Tónleikasamtakið Grót økir støðugt um virksemið, og skipar nú m.a. fyri konsertum ymsastaðni í landinum. Hin fyrsta verður nú leygarkvøldið kl. 21.30 í Gamla Meiarínum, hølunum hjá Grímu, í Havn. Tá fara tveir bólkar á pallin, Krit og Marigold.
Hesir bólkar eru báðir kendir fyri at spæla sín egna og sermerkta tónleik. Krit gjørdu vart við seg í prix fo undanumfarinum í Klaksvík, tá mong mettu at teir avgjørt áttu at komi víðari í finaluna. Krit spæla sera harðan rocktónleik, við íblástri frá m.a. Marilyn Manson, Deaftones, Korn o.m.ø.
Marigold spældu á prix-undanumfarinum á strondum. Marigold vóru, eins og Krit, við til tað fyrstu Free Føroyar konsertina í læraraskúlahøllini. Tey skuldu spæla á Jazz Festivalini saman við Clickhaze, men noyddust vegna ferðsluóhapp at geva avboð. Men nú eru Marigold aftur til reiðar saman við Krit at taka Havnina við storm! Marigold spæla eitt slag av hørðum poppi/rokki við vøkru røddini hjá Janu Jalgrimsdóttir á odda. Løgini eru vøkur men larmandi, og kunnu sammetast nakað við bólkar sum eitt nú Glorybox og Skunk Anansie.
Ætlanin hjá Grót er at hava fleiri konsertir kring Føroyar við bólkum, ið spæla egið tilfar. Hin fyrsta verður sum sagt í Havn nú um vikuskiftið, og hin onnur í Klaksvík fríggjakvøldið 24. august, tá m.a. Clickhaze fara á Pallin.
Grót minna eisini á aðalfundin, sum verður mánadagin 20. august í losjuni í Gøtu.