Brak í Vestmanna

Í kvøld spæla VÍF og Kyndil (menn) seinnu hálvfinalu í steypakappingini, og Rás2 fer at senda beinleiðis.

Í kvøld klokkan 20 spæla VÍF og Kyndil (menn) seinnu hálvfinalu í steypakappingini.

 

Fyrra hálvfinalan endaði 23-23, so lagt er upp til ein sera spennandi dyst í Vestmanna í kvøld.

 

Rás2 fer at senda beinleiðis frá dystinum.

 

Tað merkir, at tey, sum ikki kunnu verða við í Vestmanna í kvøld, kunnu lurta Rás2.