Í kvøld klokkan 20 spæla VÍF og Kyndil (menn) seinnu hálvfinalu í steypakappingini. Fyrra hálvfinalan endaði 23-23, so lagt er upp til ein sera spennandi dyst í Vestmanna í kvøld. Rás2 fer at senda beinleiðis [...] beinleiðis frá dystinum. Tað merkir, at tey, sum ikki kunnu verða við í Vestmanna í kvøld, kunnu lurta Rás2.
Breiðanes, landa hjá TG Seafood í Hvalba í dag. Magnus Jespersen, stjóri, sigur, at skipini hava umleið 100.000 pund, og talan er um ymisk fiskasløg. Hann væntar ikki fleiri landingar í Hvalba hesa vikuna. - D [...] Djúpvatnstrolararnir, Niels Pauli og Steintór, liggja í løtuni og bíða eftir betri veðurlíkindum, áðrenn loyst verður aftur, sigur Magnus Jespersen.
Nakað áðrenn klokkan átta í morgun fekk løgreglan eina fráboðan um oljudálking í Miðvági. Oljudálkingin var innan fyri brimgarðin í Miðvági, har nøkur skip liggja í løtuni. Sløkkiliðið hevur lagt sperrur [...] sperrur út fyri at forða oljuni at spjaðast. Løgreglan veit enn ikki at siga, hvaðani oljan kemur frá, men illgruni er um, at oljan er stoytt útí.
síðan friðin í Kiel og norsku grundlógina. Í tí sambandi kemur virdi norski søgufrøðingurin, Bård Frydenlund, at halda fyrilestur um, hví norsku ognirnar úti í Atlantshavi – Føroyar - ikki fylgdu við, tá [...] tá Noreg sleit sambandið við danska kongsvaldið Fyrilestur um friðin í Kiel Norðurlandahúsið í Havn Týsdagin 11. februar kl. 19.00
hevur tveir skaðar Sosialurin Hamferð er heilt alvorligt! Ikki loyvt at smílast á pallinum Kringvarp.fo Okay?! Eg geri tað, sum gevur mær eld í búkin Sosialurin Áhugavert nýtt rák! Tveitti brúðrinum á bláman
var úr Keypmannahavn, fingu sett seg í gjárkvøldið og í nátt. - Fyrra flogfarið fór aftur til Bergen, og tað seinna til Keypmannahavnar. Floglíkindini tykjast ikki batnað fyrrenn um middagsleitið, og tí [...] tí eru fleiri seinkingar væntandi, sigur Atlantsflog í fráboðan í morgun. Nærri boð um flogferðsluna í dag væntast klokkan átta.
staðfestur politiið í morgun. Sostatt hevur politiið tikið stig til at fáa profilin stongdan, men hvør ið hevur hendan falska profilin, vita tey ikki. [...] Í gjár bleiv staðfest, at ein falskur profilur er gjørdur á Facebook. Profilurin eitur Politi Tórshavn. Men profilurin er stovnaður upp á nakkan á politiðnum, tí hetta hevur onki við politiið at gera,
- Klaksvíkingur er ikki bara stinnastur í kappróðri. Hann er eisini ein fyrimynd, tá ræður um trygd á sjónum. Tað sigur Fiskiveiðieftirlitið, sum hevur kannað Klaksvíking á vánni í Klaksvík. Eftirlitið [...] øll trygdarkrøvini vera fylgd. - Aðrir kappróðrarbátar eru eisini kannaðir, og sum heild er trygdin í lagi, sigur Fiskiveiðieftirlitið.
Grind er í Leynum í morgun. Av politistøðini í Havn verður sagt, at talan er um ein lítla grind upp á um 30-50 hval. Fólk á staðnum siga við in.fo, at tað ikki eru nógvir bátar hjá grindini, men at væl [...] væl av fólki er á landi. Drápið fer í gongd hvørja løtu, sigur politiið.
Í morgin fer landsstýrið at svara fráboðanini frá ES nevndini um ætlaðu tiltøkini ímóti Føroyum. Hvat svarið verður er ikki greitt enn. Men landsstýrið boðar í kvøld frá, at skipað verður fyri tíðindafundi [...] tíðindafundi í Tinganesi klokkan 14 í morgin. Á tíðindafundinum fara Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og Johan Dahl, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at greiða frá svarinum hjá landsstýrinum.