótast gjørligt skulu setast í verk. Her verður brekumboðið, saman við sivilsamfelagnum, týðandi viðspælari í at ráðgeva politisku skipanini.
Brekumboðið fer at hava upplýsandi leiklut og veita ráð og vegleiðing um rættindi hjá fólki, ið bera brek. Hetta kann eitt nú vera við at gera frágreiðingar og kanningar, veita kunning og frálæru, birta kjak um viðkomandi spurningar, sum viðvíkja rættindi hjá fólki, ið bera brek, og virka fyri at røddin hjá fólki, ið bera brek, verður týðiligari í almenna rúminum, sum fíggjarlógin 2025 vísir á.
Spennandi verður at fylgja arbeiðinum, nú brekumboðið eisini saman við ráðgevandi nevnd fer at veita kunning, ráð og íkast til virksemið hjá brekumboðnum. Brekumboðið skal í virksemi sínum hoyra limafeløgini hjá fólki, ið bera brek, á skipaðan hátt.
Hóast játtan til brekumboðið nú endiliga er komin á fíggjarlógina, so mugu vit viðurkenna, at ikki fyrr enn nú byrjar arbeiðið. Her skal vísiliga skipast fyri, millum annað við at tryggja nýggja brekumboðnum altjóða góðkenning frá Sameindu tjóðum, at samskipandi eindin verður sett sambært grein 33, stykki 1, í brekrættindasáttmálanum, og at skrivstovuhaldið verður lagt, har tað gevur meining.
Harumframt hevur tað týdning, at fíggingin verður økt. Tí fyri 2025 er 1 mió. kr. sett av, sum ikki er nøktandi. Játtanin í 2026 verður eftir ætlan hækkað við 1 mió. kr. til fult virksemi.
MEGD fer við hesum at ynskja føroyingum øllum hjartaliga tillukku við brekumboðnum við vón um, at hetta bara er byrjanin á eini nýggjari tíð, har arbeitt verður víðari og meira miðvíst við at tryggja brekrættindi í samfelagnum sum heild.
Eisini takkar MEGD Almanna- og mentamálaráðnum fyri orku og megd, sum tey hava lagt í stóra arbeiðið at seta á stovn eftirlitið við brekættindasáttmálanum.
At enda ynskir MEGD føroyingum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár. Vit takka fyri árið, ið fór, og eru vónrík farin at gleða okkum til tað, sum nýggja árið fer at bjóða av frambrotum okkum øllum at gagni.
Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD