Partrolararnir, Hamranes og Breiðanes, landa hjá TG Seafood í Hvalba í dag.
Magnus Jespersen, stjóri, sigur, at skipini hava umleið 100.000 pund, og talan er um ymisk fiskasløg.
Hann væntar ikki fleiri landingar í Hvalba hesa vikuna.
- Djúpvatnstrolararnir, Niels Pauli og Steintór, liggja í løtuni og bíða eftir betri veðurlíkindum, áðrenn loyst verður aftur, sigur Magnus Jespersen.