Ein av teimum trimum samgonguleiðarunum er Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins, og hann metir ikki, at luttøkan hjá løgmanni í Grasagarði á tiltaki hjá Friðarboganum á nakran hátt eigur at fordømast [...] fordømast. - Tað er burturvið av Jenisi at krevja eina umbering frá løgmanni. Persónliga metingin hjá løgmanni var, at tað var rætt at halda røðu í Grasagarði, og tað avgerð skal hann sleppa at hava, sigur
kukkublæa í nærum tríggjar tímar. Hópurin leggur fyri við at fáa sær av leskiliga sjálvtøkuborðinum, og sjálvandi er øll seancan merkt av kulum kaosi, tí børnini eru smá og vandarnir nógvir, við heitum íløtum [...] Kári heldur eisini, at hann sjálvur er merktur av aldrinum, og at fjúsið til tíðir er nakað stutt. - Tí er tað ein lætti, at tey eldri børnini taka sær av teimum yngru. Elsti sonurin keypir teimum ofta [...] lættari at brúka meira tíð upp á lítla, sigur Mortan, sum er ein av teimum hepnu, sum hevur ein vaksnan son heima enn. - Hetta hevur verið nakað av tí stuttligasta við at fáa smáfólk aftur: Hóast tað eru nærum
kann. Og nú hevur hann enn einaferð lagt afturat bálinum við eini rættiliga sermerktari samanseting av siðseminevndini. Tað hevur vakt ans, nú landsstýrismaður miðfloksins, Bill Justinussen hevur valt nýggjar [...] har hon hvassliga fanst at, at Bill Justinussen hevur valt siðseminevndina soleiðis, at meirilutin av nevndini nú umboðar ein lítlan minniluta í føroyskum trúarlívi. Og partamaður hennara í tinginum, Torbjørn [...] meiri at vera limur í ávísum flokkum ella ávísum trúarbólkum, spyr Tórbjørn Jacobsen at enda. MYND AV TORBJØRN JACOBSEN Bill Justinussen og miðflokkurin eiga at fáa eina harðliga átalu og heldur hetta
stuðul. Nú verður møguleiki hjá áskoðarum sjálvi at meta um filmin, sum varð kolldømdur orsaka av kynsligum innihaldi. Sæla, ið Katrin Joensen-Næs leikstjórnar, lýsir eitt evni, sum er tabu, ið ongantíð
tíðindaskriv um, at fjarskiftismál og avgerðir um hetta, sum er føroyskt málsøki, skal gerast partur av trygdar- og verjupolitikki og koma undir danska lóggávu. - Hví landsstýrið ikki hevur ráðført seg við
prosent. Tað er jú tí, at danska heilsustýrið hevur slept AstraZeneca og Johnson & Johnseon sum partur av hópkoppsetingarætlanini, vísir Hans Engell á. – Men tey bæði koppingarevnini eru tó ikki bannað, um
monnum, fært tú varhugan av, at leikdygdin versnar sum tað líður út á kappingina. Vit síggja eisini, at tríggir av lakastu dystunum eru allir í seinastu fýra umførunum. Tað kann vera av tilvild, men kanska [...] talvfelagnum? Av tí sama síggjast nógv færri telvarar í árligu FM-einstaklingakappingini um páskirnar. Og hvat bleiv av stórmeistaraeffektini hjá Helga Dam Ziska? Vaks áhugin fyri talvi av tí? Dugdu Ta [...] sjáldan hava vit havt so gott lið sum hesaferð - miðalstyrkitalið táttaði í 2400. Av tí sama vóru Føroyar styrkismettar nummar 60 av 188 liðum. Tað er í sjálvum sær stórbært, og nakað at fegnast um hjá okkum
greitt frá, at árini 1930-1938 doyðu 54 fólk við vissu av hesi sjúku. 40 av teimum vóru úr Suðuroy. Í 1937 doyðu 11 fólk av havhestasjúkuni. Av hesum fimm í Porkeri. Hetta vóru kvinnur í aldrinum 22-38 [...] í Skemmuni og Elsebeth Súsannu av Nesi í Vági. Lávus var føddur 21. jul 1867. Pápin Johan Djurhuus, óðalsmaður við Á, var slektaður av Nesi í Eysturoynni. Hann var av próstaættini hjá Andrias Djurhuus [...] verða sviknir av hesum dreingjum. Teir vóru vanir at rógva út við báti og vóru stakmenn at fiska. Tað var eisini skjótt, at Dias gjørdist av bestu fiskimonnum og aftur seinni gjørdist hann ein av fremstu r
kl. 20.00 Bønar/uppbyggingarmøti. Lívdin á Brekku 3 Fríggjakvøldið kl. 20.00 Ungdómsmøti, Hallur av Rana talar. Sunnumorgunin í Hoyvíkar skúla kl. 10.30 Familjumøti har evnið er »Visiónsdagur«, kl. 11.30 [...] Øll vælkomin. Felagið Tórshavn, útferð Sunnudagin 27. august verður gongutúrur av Sundi til Norðadals. Farið verður av Kunningarstovuni kl. 10.30. Minst til at hava góð og heit gonguklæðir og matpakka [...] Talvan gongur fyri hjálparfelagsskapin Caritas. Síðsta sunnudag í hvørjum mánaði verður tilbiðjan av tí Heilga Sakramentinum í Mariukirkjuni frá kl. 15.00-18.00. Serliga vilja vit biðja fyri okkara meinigheit
Skálum, 14 ára gamal og ættaður av Sandi. Sjóriddarin fórst við átta monnum Stutt eftir, at General Gordon var horvin, gekk toftaskipið Anna burtur við 17 monnum. Teir flestu av hesum komu aftur sum lík og [...] eitt ljós í vestan. Tá sigur Jaspur við Jóan Petur: ”Stýr beint á hatta ljósið og les kósina av.” Tað køvdi av aftur, men við hesi kósini komu teir inn á fjørðin. Tað, teir høvdu sæð, meintu teir var ein [...] Mortensen Handil keypti hana í 1902. Tey fyrstu árini førdi Johan Hendrik Isaksen av Viðareiði hana. Andreas Andreassen av Høvdanum á Strondum førdi hana síðan árini 1906-8. Jóan Jakku á Viðareiði førdi