Leygardagin 4. apríl var ársins fyrsta kapping í kúluvarpi fyri bæði kvinnur og menn á Toftum, og hóast rættiliga nógvan og kaldan vind, so vóru úrslitini væl betri enn ein kundi væntað so tíðliga á árinum [...] ítrótt á bana verður longu 9. mai. Tá verður møguleiki fyri at renna 100 m og 1500 m, og harafturat kann ein royna seg í longdarlopi og í kúluvarpi. Um onkur hevur hug at venja kúluvarp undan kappingini, kann [...] seinasta summar. Tá varpaði hann kúluna 13,20 m. Nummar tvey hjá monnunum gjørdist John Erik Johannesen av Toftum í síni fyrstu kapping. Hann varpaði kúluna 8,83 m og er tað eitt stak gott úrslit fyri ein
europeisku avbjóðingarnar, og at B68 og Skála spæla landskappingardyst á Svangaskarði sunnudagin. Hetta er dystur, sum sambært upprunaligu skránni var settur at vera í 27. og síðsta umfari. Skráin komandi [...] sum støðutalvan sær út eftitr 16. umfar, so eru tað Skála og B68, ið eru undir niðurflytingarstrikuni. Øll liðini hava spælt 16 dystir uttan B36 og Skála. Teirra dystur, sum sambært skránni átti at havt verið [...] sunnudagin, varð leygarkvøldið útsettur. Í kvøld skal B36 spæla í Viborg, og í annaðkvøld skal KÍ spæla í Kosovo. Í næstu viku skulu B36 og KÍ spæla á heimavølli í Europa Conference League. Tí er avrátt, at hesi
verandi samgongu og landsstýrismann. Í framløguskrivinum, sum liggur til grund fyri aðalorðaskiftið, sum verður týsdagin, segði landsstýrismaðurin millum annað: - Fólkaskúlin er fyri okkum øll, og tí seti eg [...] verið grundarlag undir teimum broytingum og dagføringum, sum eru gjørdar á fólkaskúlaøkinum. Ætlanin er, at lógarbroytingarnar, sum seinni verða lagdar fram og hetta aðalorðaskifti skulu ganga hond í hond [...] Fyrrapartin hevur landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum, Djóni N. Joensen, lagt fram framløguskriv í sambandi við aðalorðaskiftið, sum verður á løgtingi í komandi viku. Hetta skrivar Skúlablaðið
manninum, og kann missa bæði hús, hon sjálv hevur goldið, og allan arvin. Tí uttan ein son, og arving av kallkyni, fella húsini til svágin, ið samstundis fær rættin yvir dóttrini, Noru. Ørkymlað og í villareiði [...] Cannes og varð almenna Oscaruppskotið, sigur okkum spennandi harmasøguna um eina braneggjaða kvinnu, sum av øllum alvi stríðist fyri dóttrini og sær sjálvari í einum samfelag, ið er skapt av monnum og bara [...] Mouna Hawa’s sincere and gutsy performance will win audience favour”. ##med3## Filmsfelagið 29/5 kl 20:00 Inshallah ein drongur (Inshallah walad, Amjad Al Rasheed, Jordan 2023 113 min)
skorað, og uppleggið átti Óli Eyðsteinsson Poulsen. Seinna málið skoraði Jóhan Josephsen í 28. minutti, og tá var tað Kristian Svabo Eliasen, sum átti uppleggið. HB hevði fleiri góðar støður og onkran góðan [...] fulla úrtøku ímóti HB í Gundadali. KÍ vann 2-0, sum eisini var hálvleiksleiðslan. Jóhan Josephsen skoraði bæði málini. Hann er oftast á listanum í bestu deildini, og tað verður hann eisini týskvøldið, tá ið [...] møguleika at minka um munin og av nýggjum kveikja spenningin, men tað eydnaðist ikki. Eisini tí Hannis Matras var so góður í KÍ málinum. KÍ er á sætta plássi við 9 stigum fyri 7 dystir, og HB er á níggjunda plássi
sjeynda umfar, sum var í dag, eru teir væl og virðiliga á uppflytingarkós. B71 hevur 16 stig og er næstfremst. Tað er eitt stig fram til næstbesta liðið hjá B36, og tað eru fimm stig aftur til FC Suðuroy, [...] Fyrra málið skoraði Jónatan Kjærbo í 21. minutti og eftir upplegg frá Romulo Cicolin Bosqueiro, og seinna málið skoraði hann tveir minuttir undan leikloki, og tað var við frísparki. Vindurin hjálpti til, at [...] eitt av feløgunum, sum roynir at bjóða B7q av í kappingini um at vinna uppflyting. Sandoyingar vunnu 2-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Tvífaldur málskjútti var Jónatan Kjærbo, sum nú hevur skorað fýra mál í
Risastóra amerikanska oljufelagið søkti um leitiloyvi í 2. útbjóðing og varð tillutað teigar beint við markið saman við feløgunum Statoil, Dong og OMV. Hesir teigarnir liggja tætt upp at einum øki á bretska l [...] juli og er ætlanin at skjóta seismikk í tveir mánaðir. Skipið, sum verður brúkt til kanningarnar, er Western Pride. Seismisku kanningarnar verða gjørdar á hesari havleið: 1. Útnyrðingshornið63º20 N 000º24 [...] p, og tað triðja fer undir kanningar um miðjan juli. Seismisku kanningarúrslitini hjá eitt nú hesum báðum feløgunum skulu vera partur av grundarlagnum hjá feløgunum, tá tey fara at gera av, nær og hvar
Suð byrjaði at venja. Hesa tíðina hava tær verið sera virknar og hava sungið til konsertir í Klaksvík, Gøtu, Mentanarhúsinum í Fuglafirði og í Kommunuskúlanum í Havn. Eisini hava tær sungið til nógv onnur [...] verður farið til Elduvíkar, síðani til Oyndarfjarðar, Skála og Runavíkar. Á konsertunum, sum verða um 40 minuttir hvør, fara tær at syngja sálmar og sangir, kend negro spiritual umframt kend klassisk stykki [...] Í samband við samanleggingina av Oyndarfjarðar-, Skála og Runavíkar Kommunu, fer kvinnukórið, Suð úr Klaksvík, undir leiðslu av Steinvør Fonn, at hava fýra konsertir í Eysturoynni. Í septembur verða tvey
virksemið, og skipar nú m.a. fyri konsertum ymsastaðni í landinum. Hin fyrsta verður nú leygarkvøldið kl. 21.30 í Gamla Meiarínum, hølunum hjá Grímu, í Havn. Tá fara tveir bólkar á pallin, Krit og Marigold [...] røddini hjá Janu Jalgrimsdóttir á odda. Løgini eru vøkur men larmandi, og kunnu sammetast nakað við bólkar sum eitt nú Glorybox og Skunk Anansie. Ætlanin hjá Grót er at hava fleiri konsertir kring Føroyar [...] sagt í Havn nú um vikuskiftið, og hin onnur í Klaksvík fríggjakvøldið 24. august, tá m.a. Clickhaze fara á Pallin. Grót minna eisini á aðalfundin, sum verður mánadagin 20. august í losjuni í Gøtu.
høvdu verið um boðið, og tey vóru tey útvaldur, av eimum skara, sum tald mong fleiri væl roynt og útbúgvin fólk. Fleiri enn hundrað royndu at sleppa inn, men tað vóru bert tey 20, ið megnaðu at klóra seg [...] næmingar vóru spentir, tá lærararnir hjá teimum kundu geva teimum tilfar og greiða frá teimum næstu trimum árum, tá leiðsla og fyrisiting fara at mynda mangan kvøldartíman. Sum vera mann til tílík høvi [...] skúladagur hjá tjúgu fólkum. Tey tjúgu, sum hava fingið innivist á nýggju útbúgvingini innan leiðslu og fyrisiting, ið Robert Gordon University í Aberdeen bjóðar út í samstarvi við Føroya Handilsskúla. Tað