Oljurisin Chevron setir spónin í

Eitt av heimsins størstu oljufeløgum ChevronTexaco fer nú av álvara at seta spónin í føroysku undirgrundina, fyri fyrstu ferð nakrantíð.

Kanningar
Jan Müller
jan@sosialurin.fo

Risastóra amerikanska oljufelagið søkti um leitiloyvi í 2. útbjóðing og varð tillutað teigar beint við markið saman við feløgunum Statoil, Dong og OMV. Hesir teigarnir liggja tætt upp at einum øki á bretska landgrunninum, har somu feløg hava gjørt stórt oljufund. Sjóbjargingarstøðin MRCC lýsir í hesum døgum við eini fráboðan um seismiskt virksemi hjá Chevron. Tað er felagið Western Geco, sum kannar økið fyri oljufelagið. Byrjað verður 15. juli og er ætlanin at skjóta seismikk í tveir mánaðir. Skipið, sum verður brúkt til kanningarnar,
er Western Pride.

Seismisku kanningarnar verða gjørdar á hesari havleið:

1. Útnyrðingshornið63º20 N 000º24 W
2. LandnyrðingshorniðEystur ímóti markinum frá pos 1.
3. LandsynningshorniðEystur ímóti markinum frá pos 4.
4. Útsynningshornið60º40 N 005º00 W

Sum vanligt er eisini føroyskt fiskiveiðiumboð við seismikkskipinum. Tað er Magni Skaale, sum skal fylgja við, at alt fer fram eftir bókini.

Sera nógv seismiskt virksemi er á landgrunninum í summar. Frammanundan hevur Statoil brúkt tvey kanningarskip, og tað triðja fer undir kanningar um miðjan juli.

Seismisku kanningarúrslitini hjá eitt nú hesum báðum feløgunum skulu vera partur av grundarlagnum hjá feløgunum, tá tey fara at gera av, nær og hvar tey skulu seta framtíðar borar í á landgrunninum. Statoil og Chevron eru millum tey mest ágrýtnu og bjartskygnu feløgini, tá tað ræður um at leita eftir kolvetni í føroysku undirgrundini.